Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Tað verður málið, sum eitt møguligt fólkatingsval fer at snúgva seg um. Hetta er Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum sannførdur um. ? Eg rokni ikki við, at tað verður [...] mann valdan var Tjóðveldisflokkurin við valið í 1988, tá Finnbogi Ísakson stillaði upp einsamallur fyri Tjóðveldisflokkin.
? Fyrst og fremst fer eitt fólkatingsval í Føroyum at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað fer at snúgva seg um ríkisfelagsskapin, um heimastýrislógina, um álitið millum báðar partanar [...] boðið hjá Jóannes Eidesgaard upp á, hvat eitt møguligt fólkatingsvalstríð í Føroyum fer at snúgva seg um. ? Eg havi fyrr sagt, at tað er neyðugt, at vit ikki síggja burtur frá tí trupulleikanum, sum er [...] metum í Føroyum í dag, orsakað av bankakanningini o. ø. Tí er tað neyðugt, at danir og føroyingar seta seg saman, og loysa trupulleikan. Sum eitt startskot kundi hetta verið gjørt millum danska og føroyska
Javnaðarflokkin og Radikala Vinstraflokkin aftan fyri seg. Poul Nyrup Rasmussen hevur boðað frá, at stjórnin vil hava nýtsluna niður, og fær hann ikki meiriluta fyri hesum, so útilokar hann ikki, at val verður [...] teir, ið vinna teir báðar fólkatingssessirnar. Í løtuni eru Edmund Joensen valdur fyri Sambandsflokkin og Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin. Tjóðveldisflokkurin hevði vanliga ta siðvenju, at hann ikki stillaði [...] síðani tá hevur flokkurin stillað upp. Við hetta valið varð Ellindur Patursson valdur á fólkatingting fyri Tjóðveldisflokkin, meðan Javnaðarflokkurin varðveitti hitt umboðið. Í 1975 var aftur fólkatingsval
og eingin fæst at koma. - Tað er fyri mær, sum eru teir fyrst komnir inn á Arbeiðsloysiskipanina vilja teir ikki úr henni aftur. Men eg skilji tað ikki, tí skipanin fyri útróðrrbátarnar er góð og má geva [...] fleiri fakfeløg arbeiðsávísingar, men tær vórðu niðurlagdar ein fyri og onnur eftir, ið tí grundgeving, at feløgini onga samsýning fingu fyri ómakin. Rógvi Reinert ivast tó í, at tað mundi vera einasta orsøk [...] verður brúkt aðrastaðni, og summastaðni verður karantenutíðin longri fyri hvørja ferð, eitt arbeiðsleyst fólk noktar at taka á seg eitt ávíst arbeiði. Ilt at gera við Niels Sørensen heldur tað sum er vera
nýtt skip fyri Trónd. Jógvan Adolf Johannesen, løgtingsmaður úr Sandoynni sigur, at fyri tí um flakavirkini í Sandoynni nú eru latin upp aftur, eru trupulleikarnir ikki av fyri tað. ?Dagin fyri, virkini [...] Adolf Johannesen sigur, at hetta ásannar landsstýrið eisini-partvís- nú tað legði uppskot fyri tingið um fíggjarlóg fyri næsta ár. ? Eg sigi partvís, tí væl ætlar landsstýrið at byggja skopunar Havn út - men [...] fiskavirking hevði slept Sandoynni gjørdi hann greitt á fundi í samgonguni fyri góðum tveimum árum síðani, at hann fór at leggja uppskot fyri tingið um at tað almenna skuldi lata stuðul, so at fiskaarbeiðið kundi
inn, at ein nýggjur skúli kann byggjast fyri tað sama fyri meturin, sum út- og umbyggingin kostar? Her er okkurt sum ikki ruggar rætt. Men nú val stendur fyri durum, verður tað neyvan hann, sum sleppur [...] sleingja um seg við tølum, sum púra onki hald er í, bara fyri at fáa projektið ígongd, vælvitandi, at er tað fyrst komið ígongd vendst ikki aftur, og tá ber til at koma fram við einari eykarokning fyri, og aðrari [...] herfyri takkaði rektarin á skúlanum landsstýrismanninum í skúlamálum fyri stórfingna gávu uppá 80 milliónir krónur. Og á fíggjarlógini fyri komandi ár, er peningur settur av at byrja uppá skúlan. 80 Milliónir
oyggjarbúgvar t.d. ikki eru áhugaðir at koma í bløðini. Í Bretlandi hinvegin, gera fólk alt tey eru ment, fyri júst at koma fram í fjølmiðlunum. Reint umhvørvi og grønari í Føroyum - Tað góða í Føroyum er, at [...] sigur Adrian. Hann kundi hugsað sær at fleiri ungfólk vitjaðu inn á gólvið, tí hann serliga hevur lagt seg eftir nútíðar hárseting klippisniðum og hárliting, sum hann fegin vildi kunnað viðskiftafólk um. L [...] lærutíðin øðrvísi enn her hjá okkum. Adrian helt, at hann lærdi meir við at arbeiða á hárgreiðslustovum. Fyri at læra annað fólkaslag og annað umhvørvi at kenna, fór hann bert 16 ára gamal til Gibraltar at arbeiða
til í Evropa at innflyta og apa seg eftir øllum tí, ið kemur úr USA, - eisini sovornum tvætli sum McDonald?s, Beverly Hills og Baywatch. Tíanverri er man vorðin bangin fyri, at harðnaði amerikanski rætturin [...] víðvíkjandi at tryggja mannarættindi í land-inum - samstundis sum manna-rættindi í USA eru avmarkaði fyri tey hvítu og ríku. Tað tykist harumframt verða heldur lættari at ávirka eitt land sum USA, heldur [...] einfald og uttan javnvág, sum tað er í tí amerikanska samfelagnum í dag. Tí er alneyðugt at byrgja fyri við brimgarði mótvegis ameri-kansku deyðsaldunum, og tí einfaldu trúnni á, hvussu sosialir trupulleikar
náttina fyri hann skuldi avrættast og lýsti soleiðis teir síðstu tímarnar hjá Terry. ?Hóast Terry var 25. ára gamal, tá ið hann doyði, tyktist hann sera barn-aktigur. Útsjóndin og hátt-urin hann bar seg at [...] at fyri fólki rundan um hann, tyktiskt fyri mær at vátta tað, ið kom fram við tí síðstu sálarligu metingini av honum: At hansara vitbýtis-tal (intelligent kvotient) var 70 - hetta javnsetti hann við eitt [...] byrjaði vinstra beini at ristast við ógvus-ligum, óstýrdum rørslum. Síðani gekk tað sera skjótt fyri seg. Eg fylgdi honum yvir í ?stólin? og tosaði so nógv við hann sum gjørligt. Tá ið hann hevði lisið
hevur staðið eitt slíkt skeið. Annað er, at tað er vanligt í Føroyum, at ungir dreingir royna seg fram fyri at finna fram til sítt framtíðarstarv. Tí er tað vanligt, at teir royna sjólívið eina tíð, áðrenn [...] fer til skips fyrstu ferð eftir 1. oktober 1997, skal hava staðið góðkent trygdarskeið, fer at forða fyri tilgongd av manning til fiskiflotan. Eitt er, at neyvan kann roknast við, at nakar av hesum longu [...] skips kostar í sær sjálvum rættuliga nógv í útgerð v.m. Skal krav um trygdarskeið setast teimum bert fyri at royna ein túr, fer hetta at verða ein heilt álvarsom forðing hjá ungfólki at royna sjólívið. Tí