hvør sína helvt í skipinum, sum í framtíðini fer at sigla cruiseferðir í Carabiska havinum, Meðalhavinum og vónandi eisini í Norðuratlantshavinum. Enchantment of the Seas fær eitt systurskip í komandi ár og [...] prísurin. Í kjalarvørri víkinga ?Enchantment of the Seas? er spildurnýtt ferðamannaskip og á síni jomfrúferð. Tað er bygt í Helsinki í Finlandi og tók tað tvey ár at byggja skipið. Tað hevur verið í Meðalhavinum [...] vitja henda vegin. Í fjør vóru ikki færri enn 22 cruiseskip í Føroyum. Í ár er talið 16. Men roknað verður við, at talið fer at vaksa aftur komandi ár. Týðandi partur av ferðavinnu Johan Mortensen, stjóri
sjálvandi upp eftir í bókini hjá venjaranum, men hinvegin kann tað verða ein trupulleiki, at eingin teirra fær serliga nógva dystarvenjing í løtuni. Bæði Kurt og Johan tykjast at hava mist sessin í liðum sínum [...] við, breyt upp aftur í dystinum móti B36. Í dystinum undan hesum, moti GÍ, var Jóhannis Joensen somikið óheppin, at albogin fór úr lið, og roknast kann við, at hetta steðgar honum í nakrar vikur. Uttan [...] so er lítið at ivast í, at tað eru skaðarnir hjá Jens Kristian Hansen og Julian Johnsson, sum geva Allani Simonsen størsta høvuðsbrýggið í hesum døgum. Julian Johnsson varð skaddur í dysti móti Lillestrøm
viku. Í hópinum er ein spælari, sum ikki hevur spælt á landsliðnum áður. Ikki óvæntað hevur venjarin sent boð eftir Helga L. Petersen, sum í steypakappingini og serliga í fyrstu fýra umførunum í lands [...] Helgi L. Petersen var í hópinum, tá Føroyar í 1997 á heimavølli vunnu 2?1 ímóti Malta. Helgi var á beinkinum allar 90 minuttirnar, og síðani tá hevur hann ikki verið í landsliðshópinum. Í blaðnum týsdagin segði [...] Joensen og Andrew av Fløtum. Súni Olsen, sum spælir í FC Zwolle í næstbestu deildini í Hollandi, er ikki úttikin. Hann var heldur ikki úttikin til dystirnar í Luksemburg og Russlandi, men tá Uni Arge gjørdist
til fíggjarliga í stóra felagnum í Århus. Leygardagin megnaðu teir akkurát at sleppa undan húsagangi, tá teir í evstu løtu kláraðu at skava eina millión saman. Eingin Johan Tað hevur í vár ikki ligið serliga [...] sæð í Gladsaxe seinnapartin sunnudagin. Har hevði Herfølge vitjað og stríðst fyri lívinum ímóti AB, sum eisini er illa spert í bortnstríðnum av superliguni. Í AB umklæðingarrúminum vóru teir ikki í góðum [...] seg hava mist tvey stig í staðin fyri at hava vunnið eitt. Í Herfølge umklæðingarrúminum var lagið gott. Har róptu teir hurra, tí teir høvdu vunnið eitt stig. Jákup Mikkelsen hevði í fyrsta dystinum eftir
stríðið í 1998, so steðgaði tað kortini ikki. Og á landsfundi Sambandsfloksins í 2001 stillaði Lisbeth L. Petersen upp í móti Edmundi Joensen til formansvalið, sum hon vann. Til løgtingsvalið í 2004 stóð [...] formaður í Sambandsflokkinum, ið sum persónur er vorðin ein trupulleiki fyri flokkin og fyri trúvirði hjá flokkinum. Fleiri stríð um persónar hava verið í Sambandsflokkinum seinastu 25 árini. Í 1990 legði [...] legði Pauli Ellefsen frá sær sum formaður, tí hann var komin í stríð við onnur oddafólk í flokkinum. Sambandsflokkurin sat tá í samgongu saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Stríð var millum
