leygarkvøldið í Bodø. Teir høvdu verið og landað í Bodø og skuldu fara út aftur hetta kvøldið. Men so avgjørdu teir at bíða við at fara, tí veðrið var vánaligt, og veðurvánirnar ikki tær bestu. Skipið hevði [...] frá bryggjukantinum og niður á sjógv. Fyrst tveittu teir henni ein bjargingakrans, men hon hevði ongar kreftir og datt úr aftur kransinum. So loraðu teir ein mann niður á sjógv, og við felags hjálp fingu [...] kvøldið. Tað dró út, og bunkringin var ikki liðug fyrr enn langt eftir midnátt. Í fyrsta umfari ætlaðu teir at leggja skipið við eina bryggju uttan fyri býin men broyttu avgerð og fóru til eina aðra bryggju
skoti, sum Stanislav Kuzma ikki megnaði at halda, og so var Øssur á rætta staðnum og skoraði. ÍF sat á øllum Andy Olsen var yvirhøvur við í nógvum í gjár, og ikki færri enn tvær ferðir peikaði Dagfinn Olsen [...] skotinum eftir jørð, og Stanislav Kuzma bjargaði. Aðru ferð var fimm minuttir inn í seinna hálvleik, og hesa ferð fekk Bartal Eliasen møguleikan. Hann buldraði bóltin mitt í málið, og so hevði ÍF fingið [...] na hevði ÍF sitið á tí nógva av spælinum, og nú liðið kom framum, var meira ella minni leyst og liðugt. Men sum leið út á seinna hálvleik dovnaði ÍF nakað, og tí var ein roynd gjørd at seta meira futt
verður konsert í Løkshøll við Millum Frændur og Jógvani Hansen. Steintór Rasmussen er høvuðsmaður í Millum Frændur, og afturat sær hevur hann Rana Nolsøe og aðrar tónleikarar. Hesaferð fer Jógvan Hansen [...] Rótum er komin út, og fløgan bjóðar fittar, stuttligar og fangandi barnasangir. Millum sangararnar eru Jógvan Hansen, Arnfríð Lutzen, Lív Næs, Rógvi Jakobsen, Rakul Ró Steintórsdóttir og Beinir Troest Rasmussen [...] Niclasen, Høgna Hoydal og Helenu Dam á Neystabø. Eisini verður livandi tónleikur, og forvitnisligir gestir støkka inn á gólvið. Hvonn Live Hvonn/Rás2 Leygarkvøldið 30/10 kl. 20-22
MVG-frítøku, og umsóknirnar skulu nú bert stílast til Fíggjarmálaráðið og verða viðgjørdar har av embætisfólki. Talan verður sostatt um ein avgreiðsluspurning, lúka umsóknirnar ásettu krøvini. Og tað fegnast [...] íløgur í ítróttar-, mentanar- og samkomuhús av ymsum slag, har almenning¬urin hevur atgongd. Tey, sum kunnu søkja eru felagasskapir, stovnar og grunnar, ið ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig [...] bæði ógreið og lítið meinandi, tí so at siga eingir pengar eru settir av til endamálið. Ein roynd at bøta um hetta varð gjørd í apríl í fjør, men tá var býtið tvíbýtt millum Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið
Stjørnuni í ár, beklaði og noyddist av vøllinum. Hon var uttanfyri í okkurt um eitt korter, og tá hevði StÍF fingið fatur á Stjørnuni aftur. Hjá StÍF var tað serliga Sóley Mikkelsen og strikuspælarin Alis [...] bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Stjørnuni leygardagin. StÍF var millum bestu liðini í fjør, meðan Stjørnan byrjaði kappingina við at vinna á føroyameistarunum úr Kyndli í Havn. Og Stjørnan legði eisini hart [...] út leygardagin. Spælið fleyt væl, og í málinum helt Jóhanna Mikkelsen fram, har hon slepti móti Kyndli. Tá tólv minuttir vóru spældir, var støðan 6-2 til Stjørnuna, og liðið úr Klaksvík tyktist hava fult
