Tað var seinnapartin í gjár, at boðað varð frá stuldri og herverki í einum handli í Hoyvík. Vakthavandi á politistøðini sigur, málið verður kannað nærri. Í Suðuroy gjørdi løgreglan ferðslukanningar, og [...] mál skrivað upp. Ein persónur fekk klipp í koyrikortið fyri at hava barn í bilinum, sum ikki sat íbundið, og tveir aðrir bilførar fingu bøtur fyri ikki at sita í trygdarbelti, sigur vakthavandi á politistøðini
seinni í mánaðinum skal til Spania at spæla tveir venjingardystir, boðar Fótbóltssambandið frá. Í døgunum 16. til 22. september fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania [...] Holm Simonsen, B36 Bárður Terjason, B36 Dánjal Muller, KÍ Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy Tummas Joensen, FC Suðuroy Tóti Fagradal, B71 Tobias Bergkvist, B68 Jóel Tróndargjógv, NSÍ Dystaskráin: 18. sept
síðani klokkan 20 í gjárkvøldið, segði vakthavandi á politistøðini í morgun. Í gjár gjørdi løgreglan eisini málrættað átak í Suðuroy. Tað var um 11 tíðina gjáramorgunin á Marknoyravegnum í Vági. Har vóru [...] Tað var ein maður, ið sum løgreglan sigur »var til ampa« uttan fyri Sirkus í Vágsbotni í Havn. Løgreglan fór á staðið, og tá var viðkomandi framvegis á vegnum uttanfyri, har hann rópti og gjørdi um seg [...] vóru tvey klipp og ein átala fyri smærri brot visti vakthavandi at siga úr politirapportini í morgun.
Heinesen, sum síðani 1. februar hevur verið stjóri í Miðnámsskúlanum í Suðuroy, hevur longu sagt seg úr starvi. Við Dimmalætting sigur hon, at tað liggur einki í tí, at hon fer úr starvi, uttan at, at hon knappliga
23. september skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta Tríggjar spennandi uppgávur bíða føroyska U15-landsliðnum við gentum, sum frá 15. til 23. september skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta [...] hjálparvenjaranum, Jacobu Langgaard, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina. Hópurin: Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur Sigrið Hansdóttir, B36 Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71 Elin Wilhelm Fossabrúgv [...] Traber Olsen, FC Hoyvík Maria Bjarnadóttir, FC Hoyvík Olivia Kristiansen, FC Hoyvík Helena Holm, FC Suðuroy Elin Elmelund Hansen, HB Hanna Thomsen, HB Lóa Sigrið Dal Christiansen, HB Rakul Madsen, HB Aleksandra
mugu vit fáa eitt næmingaheim til Skúladepilin í Suðuroynni, har bæði Heilsuskúli Føroya og Miðnám í Suðuroy húsast, sum skjótast, so umstøðurnar at fara í holt við at útbúgva seg, verða so góðar sum gjørligt [...] Heilsuskúli Føroya varð staðsettur í Suðuroynni í 2000, og skúlavirksemið byrjaði í 2001. Virksemið á skúlanum er vaksið og hevur ment seg líka síðani, takkað verið leiðsluni og dugnaligu lærarunum, sum [...] hava ikki sitið hendur í favn og sovið í tímanum. Tað hava myndugleikarnir harafturímóti! Ávaringarrópini um starvsfólkatrot innan røktar- og umsorganarøkini eru als ikki tikin í álvara, hóast hesi hava
Brasil setti hol á í 12. minutti. Hetta var fimta málið já honum í ár. Bara ein minutt seinni var tað ganesiski toppskjúttin hjá B71 og í deildini Tijani Yakubu, sum økti um munin til 2-0, og í síðstu løtu undan [...] var fyrsta málið hjá honum í ár. B36 var leingi oddalið í deildini, men nú er kynkur komin í hjá árstalsfelagnum. Mánakvøldið tapti B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og í dag endaði tað við 3-1 tapi [...] Við 3-1 heimasigri ímóti teimum næstbestu í B36 styrkti B71 í dag um sín møguleika at flyta upp í bestu deildina. B71 er á fimta plássi við 33 stigum. Tað er eitt stig fram til AB, og tað eru fýra stig
nú Miðnám í Vestmanna. Kjak hevur staðist av, at so lítil áhuga var í ár at søkja upptøku á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Eisini hevur t. d. Tórshavnar kommuna nevnt møguleikan at útbúgva heilsuhjálparar n [...] norðanfjørðs. – Tað er púra “hol í høvdið” at hava staðsett ein heilsuskúla í Suðuroy, sum skal taka ímóti næmingum úr øllum landinum, við ongum næmingaheimi, skrivar hann í eini viðmerking á Facebook. – [...] til Heilsuskúlan í Suðuroy, um fólk skulu tíma at søkja, og um skúlin skal hava framtíð har! Tað er einfaldi boðskapurin frá Jákupi Andreasen, fyrrverandi skúlastjóra á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna – nú
Jacobsen legði við frísparki bóltin fram í brotsteigin, og har var tað Jónatan Lervig, sum setti bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti. FC Suðuroy er oddalið við 39 stigum, og Víkingur [...] Oddaliðið i næstbestu deildini FC Suðuroy hevði í kvøld vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, sum undan hesum umfarinum vóru næstfremstir. FC Suðuroy hevði 38 stig, og Víkingur hevði 37 stig. Úrslitið [...] málið hjá Fríða Holm í ár. Hann er nú einsamallur toppskjútti í 1. deild. Undan steðginum hevði heimaliðið lotið undan, og tá gekk tað nógva fyri seg á hálvuni hjá gestunum, og FC Suðuroy vann nógv hornaspørk
umsorganarøkini? Í viðmerking til spurningin vísir hon á, at í ár 2000 varð avgerð tikin um, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera á Tvøroyri, har skúlavirksemi byrjaði í 2001. Í 2009 flutti Heilsuskúlin í nýggj høli [...] lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum? 2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan [...] høli í Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta er einasti skúli í Føroyum, har tað ber til at nema sær útbúgving sum heilsuhjálpari, heilsurøktari og námsfrøðihjálpari. – Við jøvnum millumbilum eru neiligar røddir