Javnt í Leirvík

LÍF og B36 fingu eitt stig í part burturúr landskappingardystinum sínámillum leygardagin. LÍF hevði fleiri málmøguleikar, men B36-ararnir munnu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast um leiðsluna, tí útjavnandi málið fall so seint

LÍF og B36 vera neyvan tey liðini, sum fara at liggja í oddinum í 2. deild í ár. LÍF liggur miðskeiðis í stigatalvuni við tíggju stigum beint aftanfyri hini oddaliðini, meðan B36 er triðniðast við seks stigum eftir hetta umfarið.
Tað var LÍF, sum fekk betri byrjan, og tað var um reppið, at pólverjin Tomek Przybylski legði LÍF framum. B36 verjan fekk ikki ruddað burtur, og bólturin datt fyri føturnar á Tomek, sum langaði til, men bólturin brast á tvørstongina, og vandin var av á hesum sinni.
Løtu seinni hevði B36 ein gyltan møguleika at leggja seg framum. Útiliðið fekk brotsspark, eftir at dómarin metti, at ein verjuleikari hjá LÍF hevði hildið í einum B36-ara inni í brotsteiginum.
Bárður Mortansson varð settur at skjóta, men hann skotið fór omanfyri málið. Nógvur vindur var tvørturum vøllin leygardagin, og hetta darvaði spælinum sera nógv. Tá brotssparkið skuldi skjótast, var neyðugt at leggja steinar undir bóltin, tí hann fekst ikki at liggja stillur.

B36 framum
Eftir steðgin fekk Bárður Mortansson tó eitt mál. B36 breyt ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin varð lagdur tvørturum brotsteigin, har ein púra leysur Bárður lættliga kundi skora.
LÍF sendi eftir hetta fleiri fólk fram á vøllin og royndi at leggja trýst á B36-málið. Hetta eydnaðist, men tað gekk striltið við at fáa mál. Fleiri vandamiklar støður spurdust burturúr, men B36-verjan fekk altíð ruddað burtur onkursvegna.
Tað sá tí út til, at B36 skuldi fáa trý kærkomin stig heim við sær, men móti endanum av dystinum eydnaðist tað LÍF at javna.
Símun Waag Høgnesen sendi ein høgan bólt inn í málteigin, og fleiri mans bardust um bóltin. Endin var, at Magni Høgnesen hevði seinasta fótin á bóltinum, sum sníkti seg innum málstrikuna.
Nevnast skal, at hetta var tann árligi LÍF-dagurin við fleiri tiltøkum á vøllinum, og hesin dysturin var tí eisini steypadystur. Tað skuldi tí avgerast við brotsspørkum, hvør skuldi hava steypið og gullkrónurnar. Eftir at hava skotið sjey brotsspørk í part, vann B36 brotssparkskappingina.

LÍF-B36 1-1 (0-0)
0-1: Bárður Mortansson
1-1: Magni Høgnesen