Tað er Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hon spyr soleiðis:
1. Eru ítøkiligar ætlanir um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum?
2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um Barna- og útbúgvingarmálaráðið?
3. Hvørjum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at royna at loysa starvsfólkatrupulleikan innan røktar- og umsorganarøkini?
Í viðmerking til spurningin vísir hon á, at í ár 2000 varð avgerð tikin um, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera á Tvøroyri, har skúlavirksemi byrjaði í 2001. Í 2009 flutti Heilsuskúlin í nýggj høli í Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta er einasti skúli í Føroyum, har tað ber til at nema sær útbúgving sum heilsuhjálpari, heilsurøktari og námsfrøðihjálpari.
– Við jøvnum millumbilum eru neiligar røddir frammi um, at høvuðsorsøkin til starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini í Føroyum er staðsetingin av Heilsuskúla Føroya.
– Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara grannalondum. Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali, eru spjaddir geografiskt, men støðan er tann sama, ella verri, við starvsfólkatroti, sigur Súsanna Bertholdsen.
– Orsøkin er, at trupulleikin er nógv meira samansettur enn staðsetingin av skúlanum. Latið okkum royna at loysa veruligu avbjóðingarnar, sum elva til starvsfólkatrotið, og gevast við at sáa iva og ótta um Heilsuskúla Føroya, sigur hon.
– Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini.
– Vit tóku eitt sig rætta vegin við lønarlyftinum, men tað kann ikki standa einsamalt, sigur Súsanna Bertholdsen í viðmerking til fyrispurningin, sum landsstýrismaðurin skal svara innan 14 dagar.