almennari síðu at sett pening av til at fyrireika vertskapin, tí tað fer sjálvandi at kosta nakrar milliónir krónur at fyrireika og skipa fyri leikinum. Vert er at leggja okkum í geyma, at bæði landskassin [...] gera greitt, at størsta ynski okkara er at kunna verða vertur fyri oyggjaleikirnar í nærmastu framtíð. Men tað krevur, at politiska baklandið stuðlar og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar [...] eisini til at stimbra onnur evnarík føroysk ítróttafólk við at bjóða teimum skeið av ymsum slagi og eitt umhvørvi, har tey verða eggjaði til at geva tað, sum skal til fyri at hava møguleika at koma eins
Smyrli havi eg einki meira at siga – tú mótprógvar tað heldur ikki – enn at høvuðsmistakið liggur hjá fíggjarmálaráðnum, sum ikki ger sína skyldu, nevniliga at játta verandi skiparum at blíva í starvinum til [...] um tað viðgerðina í flokkinum, annað enn, at hon tók drúgva tíð. Men flokkurin hevði væl valið ímillum at nokta at halda fram í landsstýrissamarbeiðinum ella at pjøssa sum frægast um arbeiðið seinastu vikurnar [...] hann dittaði sær at arbeiða fyri at hesin tunnil skuldi gerast. Eg eri ikki vitandi um, at KRIS skal missa sín stuðul, og tað vóni eg heldur ikki verður veruleiki. Eisini vóni eg, at ÍSB fær sín stuðul
íløgubanka er at lána pening á fíggjarmarknaðinum fyri at keypa og selja ognir og fyritøkur. Hetta merkir, at virksemið hjá íløgubankunum er serliga tengt at gjaldførinum á fíggjarmarknaðinum, og at bankin [...] politiskar loysnir. Man kann siga, at talan er um tveir ymiskar skúlar. Hinn fyrri er moral hazard-skúlin, sum sigur, at moralurin hevur størstan týdning, og at stjórnin ikki eigur at bjarga bankum, tí hetta einans [...] standa. Hitt sjónarmiðið er systemic risk, sum heldur, at við at lata bankarnar fara er vandin, at alt tað fíggjarliga systemið kann falla saman. Altso at bankarnir draga alt annað virksemi niður við sær –
boðað frá, at teir sum flokkar eru fyri at byggja nýggjan studentaskúla í skúladepli í Marknagili. Tað vóru vit fleiri lærarar sera fegnir um at hoyra. Í meir enn 30 ár havi eg upplivað, at pjøssað verður [...] umstøðurnar.” Hin byggilistar serkøni Gunnar Hoydal leggur afturat, at allir í nevndini vóru”bilsnir um, at tað hevði borið til at semjast og at koma so langt innan fyri ásetta tíðarkarmin og ernir um sjálvt [...] um nú tað vísti seg, at tað kortini hevði verið betri fyri Føroya Studentaskúla at sloppið at samstarva við hinar skúlarnar, ja hvat sigur John Johannesen so? ”Eru ynski seinni um at flyta skúlan í Depilin
Aksal Poulsen sigur, at orsøkin til, at ongin hevur verið í Stakkinum so leingi, er, at lundin minkaði og tí hildu teir seg ikki til at fara í fleiri ár. Og síðani bleiv tað bannað at draga lunda. Men í [...] fingu teir so loyvi til at fara í Tindastakk aftur at draga. Ójavnt búgvið Frásøgumaður okkara sigur, at hetta var í fyrra lagi, at teir fara í Tindastakk. ? Gamalt var ikki at fara fyrrenn fyrsta vikan [...] ferð í 15 ár Aksal Poulsen sigur, at hetta er fyrstu ferð í eini 15 ár, at sumbingar hava verið í Tindastakki. Orsøkin til, at teir fóru aftur í stakkin í ár, var fyri at røkja hann. ? Bjargarøktin hevur
politikarin úr Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, hevði heldur ikki nógv at bera teimum samkyndu. Hann verður endurgivin fyri at siga, at at tað er ein fýratrinsrakkett um tey samkyndu verða vard í revsilógini [...] Mortensen vísir eisini á, at teir løgtingslimir, sum stríðast ímóti víðkanini av revsilógini, royna at styrkja sína egnu støðu við at hevja seg sjálvi upp um hini. Hetta verður gjørt við at seta niður á tey, sum [...] ein ætlan at varðveita galdandi støðu, heldur Elin Mortensen. -Eg havi altíð verið av teirri áskoðan, at føroyingar vóru eitt mentað fólk. Eg vil tí frábiða mær, at vit fáa danskar lógir til at avgera, hvussu
er torført at liva av at vera sniðgevi hjá Eivør, men hon hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til. Serliga um hon fær onkrar aðrar kundar líknandi Eivør. ? Eivør er avbera góð at arbeiða fyri. Hon setir [...] ikki upplivað tað enn, at Eivør hevur sagt nei til at fara í nakað, sum hon hevur gjørt. Eivør sjálv gongur sera høgt uppí, at hon er føroyingur. Og tað roynir Svanhild altíð at fáa at skína fram í klæðunum [...] fyri tær báðar. Eivør, fyri at vita, hvussu kjólin at enda kom at síggja út, og fyri Svanhild fyri at vita, hvussu Eivør dámar. ? Hon hevur sum sagt enn ongantíð noktað at farið í nakað, sum eg havi gjørt
1 í Gøtu, var tað samstundis orsøkin til, at GÍ misti tvey stig. Tað kann í síðsta enda fara at vísa seg, at tað verður hesin stigamissurin, sum fer at gera, at GÍ ikki vinnur FM heitið og harvið ikki komandi [...] møguleikan ímóti einum oddaliði, tí tá skal GÍ vestur til Miðvágs. At B36 næstan brendi seg í Vágum eigur at hava við sær, at GÍ so at siga fer at binda um heilan fingur. [...] í dag fyri at spæla í Gundadali í kvøld. Tað vil siga, at teir missa ein hálvan arbeiðsdag, tí HB ferðalagið kom í Vágar leygardagin og ikki fríggjadagin, sum tað snilt átti at borið til at komið. Tað
spurningur, sum er verdur at kanna nærri: Hvar fer tann stóri upsin? Lagt verður aftrat, at í samband við gýtingina, er ikki sami fiskiskapur, sum tað plagdi at verða. Tað tykist sum, at upsin er meir spjaddur [...] benda greitt á, at náttúruumstøðurnar eru við okkum í løtuni. Fiskidaganevndin heldur nógv benda á, at viðrákið í náttúruumstøðunum, sum hevur verið seinastu 2-3 árini, hevur ført við sær, at fleiri av týðandi [...] vøkstri, og meta fiskimenn sum heild, at fiskurin er feitur, fiskastovnarnir eru betri fyri, og tilgongdin er hampilig ella góð. - Fiskimenn vísa á, at nógv meiri æti er at síggja nú enn undanfarin ár, og
-Eg helt at tá ið dysturin var liðugur fór eg bert at hava hug at eta pitsa og drekka øl, men hóast eg gaman í havi tann hugin, so er fremsta kenslan, at eg havi hug at venja meira, granska míni mistøk [...] ofta at dómarin valdi at steðga dystinum, so at hann endaði við sonevndum tekniskum knock-out. Luis Pellecer er venjari fyri Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu. Brasilskt jiu-jitsu er tiltikið fyri at geva røttu [...] Pellecer kortini. Har var eisini okkurt at fegnast um hjá honum. -Eg neyt at hava mínar liðfelagar, míni vinfólkt og føroysku familjuna at stuðla mær, og kanska kenni eg at eg sveik tey eitt sindur, tá ið mínar