Tingfólk vanvirða samkynd

Pervers. Ónaturlig. Syndarar. Hótta framtíðina í Føroyum. Tað eru ikki hissini lýsingarorð, sum tey samkyndu í Føroyum mugu leggja rygg til frá okkara løgtingslimum. Tað vísir ein kanning um støðuna hjá samkyndum í Føroyum, sum Elin Mortensen hevur gjørt á lærda háskúlanum í Lund.

Samkynd
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com

Er tað at vera samkyndur og at vera føroyingur ein óheppin samanrenning? Hetta er heitið á eini uppgávu, sum Elin Mortensen hevur gjørt á lærda háskúlanum í Lund. Elin Mortensen, sum lesur samfelagsfrøði, hevur kannað hvørja mynd føroysku løgtingslimirnir hava av samkyndum.
Við útgangsstøði í kjakinum í løgtinginum um at víðka revsilógina til eisini at verja samkynd fyri einum ári síðan, er niðurstøðan í uppgávuni, at ein stórur partur av føroyskum politikarum hava eina ómetaliga negativa, konservativa, fordómafulla og einoygda mynd av samkyndum. Uppgávan staðfestir, at tey samkyndu verða mett sum ein risa hóttan móti føroyska samfelagnum.
Løgtingslimirnir bera ótta fyri at fáa tey samkyndu innivist í revsilógini, og fara tey at máa grundarlagið undan føroyska samfelagnum. Tey føroysku virðini, hjúnarbandið, tað kristna grundarlagið og uppalingin av børnunum verður kastað fyri borð, skrivar Elin Mortensen í niðurstøðu síni.

Ruðuleiki
Uppgávan hjá Elini er fyrst og fremst bygd á grundgevingarnar hjá teimum løgtingslimum, sum atkvøddu ímóti uppskotinum um at víðka revsilógina fyri einum ári síðan. Flestu grundgevingarnar eru, at føroyska samfelagið rætt og slætt fer til grundar, um tey samkyndu verða vard móti mismuni. Løgtingslimir halda seg heldur ikki aftur við at mála ræðumyndir.
Eitt afturvendandi fyribrigdi í kjakinum er, at samkynd og heteroseksuell verða sett upp til at vera tveir mótpolar. Ja, næstan sum tveir partar sum stríðast. Heteroseksualitetur verður lýstur av løgtingslimum at vera natúrligur og grundarlagið fyri prokreatión, og samstundis karmurin fyri tí kristna hjúnarbandinum, sum tað er ásett í Halgubók. Homoseksualitetur er hinvegin perversur og ónaturligur.
-Teir veruligu arkitektarnir aftan fyri hetta hava eina ætlan, har eitt av høvuðsendamálunum er at fáa bláa stemplið frá samfelagnum um, at tað ónormala og perversa er heilt í fínasta lagi. Tað er tað hetta gongur út uppá, segði Egin Henriksen, varalimur Miðfloksins undir viðgerðini av lógaruppskotinum.
Royndi politikarin úr Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, hevði heldur ikki nógv at bera teimum samkyndu. Hann verður endurgivin fyri at siga, at at tað er ein fýratrinsrakkett um tey samkyndu verða vard í revsilógini. Úrslitið verður eitt sirkus av samkyndum prestum og ættleiðing, sum endar í einum ruðuleika við sundurlesing og børnum, sum veksa upp sum hvørkikyn.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen ber ótta fyri, at Føroyar enda sum Sodoma og Gomorra.
-Tað stendur um Sodoma, at tað var allur býurin […] sum var blivin samkyndur, og tað er millum annað tað, sum skriftin vísir á. Vit kunnu gita, at støðan var øðrvísi, tí tað virkar eitt sindur ógvusligt, tá tú lesur tað. Men eg fari ikki at seta meg sum dómara og siga við eini lóg, at har gjørdi Gud eitt mistak. Tað geri eg also ikki, segði tjóðveldistinglimurin undir umrøðuni.
Alfred Olsen ber eisini stórliga ótta fyri avleiðingunum.
-Vit eru ein kristin tjóð, vit hava bygt okkara land og fólk á tí kristnu læruna, sum hevur borið okkum uppi og givið okkum so nógv gott – eisini, at vit hava varðveitt okkara hjúnarband millum mann og kvinnu. Tá tey liva saman fáa tey børn saman í tryggum og góðum viðurskiftum, og tað vil eg varðveita. Eg vil tí mæla til at løgtingið atkvøður ímóti hesum uppskotinum, vóru orðini hjá næstformanninum í Sambandsflokkinum undir viðgerðini.

