mundið táið Pelé og Cruyff vóru uppi á døgum og kanska serliga Beckenbauer defineraði spælið av nýggjum. Liberoin – aftasti maðurin – stabiliteturin – strategurin - sum savnar upp og stingur út í kortið [...] nýggjum, fótaði sær væl og vegaði rás á øðrvísi stíggjum. Við sínum góða forstandi gekk leiðin niðan í Hoydalar, har Erik og Haraldsen og aðrar góðar kreftir royndu at temja hendan krappa og bráðræsna ungdómin [...] lagaliga løtu og brúktu hana til at skjóta eftir hvør øðrum í speisemi. Ikki tí, hann var sera áhugaður í føroyskum mentanarstrevi og starvi. Í Útvarpinum hevur hann í mong ár verið viðmerkjari og medkommentator
sum gekk í Nonnuskúla, skúlin lá so tætt upp at Rabarbukvarterinum, har tey búðu. So skjótt skúlin var av – ja longu í skúlaárunum, var Sunnvá von at taka hond í heima og at ansa børnum. Í Havn vóru altíð [...] altíð mammur einsamallar og máttu arbeiða út fyri at forsyrgja barninum. Og skjótt eftir at skúlin var farin aftur um, fór hon í H. N. Jacobsen Bókahandil. Hennara lívsstarv uttan fyri heimið var Bókahandilin [...] ð. Sunnvá var eisini í Róðrarfelagnum og í Ungmannadeildini, Losjuni. Í 1957 fór hon á húsarhaldsskúla í Haslev, tær vóru 14 úr Føroyum, og halda tær enn saman og hittast við millumbilum. Allar búsettust
fólk og at ávirka fjølmiðlar í USA. Hon gevur út bøkur, fløgur og filmar, framleiðir sjónvarpssendingar og dvd-ir, hon skipar fyri ráðstevnum og fundum og Ísraels-ferðum og eigur sjónvarps- og útvarpsstøðir [...] undir Gud og tvinga forsjónina til at gera eftir eins ynskjum. Tí virka hesi fólk nátt og dag við hamara og tong fyri at íbirta kríggj í Miðeystri. Tað, sum Gud ikki vil, skulu tey við makt og vold fremja [...] ymiskar samkomur og felagsskapir. Hon heldur til í USA og er kanska tann størsta og ríkasta rørslan í hesum landi. Hon framleiðir á hvørjum ári í milliónatali av bókum, fløgum, sjónbondum og filmum, har b
byggifelag og seinni til Kampsax í Iran at starvast og vinna til dagin og vegin - og ikki minst at berja lestrarskuldina av sær sum skjótast. Kirsten kom yvir til Iran og hansara eitt hálvt á seinni, og sambært [...] barna- og ungdómsbøkurnar um Høgna og Torkil í “Lognbrá” og “Fastatøkur” eftir Heðin Brú. Heini kom, meðan at hann las verkfrøði í Horsens, at kenna eina vakra gentu í vakra Skanderborg økinum, og hon hevur [...] skiparin, Viggo í Skúlanum, (pápi John og Árni Dam o.fl.) fekk nokk og bað tær anbefalla Heina í Harrans hendur og so sleppa sær eitt vist stað – ja, og tað langt vekk! Men í takksemi til henda teirra góða ly
blivu tey kend og seinni trúlovaði. Hon var ofta sjúk seinni, men Hans Andrias sveik ikki, og seinni blivu tey gift, vist í 1920. Stilt og friðarligt livdu tey saman, sum tey friðarligu og fínligu menniskju [...] Cooper, teknaðu og søgdu søgur. Tað var ein deilig tíð. So skifti vetur og summar. Tá sólin skein vóru við ofta yviri á Penaplássi (yviri við Strond) og sigldu við smáum bátum. Har lá “Kronborg” mitt [...] literaturi og øðrum, sum var Hans Andriasi dýrabart, og sum kanska kundi smílkast at hansara løgna atburði við hvørt, men sum rættleiddu og hjálpti honum í staðin fyri at snerkja at honum og forargast á
