fram, tá onkur av okkum skal senda ein e-mail. Vit bæði vaksnu og tann størra av gentunum hava okkara egnu e-konto, og vit hava vant okkum til at kanna tær gjøgnum intervarpið. Hóast nógv av mailunum í v [...] Og hon hevur ikki (enn) funnið út av, hvussu hon skal klikkja seg gjøgnum gjaldingarskipanina á okkara interaktiva sjónvarpi, okkara Intervarpi. Tað er eisini gott, tí annars sat hon allan dagin og hugdi [...] rættuliga geri mær dælt av intervarpinum. Tí nú síggi eg bæði Deg og Viku, Basalt, Krosskast o. a. Men mær nýtist ikki at bíða eftir hesum sendingum, ella at síggja teir partarnar av sendingunum, sum eg ikki
McManaman, Paul Ince og Michael Owen eru bert nøkur av teimum ? og andlitini eru ivaleyst líka kend sum teirra fótbóltsevni. Teir vinna milliónir av krónum við at spæla fótbólt, teir eru fyrimyndir hjá [...] Føroyum seg í tveir av Liverpool-spælarunum, sum stóðu og skrivaðu autografar til fólk, og hóast bæði Robbie Fowler og Steve McManaman stundum kunnu kenna seg eitt sindur álopnar av fólki, vóru teir fryntligir [...] fingu prát við nógvar av spælarunum hjá Liverpool, og teir vóru sera fryntligir og fyrikomandi. Steve McManaman segði seg kenna nakað til føroyskan fótbólt, og hevði sæð fleiri av føroysku HM-dystunum í
var tann stóri vinnarin. Orsøkin til tapið hjá stjórnarflokkinum var, at hann helt aftur við at nýta burtur av oljupengunum, og var her serliga hugsað um støðuna hjá teimum eldru. Teir flokkar, sum nú hava [...] avleiðingar fyri fiskivinnuna av oljuvinnuni. -Tað er ongantíð ov skjótt at fara undir hetta. Tað eigur eisini at vera kannað, hvørjar aðrar avleiðingar, sum kunnu vera í samfelagnum av eini oljuvinnu, so tær [...] hædd er tikin fyri øllum hugsandi, sum kann hugsast at henda í eini oljuvinnu. Hetta arbeiði er gjørt av serfrøðingum á økinum. Tí mugu vit hava álit á, at framlagda uppskotið er tað, sum vit hava brúk fyri
at taka støðu til tað eisini. Av Sevmýri til elverkið Páll Vang sigur, at tað, býráðið ætlar, í hvussu so er í fyrstu syftu, er at fáa seyðin úr tí fjølbygdasta partinum av kommununi. Tað vil siga, at ætlanin [...] seyðurin er fingin úr miðbýnum av Sevmýri, inn til Trongisvágs, má umhugsast, hava skal gerast við kommununa annars. Verður helst krav Páll Vang sigur, at hann hevur varhugan av, at mesta fólkið vil hava seyðin [...] ætlanin er at fáa seyðin úr býnum av Sevmýru, vestur til áraka elverkið, ella har á leið. Kommunan er stór, og húsini standa spjødd, so vit gera okkum ongar vónir um at fáa friða alla kommununa fyri
loysa Í VMF eru vit á tí áskoðan, at vit ikki fáa eitt nóg gott vinnulív og ein sunnan búskaparpolitikk, fyrr enn vit sjálvi hava fulla ábyrgd av landsbúskapinum. Vit eiga týdningarmikil ráevni, og um tey [...] bankamálinum, og hvussu teir hald á okkum í andaleypi við 6 milliardaskuldini, ið teir av røttum sjálvir eiga stóra partin av. Tann, ið hevur hesa meining, roknar sær ikki við nøkrum stuðli frá Danmark, um hann [...] at loysa frá Danmark, er sjálvandi neyðugt at alt, ið hevur við stýringina av landinum at gera, verður væl fyrireikað. Fyrst av øllum skulu vit hava eina grundlóg, ið tryggjar eina fólkaræðisliga stýrisskipan
tænasturnar, sum givnar verða av bløðunum. Vit, sum av og til føla trongd til at skriva eitthvørt, hava longu merkt henda munin, við tað at greinarnar nú kunnu sendast beinleiðis av telduni yvir internetið. [...] fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kallaðist microprosessor. Tað var ikki smávegis man væntaði sær av hesum geniala uppfinnilsi. Í dag mugu vit ásanna, at tøknin alla tíðina yvirhálar seg sjálva. Útbúgving [...] at tey eru ótíðarhóskandi, vísa seg mangan at hava menglar, áðrenn tey eru liðugt installeraði. Ein av teimum møguleikum, sum tøknifrøðiliga hevur vakt ans, er internetið. Hesin miðil hevur gjørt útboðið
og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki. Jan Müller segði eisini, at vit Internet Sosialinum fáa eisini lýsarar hjá blaðnum høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Mø [...] ? Bløðini hoyra til tann partin av tilfarinum á Internetinum, sum hevur størstan áhuga, og tískil er tað so nátúrligt, at vit eisini eru við har, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Hann sigur eisini [...] eisini, at tað serliga hjá einum føroyskum fjølmiðli er áhugavert at nýta internetið, tí eingin føroyskur fjølmiðil røkkur so víða um heim, sum internetið. ? Hetta kann sjálvandi tykjast kollevltandi við
spenningur í. Og fyri nøsini av umleið 300 áskoðarum, kláraði liðið hjá Sverra Jacobsen at fáa vestmenningar í gólvið, og vinna við einum máli. Ingi aftur mansvardur Tað byrjaði eisini gott hjá Kyndlaliðnum, sum [...] Teir skoraðu nógv mál fyrsta partin av dystinum, meðan vestmenningar løgdu meiri enn trilvandi fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom vend í, og seinasti parturin av fyrra hálvleiki var besta tíðarskeiðið [...] VÍF-spælið nógva av tíðini var rættiliga stirvið. Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra bakki helt VÍF inni í dystinum nógva av tíðini. Løgdu
ístand fyri síðani at selja tey aftaná. Tá er tað meiri nærliggjandi at vænta, at teir fara at nýta eina rúgvu av pengum at gera okkurt einstakt virki í stand, fyri síðan at kunna staðfesta at hetta virkið [...] hava dugað sera illa at tulka rætta vegin, og hevur hetta tíverri ikki kostað samfelagnum so lítið av bæði óneyðugum stríði og peningaligum tapum. Men tað sum fekk meg at tríva í pennin er samrøðan sum [...] partafelag, sum, saman við stjórnini, hevur til endamál at fáa niðasta talið í ársroknskapinum at verða so gott sum gjørligt, og tað kann m.a. verða gjørt við at avmarka kappingina frá øðrum fiskakeyparum í mest
ongin ivi um. Sjálv veit hon um eitt av fólkunum, sum býr á pensjónatinum, sum vann okkurt á bingu nú eitt kvøldið. Tá helt onkur fyri við tað: Nú, hatta var gott at hava á jólum Nei, vit sleppa ikki [...] pensjónatinum á Landssjúkrahúsinum fáa eini troystarleys jól. Tí leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur gjørt av at tveita tey heimaífrá á jólum. Landssjúkrahúsið er farið undir álvarslig sparitiltøk fyri at fáa [...] at raka teir umleið 10 langtíðarsjúklingarnar, sum búgva á pensjónatinum. Tí fyri at spara er gjørt av at lata pensjónatið aftur, og at flyta tey 10 fólkini, sum har búgva á aðrar deildir at verða á jólum