KÍ fekk flúgvandi byrjan í seinasta dystinum í bólkaspælinum í Champions League, sum verður spælt í Makedonia í hesum døgum.
KÍ spælir ímóti makedonsku vertunum Tikvesanka í dag, og í fyrra hálvleiki skoraði KÍ trý mál. Rannvá Andreasen skoraði til 1-0 og 2-0, og Sofía Purkhús økti upp í 3-0.
Men í seinna hálvleiki stóð meira á hjá KÍ eina góða løtu. Tikvesanka svaraði aftur við tveimum málum. Men tá Malena Josephsen skoraði til 4-2 til KÍ var sigurin tryggjaður.
Bæði liðini fingu ein spælara útvístan. Tá 18 minuttir vóru eftir, var ein hjá Tikvesanka útvíst, og 10 minuttir fyri tíð fekk Ása Thomsen hjá KÍ reyða kortið.
Áður hava KÍ kvinnurnar spælt ímóti fronsku og bulgarsku meistarunum og tapt tepurt.
KÍ kvinnurnar eru nú lidnar at spæla í Makedonia og koma heimaftur í morgin.










