Svensk børn vitja flokk í Leirvík

Týsdagin komu tveir sættu flokkar á vitjan á Sosialinum á Argjum. Annar flokkurin kom úr Leirvík, og hin kom heilt úr Andersløv í Svøríki

Tann svenski flokkurin, sum telur tíggju børn, eru komin higar at vitja sætta flokk í Leirvíkar skúla. Orsøkin til, at tey bert eru tíggju í tali er, at í Andersløv ganga fimti og sætti flokkur saman, men einans tey í sætta flokki eru komin til Føroya.
Sambandið teirra millum kom í lag, tá tey gingu í fjórða flokki, tá flokkarnir báðir byrjaðu at skriva saman í samband við eina verkætlan, sum tann svenski flokkurin var farin í holt við. Síðani hevur flokkurin í Svøríki gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at savna pening inn til at koma hendanvegin á vitjan.
Tey komu til Føroya fríggjadagin í síðstu viku, og tey hava verið nógva staðni. Millum annað vóru tey til kappróður á norðoyastevnu, tey hava eisini verið á Viðareiði, undir Vestmannabjørgunum og týsdagin løgdu tey so leiðina fram við Sosialinum, tá tey vóru komin til Havnar at bowla.
Bjørg Wiberg er mamma at einum drongi í svenska flokkinum. Hon hevur búð í Svøríki síðani miðskeiðis í áttatiárunum, og hon sigur, at børnini eru avbera fegin um henda túrin. Tey lata væl at og siga, at tey hava upplivað nógv spennandi. Ongin av sviunum hevði verið í Føroyum frammanundan.
? Fleiri av teimum høvdu ongantíð flogið áður, so bara tað í sjálvum sær var eitt stórt upplivilsi fyri fleiri av teimum, greiðir hon frá.
Tað eru trý vaksin við í ferðalagnum. Tveir lærarar og so Bjørg sum foreldur.
Tey ætla sær at leggja leiðina aftur til Klaksvíkar, tí tað var so ófantaligt veður norðoyastevnuaftan.
? Vit fingu ikki so nógv burturúr leygardagin, tí tað regnaði so illa, so vit hava gjørt av at fara ein túr afturat til Klaksvíkar. Tað verður helst hósdagin, sigur Bjørg Wiberg.
Eisini er onkur fjalltúrur á skránni. Fríggjakvøldið skipa leirvíkingarnar so fyri eini kvøldsetu fyri sviunum, og so gongur leiðin heimaftur til Svøríkis leygardagin.