Hevja seg
Elin Mortensen vísir eisini á, at teir løgtingslimir, sum stríðast ímóti víðkanini av revsilógini, royna at styrkja sína egnu støðu við at hevja seg sjálvi upp um hini. Hetta verður gjørt við at seta niður á tey, sum stuðla teimum samkyndu. Tað trýtur heldur ikki við føgrum lýsingarorðum um føroyska samfelagið og hvussu væl øll hava tað. Hetta er ein ætlan at varðveita galdandi støðu, heldur Elin Mortensen.
-Eg havi altíð verið av teirri áskoðan, at føroyingar vóru eitt mentað fólk. Eg vil tí frábiða mær, at vit fáa danskar lógir til at avgera, hvussu vit skulu uppføra okkum yvir okkara medmenniskjum. Tað kunnu mentað fólk sjálvi finna út av, segði Egin Henriksen undir viðgerðini.
Varalimur Miðfloksins vísir eisini á, at í Føroyum skulu onnur virði ráða enn tey í okkara grannalondum. Millum linjurnar ber til at lesa, at støðan er hættislig í okkara grannalondum, tí tey hava valt at verja tey samkyndu.
-Hygg bara eftir støðuni í okkara grannatjóðum. Tað er ikki altíð rætt at fylgja øðrum. Tað modernaða menniskja vil altíð hava tað, onnur hava. Vit mugu vera á varðhaldi sum samfelag, og ansa eftir, hvørji virðir vit byggja okkara samfelag upp á.
Hóast tey samkyndu javnan hava víst á, at tey verða happað, so vísa løgtingslimir hesum uppáhaldi aftur. Hetta verður gjørt við at lýsa Føroyar sum eitt stað, har eingin er fyri mismuni.
-Vit eru ein kristin tjóð, og tí taka vit okkum væl av hvørjum øðrum. Tað er grundarlagið, og tí hava vit ikki tørv á lóggávu fyri at verja tey samkyndu móti mismuni, segði Alfred Olsen.
Tað verður eisini lagt nógv fyri at vísa aftur, at løgtingslimir hava nakað ímóti teimum samkyndu. Hetta er sambært Elini eisini ein háttur at hevja seg sjálvi upp um hini.
– Eg havi einki ímóti hesum fólkunum, men eg havi nakað ímóti teirri synd, ið tey draga inn í okkara land, helt Gerhard Lognberg fyri undir viðgerðini.
Jenis av Rana tekur synd í teimum samkyndu og vil hjálpa teimum.
-Bara 4-5 % av teimum samkyndu eru aktiv og militant. Tú hjálpir ikki teimum við at lurta eftir teimum militantu. Millum 80-95% ynskja at blíva frígjørd. Í teimum londum, har tú hjálpir teimum, eru tey fegin at blíva frelst frá tí, hevur Jenis av Rana sagt í Sosialinum.

Eitt møti
Elin Mortensen heldur, at stórur partur av kjakinum ber brá av, at tú ert til eitt kristiligt møti heldur enn til eitt kjak í løgtinginum.
Kjakið vísir greitt, at átrúnaður fyllir nógv hjá øllum politikarum – eisini teimum sum siga seg vera fyri at víðka lógina. Átrúnaðurin er snøgt sagt í miðdeplinum, og eingin politikari torir at standa uttanfyri. Sum víst omanfyri, so er tað serliga Bíblian og tann kristna trúgvin, sum er grundarlagið hjá teimum, sum eru ímóti.
Hinvegin er rættiliga áhugavert at leggja til merkis, at teir sum tala fyri at víðka revsilógina, ferð eftir ferð mugu grundgeva fyri, at teir eisini eru trúgvandi, tí annars verða teir alt fyri eitt ákærdir fyri ikki vera trúgvandi.
Ein týdningarmikil orsøk til hendan atburð frá teimum, sum vilja geva teimum samkyndu innivist í revsilógini er, at teir bera ótta fyri, at føroyski veljarin ikki fer at stuðla teimum, um teir siga seg ikki vera trúgvandi, skrivar Elin Mortensen.