bæði vesturum og onkuntíð heilt á Norðhavið. Súsonnu’sa partur lá heldur ikki eftir. Á trøðni veltu tey korn, sum varð turkað í sornhúsinum, har Garðavegurin nú er. Epli og røtur vórðu velt, og hoyggið skuldi [...] donskum garði, og hesum útiferðum fekk hann nógv burturúr. Hann pløgdi akrar til korn og havra og brúkti eisini ross til at koyra til og úr bønum. Hann helt fram við at grundforbetra bøin, eins og faðir hansara [...] várfjallið var gingið, vaskaðu tey bæði ullina og turkaðu hana, nappaðu og sendu á spinnaríið, og tá tógvið kom aftur, bant hon hosur og troyggur til øll í húsinum og til sølu afturat. Ikki slepti hon tó vevinum
eitt nú tað at fanga og skera upp froskar. Arkádij er næmingur hjá Basárov og elskar og hávirðir sín mentor. Høvundurin letur Basárov og vinmann hansara rópa seg nihilistar, og eftir at skaldsøgan var útkomin [...] eintingum og óløntir fara í holt við klassikarar sum Augustin og tann romantiska og bleytlynta góðseigaran og yrkjaran, vinmannin hjá Flaubert og Pauline Viardot, fyrimyndina hjá Henry James og Joseph Conrad [...] eygum og ógvisligum keipum mana fram, í abstraktum og veruleikafjarum dreymamyndum, framtíðina hjá landi sínum. Og nú, eftir at hálv øld er liðin, er tann mest týðandi skaldsøgan hjá Turgenjev, og eitt
týdningarmikil spurningur, sum øll – eisini føroyingar – eiga at taka støðu til. Vilja vit í Føroyum vera partur av altjóða samfelagnum, og tora at hyggja upp á okkara grannar og fólk longri úti í heimi, mugu [...] Vestmanna og MEST Runavík. Høvuðsarbeiðsøkið umfatar at smíða, umbyggja og umvæla skip í Havn, á Skála og í Vestmanna. Á deildini í Runavík verður arbeitt við at framleiða vørur úr rustfríum stáli og tænastum [...] starvsfólkunum, og tá so hendan hugburðsbroyting er hend og sett í verk, skal nýggi arbeiðshátturin verða ein fastur partur av okkara fyritøku, soleiðis at minking í orkubrúki og arbeiði framímóti
hava so lítið av úrvali her heima og at prísirnir eru ov høgir, og at tað er ongin kapping um at selja. Løgtingið hevur givið Rúsuni einkarrætt at selja vín og brennivín. Og so er tað ikki loyvt at gera almennar [...] Tá ið vit fara út at eta í Føroyum, leita okkum á matstovu, sum fleiri og fleiri føroyingar eftir øllum at døma gera, og ikki minst ferðafólkini, ið leita sær hendan vegin, - so hava vit nakrar heilt serligar [...] okkum kanska í betri klæðir og eru spent, tá ið vit fara av húsum. Vit vilja undirhaldast og avbjóðast av sansaligum kynstri frá matstovuni. Vit vilja hoyra, síggja, lukta, kenna og smakka eina góða søgu. Ein
elder” og kann í okkara málnýtslu týðast til høvding. Hetta er eitt heiti, sum er arvað, og sum tí ikki gevur beinleiðis vald. Men tað skapar virðing og tign, og her er talan um mann við nógvum og drúgvum [...] tey, at eina viku eftir kemur hann í eina aðra á, og síðan aftur eina viku seinni í triðju ánna. Tað ræður um hjá hvørji familju at bjarga sær og sínum nóg mikið eftir 2-3 døgum eftir at fiskurin er komin [...] feitti koyrt omaná, og so aftur súreplamos aðru hvørja ferð, sum við eini lagkøku. Síðan verður berja- og súreplasaft stoytt omaná - og køkan er liðug. Hendan køkan gagnast og mettar væl og heldur sær allan