Umframt døgurðan, so var eisini talan um eitt høvi hjá býráðnum at løna kvinnunum eitt sindur aftur, og varð hetta gjørt við einum kekki á 5.000 krónur, sum Jógvan Skorðheim, formaður í mentanarnevndini og varaborgarstjóri, handaði.
Hartil vórðu røður hildnar av bæði verandi og fyrrverandi borgarstjóranum í Klaksvík, umframt at John William Joensen eisini helt eina røðu vegna KÍ.
Seinni varð farið út í tún, har kvinnurnar kundu eygleiða stórsligið fýrverk.