Grønland og Føroyar
Í norðanlondum er tað bara Føroyar og Grønland sum ikki verja samkynd móti mismuni. Í komandi ári eru tað 20 ár síðan Danmark broytti revsilógina til eisini at umfata samkynd. Uppskotið um at víðka revsilógina hevur tvær reisur verið fyri í løgtinginum. Fyrstu ferð var í 1988, og tá var bara ein atkvøða fyri. 13. desember í fjør var aftur roynt og tá atkvøddu 20 løgtingslimir ímóti og 12 vóru fyri. Eftir tilburðirnar seinasta mánaðin hava Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal gjørt av at royna enn einaferð.


SITAT:
“Fyri at fáa eitt vanligt lív flutti eg úr Føroyum. Føroyar eru ikki eitt stað fyri samkynd, og tí er mítt ráð til øll samkynd: Flytið úr Føroyum!”
Fróði Holm Knudsen, Formaðurin í Friðarboðanum, Sosialurin 14. desember 2005

-Um ein barnagarður ella ein skúli hevur ein samkyndan ella pedofilan pedagog til at taka sær av børnunum, so verða børnini útsett fyri rangari ávirkan heldur enn einum sunnum og skilagóðum vitnisburði frá Gudi um, at tað seksuella hoyrir heima í hjúnarbandi millum mann og kvinnu
Mogens Thilsted Christensen, Hvalvíksprestur, Dimmalætting 23. desember 2005

-Teir veruligu arkitektarnir aftanfyri hetta hava eina ætlan, har eitt av høvuðsendamálunum er at fáa bláa stemplið frá samfelagnum um, at tað ónormala og perversa er heilt í fínasta lagi. Tað er tað hetta gongur út uppá.
Egin Henriksen, varalimur Miðfloksins undir løgtingsumrøðuni

-Vit eru ein kristin tjóð, og tí taka vit okkum væl av hvørjum øðrum. Tað er grundarlagið, og tí hava vit ikki tørv á lóggávu fyri at verja tey samkyndu móti mismuni.
Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, Sosialurin 18.november 2005.

-Eg havi einki ímóti hesum fólkunum, men eg havi nakað ímóti teirri synd tey draga inn okkara land
Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, Dimmalætting 24. august 2005

-Bara 4-5 av teimum samkyndu eru aktiv og militant. Tú hjálpir teimum ikki við at lurta eftir teimum militantu. Umleið 80-95 % ynskja at gerast frígjørd. Í teimum londum, har tú hjálpir teimum, eru tey glað at blíva frelst frá tí.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, Sosialurin 18.november 2005.

”[…]Bíblian er greið á hesum økinum[…]Eg havi einki val. Eg kann ikki atkvøða fyri hesum. Tað er ikki tí at eg ikki eri góð við hesi fólkini, tí tað eri eg, men tað skrivaða orð sum tvingar meg,
Karsten Hansen, Tjóðveldisflokkurin, undir løgtingsumrøðuni.

-Tey komu á banan í august mánaði, og tá hildu tey seg ikki aftur við at siga sína hugsan, og tað hava tey eisini rætt til. Tað mást tú bara góðtaka, men hartil at hjálpa teimum við eini lóg, tað verður ikki við mínari hjálp.
Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, undir løgtingsumrøðuni.

-Hygg bara eftir støðuni í okkara grannatjóðum Tað er ikki altíð rætt at fylgja øðrum. Tað modernaða menniskja vil altíð hava tað, onnur hava. Vit mugu vera á varðhaldi sum samfelag, og ansa eftir, hvørji virðir vit byggja okkara samfelag upp á.
Egin Henriksen, Miðflokkurin, undir løgtingsumrøðuni.

-Tað er ikki eitt natúrligt lív, at kvinna livir við kvinnu og maður við manni. Hetta er ein roynd at gera tað ónaturliga natúrligt.
Heðin Zacharisen, Fólkaflokkurin, Sosialurin 18. november 2005

-Tað stívna, tann fruktleysa samveran millum tvey fólk, er ein avnoktan av upprunaligu kristnu familjuni. Tað er ein avnoktan av hjúnarbandinum, sum ramma fyri “prokreation”, fyri at seta børn í heimin. So lat markið vera her.
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin, undir løgtingskjakinum