GÍ ferðalagið, sum hevur verið í Danmark í eina stóra viku, kom til hús aftur í gjár. Teir hava vant nógv, teir hava spælt tríggjar dystir, og teir eru væl nøgdir við ferðina. Hvat gagn teir hava fingið [...] Helgi skaddur Fyri vánirnar hjá GÍ í landskappingini og í Europa Cup er tað komið illa við, at Helgi Lamhauge Petersen ikki fær spælt. Hesar mánaðirnar, hann hevur verið í GÍ, hevur tað bara gingið rætta [...] GÍ. Men so fekk hann bruna í hælsinuna. Tað var akkurát so, at hann megnaði at vera við í steypafinaluni, har hann fekk reyða kortið, men so bar ikki til meiri. Helgi var við í Danmark, men hann fekk ikki
síðani 1996 er samdur í hesum sjónarmiðnum: ? Vit fara undir venjingarnar í januar, og fyrsta umfarið í landskappingini er á skránni fyrst í mai. Tað er nóg mikið við fyrireikingum í 6?8 vikur. Steypakappingin [...] LANDSLIÐIÐ Í morgin fer fótbóltslandsliðið av landinum. Setningurin er stórur. Leygardagin skulu teir spæla í Litavia, og mikudagin í komandi viku fara teir at standa andlit til andlit við týsku varah [...] tí avgerandi umfør í landskappingini stóðu fyri framman. Leygardagin var síðsta umfarið á skránni í landskappingini. Spælararnir eiga at vera væl fyri kropsliga, og eg ivist ikki í, at teir eru tað. T
enn hann var í 1997, og tað er als ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at búskapurin hesi seinastu árini hevur verið í støðunum vøkstri, siga Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl. Tey taka [...] undir við skattalættanum, sum er borðreiddur í løgtinginum. Hósdagin var skattalættin, sum tilsamans er einar 125 milliónir krónur í hesum árinum, til viðgerðar í løgtinginum. Og har kom greitt fram, at tað [...] 000 og 5.000 krónur í skattalætta um árið hjá einari verka-, handverkara- og starvsmannaløn, vísir meirilutin á. ? Ein króna spard í skatti svarar sum kunnugt til umleið tvær krónur í hægri realløn. Hesin
Fyri fyrstu ferð í tríggjar dystir fóru teir í HB av aftur vøllinum við fullari úrtøku, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin. AB hevði undan hesum umfarinum, enn møguleikan at halda seg í deildini, men hetta [...] hol á. Skjótt spæl frá HB í høgra borði førir við sær at Ólavur í Ólavstovu sleppur til baklinjuna, harfrá prikar hann bóltin til ein leysan Andrew av Fløtum, sum høggur bóltin í netið til 0-1. Eftir hetta [...] hetta var tað sum um at teir í AB rakna við og taka seg enn meiri inn í dystin. AB skaptu sær leikliga yvirvág og javnaðu eisini eftir góðum hálvum tíma, tá ungi og evnaríki Johan Ellingsgaard var fyrstur
halda avgjørt, at tey eisini eru partur í málinum. Hagafelagið er áhugafelag hjá fólki, sum dáma at ganga í náttúruni og sum virkar fyri rættinum hjá fólki at ganga í haganum. Men frá bóndum hava vit fingið [...] at vit loksins fáa eina loysn á trætuni um rættin hjá fólki at ferðast í náttúruni. Spurningurin um rættin hjá fólki at ganga úti í náttúruni, hevur verið eitt hart hoyggj at draga. Síðani ferðavinnan av [...] støð í landinum, sum eru so yvirfloymd av ferðafólki, at tað hevur verið ein plága hjá teimum, sum búgva har, og hjá teimum bóndum, sum hava jørð har. Samstundis hava tað verið ferðamiðir, bæði í Føroyum