Mamuka Toronjadze hevur í nógvar mátar verið ein fongur fyri FC Suðuroy. Georgiski spælarin hevur gott spælskil og bjóðar av, so ofta hann fær møguleikan.
Tað vísti hann longu, tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum í Fuglafirði í gjár, tí áðrenn fuglfirðingar høvdu sansað nakað, hevði hann lagt FC Suðuroy á odda 1-0.
Og tað kundi blivið uppaftur verri statt hjá ÍF, tí beint eftir málið høvdu suðuroyingarnir enn ein stóran møguleika, ið kundi gjørt tað til 2-0.
Framvegis vóru verri enn so allir heimaáskoðararnir komnir upp á pláss, so teir fingu sum vátan vøtt, tá teir komu í Fløtugerði og fingu at vita, at FC Suðuroy hevði lagt fyri sum eitt ódnarveður.
Tað hjálpti tó eitt sindur upp á hýrin, tá Øssur Dalbúð mitt í fyrra hálvleiki javnaði. Andy Olsen royndi seg við skoti, sum Stanislav Kuzma ikki megnaði at halda, og so var Øssur á rætta staðnum og skoraði.
ÍF sat á øllum
Andy Olsen var yvirhøvur við í nógvum í gjár, og ikki færri enn tvær ferðir peikaði Dagfinn Olsen á brotssparksblettin, tí Andy var farin um koll.
Fyrru ferð var Frank Poulsen settur at skjóta, men tað hepnaðist ikki serliga væl hjá honum við skotinum eftir jørð, og Stanislav Kuzma bjargaði.
Aðru ferð var fimm minuttir inn í seinna hálvleik, og hesa ferð fekk Bartal Eliasen møguleikan. Hann buldraði bóltin mitt í málið, og so hevði ÍF fingið vent dystinum á máltalvuni eisini.
Eftir sjokkbyrjanina hevði ÍF sitið á tí nógva av spælinum, og nú liðið kom framum, var meira ella minni leyst og liðugt. Men sum leið út á seinna hálvleik dovnaði ÍF nakað, og tí var ein roynd gjørd at seta meira futt í.
Dánjal á Lakjuni varð skiftur inn, og hann var upprunin til triðja málið, ið avgjørdi dystin ordiliga. Í einum skjótálopi fór hann á glið, men fekk liggjandi spælt bóltin víðari til Frank Poulsen, ið skoraði trygt til 3-1, samstundis sum hann tryggjaði sær, at brenda brotssparkið í fyrra hálvleiki skjótari verður gloymt.
Einki hekk saman
Hjá FC Suðuroy hekk einki saman, og tað eydnaðist ongantíð gestunum at hótta so mikið, at tað skakaði ÍF stórvegis, tí fuglfirðingar fingu spælt seg burtur úr tí, sum var. Av tí sama er ÍF framvegis við millum liðini, ið dystast um ovastu plássini, meðan FC Suðuroy framvegis stríðist fyri sínum tilverugrundarlagi í bestu mansdeildini.
Saknur var hesa ferð í Jón Krosslá Poulsen, ið plagar at geva álopinum hjá FC Suðuroy meira tyngd, tí hann hevði karantenu. Men hann verður klárur aftur, tá FC Suðuroy um tvær vikur skal til Havnar at spæla ímóti HB. Tá hava teir eisini vónir um, at Dan Djurhuus er klárur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur.