fyri mín part, at vóru ivamálini nógv áðrenn, so eru tey uppaftur fleiri nú. Eg fari at kava niður í tey mest álvarsligu: Trygd, Skúvoy og prísur – í hesi raðfylgju, tí soleiðis eiga tey at vera raðfest [...] Hetta er tó ein sera ódokumenteraður “sannleiki”. Tað eru nógvir aðrir faktorar enn sjálv longdin av farleiðini, sum hevur ávirkan á prísin. Her eru nakrir av faktorunum, sum fara at økja munandi um kostnaðin [...] tann bíligasta loysnin. Øll hesi ivamálini, og helst fleiri afturat, mugu svarast ÁÐRENN Suðuroyartunnilin verður prosjekteraður og koyrdur í útboð. Tá fáa vit greiðu á, hvør prísurin er fyri best møguliga
fongurin kann fara til matna. Loyvið er søguligt og slóðbrótandi. Lýsi og mjøl, sum áður fór til ídnað, eru nú góðkend til matvøru úrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu blakað út, kunnu nú brúkast til [...] at fleiri ára miðvíst arbeiði loksins ber ávøkst. “Hetta hevur verið eitt langt og drúgt hál, og nú eru vit sera spent upp á at fara til verka við nýggja loyvinum í skjáttuni”, sigur Hanus Hansen, stjóri [...] menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk í Noregi innan júst hetta økið. Fólk hjá okkum hava verið umborð á norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, og okkara manning hevur
Tað skal ikki koma óvart á nakran, heldur ikki løgtingslimirnar, at fleiri eldri fólk eru í Føroyum í dag. Tað er ein natúrlig avleiðing av nøkrum so einføldum sum støddfrøði: Talið av føðingum fyri 67 [...] av eldri fólki í dag. Tað krevur ikki drúgvar útrokningar ella dýrar frágreiðingar at skilja. Enn eru vit nú í eini støðu, har politikarar brúka hesa heilt forútsiguligu gongdina sum umbering fyri at hækka [...] og vóna so, at fólkið gloymir tað næstu ferð tey velja. Ein kunnu vit bara vóna, at fólkið minnist, hvør valdi at vera skeivari megin søguna. Ingvald á Kamarinum
halgast hvar sum helst.” So endar hann við hesi heilsan: ”Havið ein kristiligan sunnudag.” Tá ein maður spyr hví hann bara skrivar um Ísrael, Carl Johan at víst eru ræðuleikar aðrastaðni enn í Gaza, men munurin [...] hala, / Tá ið gott og ilt ger somu treyt.” 11. oktober í ’23 drepur Hamas framvegis fólk inni í Ísrael. Jødisku líkini eru ikki kølnað. Blóðið, sum rennur úr teimum, er ikki stadnað. Carl Johan vendir kortini [...] brøgd út á netið og heingja vandaliseraða flaggið upp á Tinghúsvøllinum, er tað, tað er. Men at eldri fólk stuðla uppundir, er nakað annað. Tá Ben Arabo segði tvey kritisk orð um rokið í flaggdagsrøðuni, fleyg
at táverandi og núverandi løgmaður steðgaðu hesum arbeiði. Hetta var eitt greitt brot á hesi tilsøgn til ST. Tí eru vit nú enn somu eftirbátar við mannarættindi, sum vit vóru tá. Hetta mál hevur ikki tikið [...] Hetta er galdandi uttan mun til hvør ið higartil hevur stjórnað KVF. Hetta verður millum annað eisini gjørt við at seta til viks allar fjølmiðareglur, sum um tær als ikki eru til. Samstundis sær KVF burtur [...] av nøkrum í politisku skipanini. Her hevur bert verið áhugi fyri minnilutum, har fleiri samtyktir eru í løgtinginum, men tað er avgjørt einki veruligt gjørt fyri at tryggja meirilutan av fólkinum. Eitt
stuldurin. Í handlinum eru vakmyndatól, so tað sæst týðuliga, hvør tað er, sum hevur tikið vørurnar. – Vit hava ikki funnið viðkomandi enn, men vit royna at finna fram til, hvør tað er. Tað gera vit fyrst [...] kanna myndirnar innanhýsis, uttan at finna út av, hvør kvinnan er. Tí verða myndirnar av henni helst almannakunngjørdar í dag við eini áheitan á fólk um at hjálpa løgregluni at eyðmerkja kvinnuna. [...] Løgreglan hevur seinastu dagarnar roynt at finna út av, hvør persónurin var, sum fyri umleið tveimum vikum síðani stjól vørur fyri um 8.000 krónur í einum elektronikkhandli í Havn. Løgreglan hevur myndir
ordiligan máta, hetta er stytsta samlaða farleið millum Suðuroy og meginøkið og so eru eisini færri hæddarmetrar í hesi linjuføringini. Um onki broytist komandi tímarnar ella í besta føri komandi fáu dagarnar [...] soleiðis skikkað, at tey vóru ósjónlig hjá teimum, sum vóru ódugnalig í starvi sínum ella býttari enn fólk flest. Keisarin vísti klæðini fram fyri øll í býnum, men ongin tordi at siga, at tey ongi klæði sóu [...] partafelag, sum hvørki hevur skyldu til at fylgja fyrisitingarlógini ella lógini um alment innlit, sum eru lógir, sum skulu tryggja Føroya fólki opinleika og gjøgnumskygni í øllum avgerðum. Sum skal tryggja
greiðir skúlin gjølla frá, hvussu alt byrjaði, og mannagongdirnar í øllum royndunum, sum eru gjørdar so hvørt, eru væl lýstar. Skúlin hevur gjøgnum árini gjørt ymiskar royndir. Tá ið talan er um matskil [...] næmingar. Arbeitt verður eisini við, at skúla tey, sum eru í skiljiliðnum, serliga væl og geva teimum møguleika at vera ambassadørar hjá skúlanum í hesi verkætlan. Skúlin ger eisini annað umhvørvisarbeiði [...] vísa, at nærum helmingurin av øllum burturkasti – eini 40-50 % – er matleivdir. Eisini í einum skúla eru nógvar matleivdir, eitt nú restirnar av øllum matpakkunum, kaffigrumsi og mati av lærarastovuni. Skúlin
vísast. F1 – fimmgongd Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at flestu teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt [...] á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa sítt besta. Tað er altíð spennandi til fyrstu uttandurakappingina at síggja, hvussu fólk og ross hava ment seg eftir ein [...] kappingum. Børn, ung og vaksin kappast fyri seg. Kappast var í hesum greinunum: T1, T2 og T7 – tølt Hetta eru ymiskar tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt skal vísast, umframt
trúføst fólk, sum høvdu sunnudag í sálini og gerandisdag í hondunum. Fólk, sum hugsaðu stórt um Føroyar og tað, ið føroyskt er, sum løgdu alla orku í at verja gott gamalt og byggja upp nýtt. Fólk, sum vistu [...] mesta. Vit eru í roynd og veru eitt ovurstórt land, um vit máta í aldum, sjógvi, regni, grasi – og kenslum og skapan og samskifti. Vit krevja mál fyri okkum á øllum økjum, hóast vit ikki eru so mong sum [...] millum øll onnur fólk í heiminum. Høpisloysi og svart-hvíti heimur okkara Men heimurin er í dag merktur av høpisloysi. Alt verður tikið úr samanhangi og blást upp til bardaga millum fólk. Alt verður sett