170 tons av makreli í tveimum hálum

Tað er ikki ómøguligt hjá ísfiskatrolarum at fiska makrel. Tað vísa royndirnar, sum just eru byrjaðar í føroyskum sjógvi

MAKRELUR

Tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fyrr í summar gjørdi av at áseta Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á tilsamans 85.000 tons fyri árið 2010, beyðst samstundis møguleikin hjá øðrum enn nótaskipum at sleppa at fiska av hesi kvotu.
Aðrir skipabólkar fingu nú eisini lut í einum minni parti av kvotuni, og millum hesar eru partrolarar og lemmatrolarar, sum kunnu søkja um loyvi at sleppa at fiska av eini felagskvotu upp á tilsamans 5.000 tons.
Spurningurin var nú, um tað yvirhøvur ber til hjá partrolarum at veiða makrel í føroyskum sjógvi, og í øðrum lagi hvussu hesin fiskur kann fáast til høldar sum mannaføði, tá hesi skip ikki kunnu frysta fiskin umborð.
Felagið Thor í Hósvík eigur tvey risastór frystiskip, Athenu og Poseidon, sum nú eru komin í føroyskan sjógv í sambandi við hesar nýggju møguleikar og royndir. Avtala um samstarv er gjørd millum felagið í Hósvík og føroysk feløg, sum eiga og reka ísfiskatrolarar.
Avtalan byggir á, at stóru skipini skulu taka fiskin hjá ísfiskatrolarunum umborð og frysta hann til matna.
Athena og Poseidon kunnu nevniliga frysta eini 300 tons av fiski – hvørt skipið – um samdøgnið.

Tað ber til
Fyrr í hesi vikuni loystu fyrst ísfiskatrolararnir, Lerkur og Phoenix, sum ávikavist Faroe Seafood og Thor í Hósvík eiga, og mikumorgunin loystu eisini Safir og Smaragd, sum dóttirfelag hjá P/F Christiani í Grótinum í Klaksvík eigur.
Hóast hesar royndir enn eru á byrjunarstigi, vísa tær kortini longu nú, at tað ber til hjá ísfiskatrolarum at partrola eftir makreli í føroyskum sjógvi og lata stóru skipini hjá Thor taka fiskin umborð til frystingar.
Sosialurin hevur fingið at vita, at Lerkur og Phoenix hava havt tvey góð tóv, har annað gav 70 tons – og hitt seinna, sum teir høvdu síðstu nátt, gav heili 100 tons.

Trolið ov stórt
Á skrivstovuni hjá Christiani í Grótinum í Klaksvík, segði Eyðun Rasmussen seinnapartin í gjár, at fyrsta royndin hjá Safir og Smaragd eydnaðist ikki.
- Tað vísti seg, at trolið var ov stórt og ov tungt at hála, men nú fara skipini at royna við einum minni troli. Tá tað ber til hjá Lerki og Phoenix, vænta vit, at tað eisini fer at bera til hjá okkara skipum, sigur hann.
Eyðun Rasmussen vísir á, at vanligt er í Kyrrahavinum, at trolposin verður togaður upp gjøgnum sliskuna á hekkuni.
- Soleiðis verður eisini gjørt, tá makrelur er í trolinum hjá partrolarunum, og hann skal flytast umborð á skipini hjá Thor.
Hann vísir annars á, at hetta er ein veiðiháttur, sum verður nógv brúktur í eitt nú Alaska, har smærri skip fiska til móðurskip.
- Mær er sagt, at trolposin, sum verður brúktur til hetta slagið av makrelveiði, er soleiðis gjørdur og úr slíkum tilfari, at hann ikki fer illa við fiskinum, sigur Eyðun Rasmussen, sum eisini er spentur upp á hesa royndina eftir makreli undir Føroyum.