millum kom í lag, tá tey gingu í fjórða flokki, tá flokkarnir báðir byrjaðu at skriva saman í samband við eina verkætlan, sum tann svenski flokkurin var farin í holt við. Síðani hevur flokkurin í Svøríki [...] komin higar at vitja sætta flokk í Leirvíkar skúla. Orsøkin til, at tey bert eru tíggju í tali er, at í Andersløv ganga fimti og sætti flokkur saman, men einans tey í sætta flokki eru komin til Føroya [...] vóru komin til Havnar at bowla. Bjørg Wiberg er mamma at einum drongi í svenska flokkinum. Hon hevur búð í Svøríki síðani miðskeiðis í áttatiárunum, og hon sigur, at børnini eru avbera fegin um henda túrin
LÍF og B36 vera neyvan tey liðini, sum fara at liggja í oddinum í 2. deild í ár. LÍF liggur miðskeiðis í stigatalvuni við tíggju stigum beint aftanfyri hini oddaliðini, meðan B36 er triðniðast við seks [...] Útiliðið fekk brotsspark, eftir at dómarin metti, at ein verjuleikari hjá LÍF hevði hildið í einum B36-ara inni í brotsteiginum. Bárður Mortansson varð settur at skjóta, men hann skotið fór omanfyri málið [...] at liggja stillur. B36 framum Eftir steðgin fekk Bárður Mortansson tó eitt mál. B36 breyt ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin varð lagdur tvørturum brotsteigin, har ein púra leysur Bárður lættliga kundi
borgarstjóri, Tórhild Bjarkhamar, varaborgarstjóri. Í fíggjarnevndini sita: Sjúrður Eliasen, formaður, Poul Andrias Joensen og Guðrið Lava Olsen. Í teknisku nevnd sita: Poul Andrias Joensen, formaður, [...] Joen Magnus Rasmussen og Tummas Justinussen. Í trivnaðarnevndini sita: Tórhild Bjarkhamar, formaður, Guðrið Lava Olsen og Randi í Jógvanstovu.
sum eru við í stríðnum um uppflyting. Tað hevur verið roknað við, at teir aftur í ár skuldu vera í tí bólkinum, men úrslitini higartil boða ikki frá oddastríði. Eftir tapið í Fuglafirði í fyrsta umfarinum [...] tóktist tað, at LÍF var varðið í útgangsstøðuni og dúvaði upp á snarálopsmøguleikar. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. Bergur Djurhuus hjá NSÍ kom leysur í vinstru í 1. hálvleiki. Møguleikin at skjóta [...] LÍF góða roynd sum var bjargað á strikuni. Í 2. hálvleiki var LÍF greitt omaná, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Fróði Jóannesarson kom inn á liðið hjá NSÍ í 2. hálvleiki, og tað var um reppið, at hann
soleiðis, at móttøkusambandið ikki riggaði, men nú hava menn verið uppi á Brúnaskarði og fingið gongd í aftur, sigur Petur Zachariassen, stjóri á FM1.
einum sálmi. Kirkjugarðurin bleiv víðkaður mitt í 80-unum. Tað leggjast 10-12 nýggjar gravir afturat um árið, og tí varð aftur neyðugt við eini víðkan. Í fyrsta umfari eru 340 nýggj gravpláss, seinni ber
Í samband við, hjá Jóannes Joensen hevur fingið kosið ársins útvarpshitt, verður hátíðarhald fyri honum mikudagin klokkan 17, og hátíðarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Jóannes Joensen fer [...] stuðlað honum í tilgongdini. Í Eysturkommunu vísa tey á, at tilsamans komu 10.420 atkvøður inn, sum svarar til, at Jóannes átti heili 27 proset av innkomnu atkvøðunum. - Sambært samrøðuni í Góðan morgun [...] ikki bert hevur vunnið ógvuliga greitt, men hevur megnað at fingið met við 2.864 atkvøðum, siga tey í Eysturkommunu. Lagt verður aftrat, at Jóannes Joensen ígjgønum nógv ár hevur verið virkin tónleikari
Løgreglan fekk kortini ikki fatur á viðkomandi. Annars sigur vaktleiðarin, at tað var friðarligt í býnum í Havn í nátt. Okkurt upptrekk var til ófrið uttan fyri Sirkus, men tað vóru fólk, ið deildust, og tað [...] tað bleiv ikki til bardaga, og tí var eingin sak burtur úr tí, sigur vaktleiðarin á polititstøðini í Havn.
meg um íbúgvar her um leiðir í Norðuroyum í mínum egnu barna- og uppvakstrarárum. Hetta var tá í fimti- og sekstiárunum, ta tíð tað ikki gekst búskaparliga bara væl aðrastaðni í Føroyum. Her um leiðir var [...] norðring – ella sum nú í framkomnum aldri plagi at kalla meg: ”gamal klaksvíkingur í Havn”. So fast situr enn tað tilknýtið í míni persónsmensku. So er tað spurningurin, hvat í gerandislívi Norðoya er [...] tað, góða Karin í Grótinum, eins og tú eisini hjálpti mær , tá vit í síni tíð saman studeraðu látín upp undir framhaldslestur, og eg mangan fløktist í ablativum og dupultum ablativum í látínsku gramatikkini
Landið longu í dag brúkar á Suðuroyar- og Sandoyarleiðini og sum Landið í næstu framtíð skal til at brúka á Suðuroyarleiðini. Brúkaragjøld og lægri prísir Verandi brúkaragjøld í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum [...] pendlar til arbeiðis í Havn, so er tunnilsgjaldið 5,50 kr. aftur og fram). Í Eysturoyartunlinum bendir tað á, at prísurin – 150 kr. aftur og fram – er í hægra lagi; ferðslan er í øllum førum ikki tað, [...] fáa Føroyar eitt vegakervið í heimsklassa, har 99% av føroyingum skjótt og lætt kunnu ferðast kring alt landið. Hetta er eitt av heilt týðandi vælferðarframstigunum í Føroyum í nýggjari tíð – og vælferðartilboð