Havsins gandakallur á Nólsoyarfirði

?Enchantment Of The Seas? , sum kom á Nólsoyarfjørð í gjár, er størsta ferðamannaskip , sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum.

Størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum, ?Enchantment of the Seas? megnaði at liva upp til sítt navn, tá tað fyri fyrstu ferð stevndi inn á Nólsoyarfjørð tíðliga mikumorgunin í tjúkkum mjørka og regni.

Skipið hevði ikki meira enn kastað akkerð - og mjørkin hvarv og sólin avloysti áhaldandi regnið. Umsett til føroyskt eitur hetta forkunnuga og kostnaðarmikla fremmandaskipið nakað sum ?Havsins gandakallur? ella ?Havsins trøllkvinna? ella ?Havsins álva-fjóð?.

Jú vist var nakað gandakent yvir hesum spildurnýggja snóhvíta ferðamannaskipinum, tá tað avloysti teir gráu eystureuropeisku trolararnar, sum hava ligið á fjørðinum í eina tíð.


Ein risi á havinum

Stórt er tað. Heilar 280 metrar og uppá 74.000 tons ella sum 10-12 Norrønur tilsamans. Og stórleikan finnur tú alla staðni umborð. Lat okkum bara taka byggiprísin fyrst - góðar 3 milliardir krónur. Og fara vit so umborð eru har pláss fyri 2400 ferðafólkum. Hesaferð vóru tey tó ?bert? 1800 - manningin telur 750.

Umborð er alt tað reina luxus. Svimjihylar, vakurleikahøllir, biohøll, kondihøllir osfr. osfr. Kostnaðurin er so eisini hareftir, hóast tú finnur dýrari skip enn hetta. Umleið 7000 kr. fyri eina viku er prísurin.


Í kjalarvørri víkinga

?Enchantment of the Seas? er spildurnýtt ferðamannaskip og á síni jomfrúferð. Tað er bygt í Helsinki í Finlandi og tók tað tvey ár at byggja skipið.

Tað hevur verið í Meðalhavinum og kom nú úr Bretlandi á veg til Amerika. Talan er um at sigla í kjalarvørrinum á víkingunum, sum fyri 1000 árum síðani komu til Amerika. Úr Føroyum gongur leiðin til Íslands og víðari til Boston.

Av tí at hetta er fyrstu ferð, at hetta nýggja skipið vitjar í Føroyum, var eitt sindur gjørt burtur úr, tá skipið kom á Nólsoyarfjørð. Umboðsmaðurin hjá skipinum Johan Mortensen frá Marr & Co. hevði boðið bæði landsstýrismanni í ferðavinnumálum, Sámal Petur í Grund og Leivi Hansen, borgarstjóra í Havn við. Harumframt vóru umboð fyri ferðavinnu, stovnar og fjølmiðlar við.


Landsstýrismaður og borgarstjóru buðu skipi vælkomnum

Undir einum hátíðarhaldi umborð beyð Sámal Petur í Grund skip, manning og ferðafólki at verða vælkomin til Føroya og vónaði, at tey fóru at kenna seg væl her. Leivur Hansen, borgarstjóri beyð eisini vælkomin og vónaði, at skipið kundi liggja við bryggju næstu ferð, tá kom henda vegin.

Gávan frá landsstýrinum var eitt føroyskt flakk fest í basalt. Skipið varð so eisini inngraverað í steinin. Frá Tórshavnar Kommunu fekk skipið nýggja býarmerkið.

Tað er felagið Royal Caribian International, sum eigur skipið. Norsk og amerikonsk áhugamál eiga hvør sína helvt í skipinum, sum í framtíðini fer at sigla cruiseferðir í Carabiska havinum, Meðalhavinum og vónandi eisini í Norðuratlantshavinum.

Enchantment of the Seas fær eitt systurskip í komandi ár og verða tey bæði millum heimsins størstu ferðamannaskip.

Tað vísir seg at verða stórur áhugi hjá feløgunum, sum eiga ferðamannaskip, at vitja henda vegin. Í fjør vóru ikki færri enn 22 cruiseskip í Føroyum. Í ár er talið 16. Men roknað verður við, at talið fer at vaksa aftur komandi ár.


Týðandi partur av ferðavinnu

Johan Mortensen, stjóri og umboðsmaður fyri Enchantment of the Seas sigur seg vera sera fegnan um, at útlendsk ferðamannaskip í størri tali leita henda vegin.

Sjálvur heldur hann, at hesi skip hóska sera væl til Føroyar. Hóast ferðafólkini ikki leggja so nógv eftir seg her, so munar hetta, um móttøkan verður væl fyrireikað. Eisini geva skipini væl av peningi í kassan hjá Tórhavnar Havn. Hetta seinasta skipið hevur givið havnakassanum góðar 70.000 kr.