vísir seg, at okkurt ikki gongur, sum tey hava hugsað sær tað? Fara tey at minnast Job og vænta, at eins og honum gekk væl at enda, fer eisini teimum sjálvum at ganga? Ella fara kanska onkrar veikar sálir [...] Nabb leygarkvøldið. Og tað segði mær lítið. Tað tóktist, sum mestur dentur varð lagdur á at siga fólki, hvussu stuttligt og skemtiligt tað var at verða vaktur av Heilaga andanum. Tað var eitt sjáldsamt [...] tyktist gerast betri og betri, sum frá leið, og at enda var tað bara heilt góður stemningur. Bønin frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin
slur at verða. Fólk fáa ymiskt at hoyra. Dynamitt fer at framføra, eins og Magni Christiansen fer at syngja gospelsangir. Men nú er hetta ikki bara ein stevna fyri tey, sum hava hug at hyggja at flottum [...] Stevnan varð tikin upp aftur í 1992. Og hendan, sum verður nú í heyst, er onnur stevnan í ár. Ein var í apríl mánaða, og hon gekk soleiðis, at grundarlag tykist vera fyri at halda fram, sigur Kristmund Kunoy [...] klokkan 15. Tað verður Klæmint Olsen, býráðslimur í Havn, sum fer at seta stevnuna. Hetta verður á samkomu fyri framsýnarum og øðrum innbodnum. Klokkan 16 verður latið upp fyri almenninginum, og opið verður
nú er mest sannlíkt, at tað verða brúkt framleiðsluskip heldur enn oljupallar. Og verða stórar nøgdir av olju funnar, so eru vit eisini meinlík á tann hátt, at henda vinna fer at hava ómetaliga stóra ávirkan [...] Eingin ivi er um, at royndirnar hjá falklandsoyggjabúgvum kunnu verða áhugaverdar hjá okkum føroyingum at hyggja nærri at. Td. hvussu teir hava borið seg at við 1. útbjóðingini, og hvat teir hava í kvittanum [...] nar í suðuratlantshavi. Tað er greitt, at eins og føroyingar fylgja við útviklinginum á Falklandsoyggjunum, so fylgja íbúgvararnir har eisinivæl við , hvussu vit bera okkum at á hesum nýggja økinum. Hóast
Hvíta økinum og komandi føroyskum øki sigur hann, at tað enn er óvist, hvør skipan fer at vera í økinum fyri bæði móttøku, framleiðslu og flutningi av olju og gassi. Her kann koma at vera alt frá føstum [...] útbúgving í ídnaðinum og um komandi útbjóðingarumfarið. -Vit eru komnir til Føroya fyri at hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella siga, [...] kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst ikki. Vit vilja tvørturímóti sleppa at arbeiða víðari
sum sett varð at gera uppskot til samráðingar við ES, var mannað við ov nógvum monnum. Og tað má hon ikki vera, tí tað er ikki loyvt, sigur Javnstøðulógin. So har var ikki annað at gera enn at blaka nakrar
Framtaksgrunnin og Fiskavirking, men sum kortini als einki hevði upp á seg. ? Tað er umráðandi, at politikararnir ikki sleppa at býta út av grunninum, og tað er einki garanti fyri, at tað fer at ganga betur [...] krav upp á at slík loysn verður funnin. Men alt tað verður nú latið yvir til løgtingið og andstøðuna at taka støðu til, vísti Jóannes Eidesgaard á, og legði afturat, at landsstýrið megnar ikki at finna politiska [...] ávirkan, vísti hann á. Men at fara at viðgera nevndarlimirnar, tað helt hann vera burtur við. ? At fara at skifta teir út við aðrar persónar, sum dansa eftir ávísum politiskum pípum, tað er eingin loysn, vísti
munnliga um Rekling, og at FNC sigur seg ikki verða kunnaðan. Her er pástandur móti pástandi, og tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur, at próvbyrðan er í danska [...] teimum upplýsingunum, sum eru komnir fram. - Tað haldi er vera ógvuliga óheppið, tí niðurstøðan kann fyri tað vera skilagóð, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur ikki, at føroyingar skulu geva skarvin yvir, áðrenn [...] um var óheftur og einki hevði við Den Danske Bank at gera. Michael Rekling var sjálvsagt ikki nevndur, av tí at hann als ikki var komin inn í myndina tá. - Sum rættarnevndarformaður og politikari havi
Landsstýrið ætlar sær at vera loyalt móti komandi landsstýrissamongu og ætlar at lata landsins fíggjarviðurskifti yvir til kolmandi landsstýrissamgongu í so góðum standi, sum tað nú einaferð ber til aftan [...] er afturvunnin. Nú toska- og hýsustovnarnir eru komnir fyri seg, sæst ein greiðari mynd av, hvussu stórt tað tilfeingi og tann fíggjarorka er, sum føroyska samfelagið hevur at liva av. Hetta valskeiðið [...] sigur, at henda samgonga setti sær fyri at gera sparingar á teimum lógarbundnu útreiðslunum. Fólkatalsframskrivingar vísa, at talið av pensiónistum veksur 40% yvir næstu 20 árini. Útrokningar vísa, at útr
eru sinnaðir at halda fram við honum sum venjara, hava vit avgjørt, at samstarvið heldur fram. Hin jugoslavin, sum er í felagnum nú, heldur ikki fram. Zoran Mancic, sum hevur víst seg at vera frálíkur miðvallari [...] Milan Milanovic, og hann heldur fram sum venjari hjá okkum næsta ár eisini, sigur Petur Ludvig, sum er formaður í Vágs Bóltfelag. Vit eru nøgdir við tað, sum Milan hevur avrikað, og tá spælararnir eisini [...] áðrenn hann er farin avstað. VB hevur í tvey ár verið við í oddinum í 1. deild, men aftur í ár sær tað út til at heiðursmerkini fara til onnur feløg, hóast VB hevur verið heilt frammi meginpartin av árinum.
liggur nakað syðri og sum verður mett at vera eitt stórt olju- og gassfund. Síðani er tað Suilven, sum liggur nakað norðari og so tætt Hvíta økinum, at bretar hava tikið tað óvanliga stigið at designera part [...] Hvíta økinum fyri at fáa fatur á øllum goymslunum í Suilven-fundinum og møguliga øðrum feltum nærhendis. Tað eru teir, sum halda, at bæði Conival og Suilven ganga inn á tað Hvíta økið og møguliga eru partur [...] ikki vera. Jarðløgini og goymslurnar vóru soleiðis háttaðar, at tað var ikki gjørligt við táverandi tøknifrøði at taka oljuna upp. Haraftrat var talan um eitt slag av tungolju. Úrslitið varð, at hesin