fyrrverandi borgarstjóranum í Klaksvík, umframt at John William Joensen eisini helt eina røðu vegna KÍ. Seinni varð farið út í tún, har kvinnurnar kundu eygleiða stórsligið fýrverk.
KÍ fekk flúgvandi byrjan í seinasta dystinum í bólkaspælinum í Champions League, sum verður spælt í Makedonia í hesum døgum. KÍ spælir ímóti makedonsku vertunum Tikvesanka í dag, og í fyrra hálvleiki skoraði [...] skoraði KÍ trý mál. Rannvá Andreasen skoraði til 1-0 og 2-0, og Sofía Purkhús økti upp í 3-0. Men í seinna hálvleiki stóð meira á hjá KÍ eina góða løtu. Tikvesanka svaraði aftur við tveimum málum. Men [...] skoraði til 4-2 til KÍ var sigurin tryggjaður. Bæði liðini fingu ein spælara útvístan. Tá 18 minuttir vóru eftir, var ein hjá Tikvesanka útvíst, og 10 minuttir fyri tíð fekk Ása Thomsen hjá KÍ reyða kortið.