av Hanusi. Mentan og politikkur Undir heitinum íMentan og politikkur« fer Hanus Andreassen mikukvøldið at røða um skaldið og sakføraran Janus Djurhuus. Í fyrilesturinum verður roynt at lýsa J.H.O. Djurhuusar [...] Andreassen arbeitt við Janusi Djurhuus burturav og við tí í hyggju, at fáa eina samlaða mynd av hesum samansetta persóni. Og ikki kann sigast annað enn at ein sannur varði longu stendur eftir í føroyskari [...] áskoðanir um Føroya mentunarligu og politisku strembanir og um samspælið teirra millum. Hesi bæði ymisku fyribrigdi verða lýst hvør sær; fyrst Janusar føroyska mentunarhugtak og síðani støða hansara til eina
farið, og fimm minuttir seinni fekk ÍF javnað. Mariniak arbeiddi væl inni í brotsteiginum, og tað endaði við, at Bogi Nón spældi Egil Zachariasen púra leysan, og hann sveik ikki. Tá hevði ÍF havt gott tak [...] hótti, men B36-liðið er gott, og eftir útjavnandi málið megnaðu teir at yvirtaka aftur. ÍF-liðið var skert, tá tað kom til dystin. Høgni Hansen og Eyðálvur Petersen vóru leikbannaðir, og tíðliga í dystinum [...] sendingunum at rigga. Fuglfirðingar sóu, at tað bar til, og við eitt sindur av hepni kundu teir fingu meira burturúr hesa løtuna. Serliga Egil Zachariasen var vælspælandi, men ofta var tað tann seinasta
verið í øðrum dystum, og VB hevði lætt við at koyra sigurin heim. Sigurin bleiv kortini dýrur fyri vágbingar, tí bæði Eyðun Kjærbo og Milan Culjic fingu gult kort. Tað merkir, at teir báðir eru leikbannaðir [...] venjarin Krzystof Popczynski hevur eisini roynst sera væl sum spælari, og tað hevur havt við sær, at VB nú bert er tvey stig frá NSÍ og fjórða plássinum, sum í løtuni gevur atgongd til toto-kappingina, sum [...] liðini vóru skerd við tað, at Øssur Hansen var leikbannaður hjá toftamonnum, meðan Jón Pauli Olsen hjá VB eisini sat uttanfyri við trimum kortum. Men tað vísti seg rættiliga skjótt, at saknurin hjá B68 var
ið í endastøðuni, og tað er heldur ikki víst, at teir fara at gera tað í ár, men tað er avgjørt ikki ómøguligt. Tað er kortini ikki víst, at eitt møguligt triðja pláss til NSÍ fer at bera rætt til Europa [...] hevur fingið glið á, og KÍ, og við góða málmuninum hjá oddaliðnum í huga vil tað siga, at HB hevur ráð til at tapa tveir dystir og spæla ein javnan og alíkavæl vinna FM. Og tá skulu B36 og KÍ fáa fult hvørja [...] við sær. Tað ger tað bara, um tað fer at eydnast NSÍ at leggja B36 aftur um seg. Vinnur NSÍ triðja plássið, og B36 verður næstfremst og KÍ endar á fjórða plássi, so verður luturin hjá NSÍ at spæla í Intertoto
hvørja ferð at liva upp til, at teir eru ikki partur av spælinum, men at teirra setningur er at syrgja fyri, at leikur fer fram eftir ásettu reglunum. Men tað er samstundis ein sannroynd, at fatanirnar [...] krav uppá, at teir vita hvar og nær teir skulu døma, og tí er væl skiljandi, at dómarar verða settir fleiri vikuskifti í senn, men alíkavæl elvir hetta til umhugsan, tí tað vil siga, at tað fær ikki a [...] dómara, at hann vísir eitt avrik, sum ikki er í tráð við tað, væntað verður av dómarunum. Altso at teirra lutur er at sekta tað, sum skal sektast og annars syrgja fyri, at spælararnir sleppa at spæla, og
ímóti málinum, og eftir at Sunvard hevði hálvbjargað skotroyndini, eydnaðist tað Johannes Joensen at stinga tánna fram og pota bóltin í málið. Hetta tók fullkomiliga broddin av gøtumonnum, og síðstu minuttirnar [...] meiri ágrýtnari og høvdu bóltin mest. HB hevur, eftir úrslitini hetta vikuskifti, styrkt sær um oddasessin, og við sjey stiga leiðslu og bert fimm umførum eftir at leika verða teir truplir at fáa fatur á aftur [...] Millum ár og dag hava nógvir góðir dystir verið leiktir millum GÍ og HB, bæði í Serpigerði og í Gundadali. Dysturin sunnudagin varð heldur einki undantak uttan so, at tað hesaferð vóru havnarmenninir,
kortini metast sum eitt rættuliga gott úrslit, tí Lyngby vann næstseinast á útivølli móti Brøndby. Størri vónbrot var tað hjá Toda Jónsson og FCK, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál móti botnliðnum B93 [...] samanlagda felagnum, ið áður æt KB og B1903. Komandi sunnudag verður stórdystur í Parkini, tá Brøndby kemur at vitja FCK. Tað er langt síðani, at tað frættist, at flestu atgongumerkini til henda nýklassikaran [...] rimmar fastan. Tað hevur ljóðað, at Jens Martin Knudsen er stak væl fyri, og tað tykist, at áskoðararnir hjá Leiftri eru samdir í hesum. Í hvussu so er kjósaðu teir føroyska málverjan at vera besta mann
løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir um at fáa so stóra nyttu [...] gerast partaeigari, og tað er hugaligt, tí tað kostar at reka ungdómsarbeiðið og 1. lið, veit ein glaður og spentur HB formaður at siga. Hann vil ikki taka ímóti, tá vit royna at ynskja honum tillukku við [...] meistaraskapinum, at tað fer at tryggja HB grundarlag fyri títtum meistaraskapum í framtíðini. Millum áskoðararnar var Gunnar Mohr, formaður í HB. Vit fáa hann ikki at siga, at HB hevur vunnið FM, og hann vísir
í annað borðið og bóltin í hitt málhornið, og so tóktist tað bara vera ein spurningur, um tað fór at eydnast hjá sumbingum at halda tørn um javnleikin. Tað kom einki mál afturat, og tað kom sera illa við [...] miðvøllinum og í miðverjuna, Páll Magnar Kjærbæk og Marlon Kjærbo ? vóru brandar í miðverjuni. Mál og møguleikar Tað vóru bara átta minuttir farnir, tá TB fekk hol á og mót um, at hetta fór at laga seg. [...] Uppspælið í høgru var gott, og sendingin innfyri var neyv til ein púra leysan René Thomsen, sum hevði lætt við at skora. So vóru tvørámenn noyddir at spenna bogan høgt, og tað hevði spentar støður í báðum
við tí fyrra var, at spælarin, sum hevði bóltin, var ov seinur at leggja avleveringina, og so endaði tað ofta við rangstøðu. Hetta var galdandi báðar vegir, og tað sást til tíðir, at spælararnir vóru [...] hevði tá mestsum yvirtikið alt spælið. Tað lá líkasum í luftini, at FSV fór at fáa eitt mál og tað kom. Ein bóltur varð spældur út í vinstra borð og síðani lagdur inn fyri. Leirvíkingar fingu beint [...] ikki ivaðist, men smekkaði til.Og tað var bara væl gjørt, tí bólturin fleyg í kassan uttan at málmaðurin hevði nakran kjans at taka hann. Vágamenn yvirtóku nú alt spælið og trýstu leirvíkingar í botn, men