Ein røð av broytingum eru gjørdar í lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin, sum skulu viðgerast á løgtingsfundinum, sum byrjar í morgin kl. 10. Altso hava vit, vanlig tingfólk, 34 tímar til at kunna okkum so mikið væl um málið, at vit kunnu taka avgerð um, hvørt vit trýsta á grøna knøttin ella reyða knøttin í morgin.
Eg má siga fyri mín part, at vóru ivamálini nógv áðrenn, so eru tey uppaftur fleiri nú.
Eg fari at kava niður í tey mest álvarsligu: Trygd, Skúvoy og prísur – í hesi raðfylgju, tí soleiðis eiga tey at vera raðfest. Trygdin í tunlinum er avgerðandi fyri, um tað yvirhøvur ber til gera ein tunnil til Suðuroyar, og í hesum sambandi er Skúvoy “jokarin”, sum kann fáa tað at bera til. Samlaði kostnaðurin má sjálvandi roknast av tryggastu farleið, ikki bara stytstu og/ella bíligastu.
Trygdin
Ein tunnil, sum er yvir 20 kilometrar langur, setur sera stór krøv til trygdina – serliga, tá hann er undir sjónum við avmarkaðum møguleikum fyri rýmingarleiðum og ventilatión.
Vit hava ongar føroyskar reglur fyri trygd í undirsjóvartunlum, men um Suðuroyartunnilin skal liva upp til trygdarkrøv í ES og Norra, eigur hann at hava eina rýmingarleið. Tað kom fram í sendingini “Suðuroyartunnilin og skuggatølini” hjá Kringvarpinum mánakvøldið. Men fíggjarnevndarlimirnir høvdu neyvan sæð sendingina áðrenn álitið var lagt fram, tí skeivleikar eru í álitinum – sum seta álvarsligar spurningar til trygdina í Suðuroyartunlinum.
Tað verður m.a. skrivað í 3. reglubrotið á s.3 í álitinum, at:
“Í hesum sambandi verður víst á, at um Suðuroyartunnilin varð gjørdur í Norra við somu fortreytum og ferðslu, so hevði loysnin verið neyvt tann sama í Norra”.
Men tað passar ikki. Tað er greitt eftir niðurstøðu hjá norsku vegamyndugleikunum um ein líknandi tunnil í Norra, Lærdalstunnilin.
Longri niðri á s. 3 stendur víðari:
“Leiðarin fyri trygd í Norconsult hevur greitt frá, at Suðuroyartunnilin varð gjørdur í Norra, so høvdu tilmælini um loysnir í sambandi við trygd verið tey somu sum í verandi verkætlan fyri Suðuroyartunnilin.”
Men hetta passar heldur ikki.
Tað er Norconsult, sum stendur fyri at dagføra trygdina í Lærdalstunlinum. Hetta er sama fyritøka, sum arbeiðir fyri P/F Suðuroyartunnilin og sum Fíggjarnevndin vísir til heili fimm ferðir í álitinum. Uppskotið hjá Norconsult um trygd í Lærdalstunlinum er sera líkt tí, sum lagt verður upp til í Suðuroyartunlinum.
Men uppskotið hjá Norconsult bleiv altso vrakað av norsku vegamyndugleikunum, Statens Vegvesen. Uppskotið livir ikki upp til trygdarkrøvini í Norra, og tá er Lærdalstunnilin enntá ein tunnil á landi við avmarkaðum halli. Suðuroyartunnilin er ein undirsjóvartunnil við munandi størri halli, sum ger, at vandin fyri eldi er fleirfaldað so stórur sum í Lærdalstunlinum.
Orsøkin til, at uppskotið hjá Norconsult bleiv vrakað av myndugleikunum í Norra er, at ongin rýmingarleið er í tunlinum.
Trygdarspurningurin í Suðuroyartunlinum er altso ikki kannaður nóg væl – og byggja í ringasta føri á misskiljingar ella beinleiðis skeivleikar.
Tað leiðir meg til næsta stóra ivamál: Skúvoy.
Skúvoy
“Jokarin” í hesi verkætlanini er Skúvoy. Bæði tá tað kemur til trygd, kostnað og bestu linjuføring.
