Fyrstu tríggjar dystirnar í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hava Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Ranheim drigið svart.
Í kvøld brast fyri nev, og Ranheim vann fyrsta dystin og fyrstu stigini hetta kappingarárið.
Á útivølli eydnaðist tað Ranheim, ið hevði Áka á vøllinum frá dystarbyrjan at vinna 1-0 á gamla liðnum hjá Rógva Jacobsen, Hødd.
Bendik Bye skoraði sigursmálið fimm minuttir undan steðginum.
Eydnan var ikki óblíð við Ranheim í kvøld. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini brendi Hødd eitt brotsspark. Málverjin hjá Ranheim bjargaði liðnum sigurin við góðari brotssparksbjarging.
Ranheim er fjórðaftast í deildini við trimum stigum fyri fýra dystir.
Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Ranheim heimadyst móti gamla liðnum hjá Julian Johnsson, Kongsvinger.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hødd-Ranheim 0-1 (0-1):
##med2##