Oddaliðið i næstbestu deildini FC Suðuroy hevði í kvøld vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, sum undan hesum umfarinum vóru næstfremstir. FC Suðuroy hevði 38 stig, og Víkingur hevði 37 stig.
Úrslitið á Vágseiði var 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Heimaliðið legði seg á odda smáar tíggju minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Fríði Holm, og Alexander Holm Kilgour átti uppleggið. Hetta var 12. málið hjá Fríða Holm í ár. Hann er nú einsamallur toppskjútti í 1. deild.
Undan steðginum hevði heimaliðið lotið undan, og tá gekk tað nógva fyri seg á hálvuni hjá gestunum, og FC Suðuroy vann nógv hornaspørk, uttan at tað so ofta var vandamikið frammanfyri Hans Jákup Arngrímsson í málinum. Hann og verjan dugdu væl at spæla saman, og fleiri ferðir vóru gestirnir vandamiklir, tá ið teir spældu fram í vinstru.
Eftir steðgin gekk tað javnt á. Víkingur var fleiri ferðir framvið, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Rasmusi Olsen.
Síðstu løtuna spenti Víkingur álopsbogan, og tá vóru onkrir heilt góðir møguleikar, og ein minutt undan, at vanliga leiktíðin var farin, eydnaðist tað at javna. Óla Kristian Jacobsen legði við frísparki bóltin fram í brotsteigin, og har var tað Jónatan Lervig, sum setti bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti.
FC Suðuroy er oddalið við 39 stigum, og Víkingur hevur 38 stig.
B36 er á triðja plássi við 37 stigum. Í morgin fer B36 at spæla á útivølli ímóti B71.
Næsti dystur hjá FC Suðuroy verður leygardagin 14. september, tá ið B36 verður gestur á Vágseiði.
Næsti dystur hjá Víkingi verður leygardagin 14. september, tá ið víkingarnir fáa vitjan av B71.