umlegging av framleiðsluni og útflutninginum. Ein annar spurningur, sum er ógvuliga nær tengdur at hesum spurninginum, er ferðasambandið millum Føroyar og Skotland. Eitt gott og støðugt ferðasamband á hesi [...] eru ódýru ferðamøguleikarnir hjá pensionistum og øðrum. At skapa arbeiði til allar hendur á sjógvi og landi, er eitt gamalt stríðsmál hjá javnaðarflokkinum, og hesum fara vit framhaldandi at virka fyri. Vit [...] altíð hevur, og samstundis høvdu vit tryggjað alt tað arbeiði, sum føroyska feskfiskaveiðan kann geva, í flakavinnuni á landi. Hetta er ein spurningur um at motivera føroysku flakavinnuna og søluliðið fyri
tí besta fyrrapartin í gjár, so møttu fólk væl upp og vildu vera við til leik og spæl og hópin av ókeypis fyrsta floks mati. Ein dani stóð so beskeðin og hugdi við longum eygum at einum eyggjandi supputallerki [...] hann mót til sín og spyr: “Hvad koster sådan en”? Ingenting! Var svarið. Enn meira yvirraskaður og fegin smoygdi fremmandi gesturin sær afturum vegg og fekk sær suppuna – takksamur og skilti einki, at [...] um disin av suppu, kaffi og desert. Hanus stóð aftur í ár í fremstu røð og rætti fyrsta floks Fish & Chips um diskin, samstundis sum hann var abbi, pápi, stjóri, reiðari – og Hanus. Hópin av fólki hjálpti
Jógvan við Keldu er bæði ein royndur og listilærdur politikari, ið dugir serstakliga væl at fáa sín egna kensluborna boðskap fram. Og sigur tú bara eitt sindur og ikki alt, so eydnast tað aloftast allarbest [...] allarbest. Eitt evni, hann dúgliga hevur savnað tankarnar og skrivingina um, er blokkurin ella ríkisveitingin úr Danmark, og í fleiri førum hevur hann roynt at trúttað niður í okkum, at hetta eru pengar, [...] sundur við enntá beinleiðis skeivum og villeiðandi uppáhaldum. Gjørd til útjaðara Líkt er til, at tað er um reppið at eydnast Jógvan ivið Keldu at fáa bæði klaksvíkingar og onnur góð fólk uttan fyri Havnina
verið so sum so við gullinum. Tvey silvur- og fýra bronsumerki hevur talan verið um, og tað hevur givið øðrum liðum møguleikan at troka seg framat. Fergie og Giggs Og tí møguleikanum hevur Sir Alex tikið av [...] meistaraheitum hevur felagið staðið væl og virðiliga ovast í samanteljingini í skjótt nógv ár. Fyrst og fremst takkað verið framúr arbeiðinum, sum Bill Shankley framdi, og sum Bob Paisley síðani bygdi víðari [...] Manchester United vunnið heiðursmerki á hvørjum ári, og við níggju meistaraheitum, fimm silvur- og trimum bronsumerkjum er einki løgið, at viðhaldsfólkini meira enn hálova Sir Alex. Sjálvur hevur hann tó altíð
sagt vánaligur. Einki spæl, nógv kloddarí, persónlig mistøk og tilfeldigheitir. At GÍ fekk trý mál og B71 tvey sigur ikki nógv um dystin, og fyri tað kundi B71 vunnið. Tað einasta GÍ prógvaði, at teir [...] eitt ógvuliga svingandi lið. Fýra sigrar, tríggjar javnleikir og fimm tap er tað blivið til higartil, og munurin millum avrikið í gjár og tað farna sunnudag, var rættiliga stórur. Hjá teimum er tapið ein [...] var um frálíkt langskot úr stívliga 20 metrum, eftir at eitt frísparksinnlegg varð ruddað burtur. Næsta málið kom eftir brotsspark, framt móti Hans Paula Petersen og sett inn av Sverra Jacobsen. Triðja