Ein tunnil til Skúvoyar er ikki bara eitt “luksus” fyri tey sum búgva í Skúvoy, men ein rýmingarleið bæði undir arbeiðnum at gera tunnilin og eftir hann er tikin í nýtslu. Við einum tunli til Skúvoyar hevði ongantíð verið longri enn 7 kilometrar til ein tunnilsmunna. Tunnilin til Skúvoyar hevði somuleiðis verið brúktur til ventilatión, sum er ein avbjóðing, tá tunnilin er bæði langur og djúpur.
Harafturat er tað ein fyrimunir fyri bæði byggitíðina og kostnaðin, um til ber at arbeiða úr Skúvoy, tí so verður borað úr trimum plássum í senn.
Fíggjarnevndin skrivar tó í sínum álitið, at atkomutunnil til Skúvoyar eigur at verða boðin út saman við Suðuroyartunlinum, so Løgtingið seinni kann taka støðu til, hvørt hann skal gerast ella ikki.
Hetta er tó skeiv raðfylgja! Um trygdin skal vera í lagi, og tað skal hon sjálvandi, so má ein rýmingarleið vera í tunlinum. Tí slepst ikki undan at gera ein tunnil til Skúvoyar.
Hetta er tó ikki tikið við í uppskotinum, sum er borið niðan í Løgtingið – og er heldur ikki við í teimum kostnaðarmetingum, sum uppskotið er grundað á. Kostnaðurin, sum sambært P/F Suðuroyartunnilin er tann lægst møguligi, er annars høvuðsorsøkin til, at tað júst er linjuføringin úr Djúpadali til Sandvíkar, sum er borin niðan í Tingið.
Prísurin
Tað tykist sum, at “bíligasta” linjuføring skal veljast, “kosta, hvat tað kosta vil”. Soleiðis skrivar fíggjarnevndin á s. 3 í álitinum:
“Meirilutin tekur undir við uppskotinum um stytstu leið, sum eisini førir við sær bíligastu tunnilsloysn.”
Hetta er tó ein sera ódokumenteraður “sannleiki”. Tað eru nógvir aðrir faktorar enn sjálv longdin av farleiðini, sum hevur ávirkan á prísin. Her eru nakrir av faktorunum, sum fara at økja munandi um kostnaðin av ætlaðu farleiðini:
- Ongin loysn er funnin um vegaføringina frá Djúpadali til Sandoyartunnilin, men ein tunnil undir Traðarhamri verður nevnt sum eitt uppskot. Hvussu nógv kostar hann? Tað vita vit ikki.
- Ongin loysn er funnin um alt grótið, sum kemur úr tunlinum. Skotið verður upp at hava eina “hugskotskapping”. At flyta grótið úr einum stað í annað kostar nógvar pengar. Hvussu nógv og hvør skal gjalda? Tað vita vit ikki.
- Prosjekteringin skal eisini fevna um ein tunnil til Skúvoyar, sigur fíggjarnevndin. Hvussu nógv kostar tað?
- Avgerð er ikki tikin um, hvørt tunnilin skal vera 9,5 metur breiður (sum Sandoyartunnilin) ella 10,5 metrar breiður (sum Eysturoyartunnilin). Hvussu ávirkar hetta prísin?
Og tað leiðir meg til allar størsta trupulleikan í hesum málinum:
Hvør er besta linjuføringin til Suðuroyar? Tað er als ikki kannað. “Onkur” hevur tikið avgerð um tunnil úr Djúpadali til Sandvíkar, men avgerðin hevur als ikki verið til politiska støðutakan.
Vit, politikkarar, mugu tryggja okkum, at UM vit fara undir at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, so er tað tann tryggasta og besta linjuføringin vit velja – ikki neyðturviliga tann bíligasta loysnin.
Øll hesi ivamálini, og helst fleiri afturat, mugu svarast ÁÐRENN Suðuroyartunnilin verður prosjekteraður og koyrdur í útboð. Tá fáa vit greiðu á, hvør prísurin er fyri best møguliga Suðuroyartunnil, og kunnu seta okkum sera viðkomandi og neyðuga spurningin:
Hava vit ráð?
Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi