Heitasta junimáting í Spania nakrantíð - 46 hitastig - varð máld í dag í El Granado i Huelva, veit spanski veðurlagsstovnurin at siga.
Hitametið fyri juni í ár er hægri enn nakrantíð áður. Í Sevilla vórðu 45,2 hitastig máld í juni í 1965, men í dag var tað uppaftur heitari.
Tað veit spanska tíðindastovan, RTVE, at siga.
Hitabylgjan, sum nú rakar Spania, er hin fyrsta higartil í summar, men væntandi varar hitabylgjan bara til týsdagin, 1. juli.
Sagt verður, at í dag hevur hitin verið hægri enn 40 stig á fleiri enn 100 mátistøðum í Spania.
Umframt tey 46 hitastigini, sum vórðu máld í El Granado, eru 44 hitastig máld í Montoro, 43,9 í Fuentes de Andalucía og 43,5 í Morón de la Frontera.
##med2##













