Pakistan, men hóast hetta er ikki vist at umstøðurnar gerat betur. Vaktirnar við markið mugu ofta mutrast, ring er at sleppa til flóttafólka legurnar og á legunum er ofta ringt skil. Tað er ikki nóg mikið av mati [...] fyrilit skal verða tikið tá talan er um børn. Pakistan setti ST sáttmálan um rættindi hjá børnum í gildi 1990, men tað er greitt at landið ikki livur upp til hetta tá talan er um Afgansk flóttarbørn. Bræv at [...] ólógliga at uppihalda sær í landinum. Tey skulu fáa samleikaprógv ella pass. Hetta kostar nógv, í hvussu er meir enn ein flóttafamilja megnar at gjalda. Børn gerast ofta høvuðsmálið hjá løgregluni, tí teir vita
Áki, sum eftir mínum tykki er ein sera nærlagdur og dugnaligur blaðmaður, endurgav meg fyri at siga, at politikarar høvdu ligið Fiskavirking eftir lívinum. Her er tíverri onkur misskiling íkomin, tí eg [...] fiskakeyparum í mest møguligan mun. Tí er tað púrasta burturvið at vænta at Føroya Fiskavirking fer at seta virkir ístand fyri síðani at selja tey aftaná. Tá er tað meiri nærliggjandi at vænta, at teir [...] virki í stand, fyri síðan at kunna staðfesta at hetta virkið er ført fyri at viðgera allan tann fisk sum Fiskavirking kann fáa fatur á, og hetta er tann loysnin, ið gevur mest pening í kassan hjá fyritøkuni
ið er farið undir álvarslig sparitiltøk fyri at fáa játtina í ár at halda. Og sparingin kemur so eisini at raka teir umleið 10 langtíðarsjúklingarnar, sum búgva á pensjónatinum. Tí fyri at spara er gjørt [...] heldur enn at fara eftir teimum, sum hava brúkt pengarnar, er hetta tann sama, gamla søgan umaftur: Tá ið sparast skal, verður lopið á, har garðurin er lægstur. Tað verður lopið á tey, sum ikki formáa sær at [...] Næstformaðurin í Sinnisbata heldur avgjørt, at tað er eitt mistak, at pensjónatið hoyrir undir sjúkrahúsið. Tað skuldi tað ikki gjørt, tí talan er ikk um sjúklingar sum so. Og tá ið tey ferð eftir
brá av at vera hansara serøki. Her er ikki rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla saman, fyri hvørjum øðrum og seg sjálvan, men tað er skilligt, at teir hugna sær. Vit [...] ikki møguleika fyri her í Føroyum. Einasta jazztiltak, sum finst, er festivalurin, og hann er longu farin framvið. Nærmasta vit kunnu koma nøkrum sum líkist einum stað at spæla, er Café Natúr, men har [...] so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa á pallinum. Okkurt gott er eisini
violinum til smábørn og ung. Her var hugsað um nýggju undirvísingarskipanina Suzuki, sum nú hevur fingið fótin fastan her heima eisini. Sambart viðtøkunum fyri grunnin er endamálið at útvega og umsita [...] bygd og í býi, er ikki at taka seg aftur í. Ein afturvendandi trupulleiki er ljóðførisspurning-urin. Lokalu musikkskúlarnir hava í hesum fingið eyka játtan frá sínum kommunum til tað, sum er alneyðugt, h [...] mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið hart rakt av kreppuni, sum hevur verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið og tey ungu
Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella í [...] herfyri vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] rnir undir at gera parkeringsplássið liðugt, sigur Jens. Og her leggur leiðarin á Sjómansheiminum, Eirný Ásgeirsdóttir, afturat, at Jens er kanska nakað »beskeðin«, tí hansara partur liggur sanniliga ikki
Árni Brattaberg púra onki av, tí tað er ongin, sum ger nakað við føroyska ull, sum er. Hvussu kann tað vera kappingaravlagandi, táið ongin virkar føroyska ull sum er, spyr hann. Árni Brattaberg sigur, [...] Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum á Gørðinum, har ullavirkið er. Spinnari er komin úr Danmark at standa fyri, men afturat honum fara fýra fólk at arbeiða á ullavirkinum. [...] leggur hann afturat. Hann heldur, at skal hetta tiltakið eydnast, er avgjørt neyðugt at prísurin hækkar heilt fitt sum frálíður. Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru
december mánaða, verður hugt at, hvat vunnið er frá november og seks mánaðar aftur. Nú er tað soleiðis, at óvæntaðir tvørleikar kunnu stinga seg upp. Og har er, eftir uppskotinum, møguligt at gera undantøk [...] undantøk í hesi útrokning. Til dømis um talan er um sjúku ella maskinskaða. Men ikki, um eingin inntøka er orsakað av veðri. Tó ætlar landsstýrismaðurin, at slík undantøk bara kunnu gerast upp til tvær ferðir [...] at fyri hvørja vunna krónu, ein útróðrarmaður fær, skulu 50 oyru takast av minstavinninginum. Og her er talan um alt. Ikki bara inntøku av útróðri, men eisini, um maður arbeiðir sum til dømis vikarur,
helt, tí vegurin er hækkaður nógv, men ikki autoverjan, so hon stigur nú bara eitt lítið petti um um vegin. Tað var eisini heppið, at tey ikki vóru komin eitt sindur longur suður, tí har er høgt niðurfyri [...] eingin hevði fingið nakran skaða av týdningi. Eina pentu og tvær fingu nøkur, og øll sluppu heim aftur. Her var ikki talan um rúsdrekkakoyring. Tað var bara so hált. Fleiri onnur hálkuóhapp vóru um vikuskiftið
fólksins undirtøku, ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku [...] øðrum flokkum, og mær tykir, at tað júst er endamálið. Teir vilja innast inni ikki hava, at nakað stórvegis hendir, tí annars er stevna teirra burtur. Loysing her og nú vil føra til anarki og eitt risaafturstig [...] vit um, at tað nú ikki longur er ein spurningur um samband ella loysing, men at dagsskráin hevur fingið eitt nýtt og munandi meira meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit