fongsulsrevsingar í teirra seinasta valskeiði sum forseti. Biden hevur verið ógvuliga upptikin, tá tað kemur til ta greinina. Millum annað broytti hann í desember revsingina hjá 37 av 40 deyðadømdum í samveldi [...] samveldisfongslunum í landinum. Teir fingu í staðin lívslanga fongsulsrevsing uttan møguleika fyri royndarleyslating. Eisini í desember gav hann revsilækking til umleið 1.500 fólk, sum vórðu leyslatin úr fongslinum [...] móti umrøddu revsimálum. Republikanski Donald Trump verður tikin í eið sum forseti í USA 20. januar, eftir at hann vann forsetavalið í november á demokratinum Kamala Harris. /Ritzau/
allar MR-skanningarnar í Sjúkrahúsverkinum. Áðrenn 3T MR skannarin varð tikin í nýtslu í mai í 2024, varð farið undir eina tilgongd at førleikamenna starvsfólkini í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran [...] monnum undan at fara av landinum til kanningar. Í 2024 vórðu í alt 595 MR-skanningar gjørdar í 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er kapasiteturin stórur [...] landsstýriskvinna í heilsumálum Fleiri prostataskanningar og betri tænasta Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark. Nú farið er undir at gera hesar skanningarnar í Føroyum, fer talið
toppfótbólti í 2023. Norðmenn høvdu tað góða demokratiska prinsippið, at feløgini í tveimum teimum fremstu fótbóltsdeildunum skuldu atkvøða um hvørt VAR skuldi innførast ella ikki. Undan kappingini í 2023 var [...] eru 18 feløg í bestu og næstbestu deildini í Noregi fyri at avtaka VAR í norskum toppfótbólti. Frederikstad Blad skrivar, at ein meiriluti á aðalfundunum hjá Viking, Haugesund og Odd fyrr í vikuni atkvøddu [...] atkvøddu fyri at avtaka VAR. Tað eru 32 feløg umboðað í tveimum teimum fremstu deildunum í Noregi, so nú eru í mesta lagi 14 feløg fyri at varðveita VAR. Felagið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad er millum
bygdaráðnum í Eiðis kommunu, sum varð hildin seint í gjár. Á fundinum varð samtykt við fýra atkvøðum fyri og tveimum blonkum at strika sáttmálan við Sp/f Búð, sum varð undirskrivaður á seinasta degi í 2024 – [...] á seinasta degi hjá undanfarna bygdaráði. Í fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum í gjár sæst, at sakførarin hjá Eiðis kommunu, Djóni Thomasen seint í november í fjør vísti á, at byggingin ikki er innanfyri [...] við stuðlamúrinum á økinum. Í uppskotinum, sum varð til viðgerðar á bygdaráðsfundinum á Eiði í gjár, varð samstundis mælt til, at trivnaðarnevndin í kommununi beinanvegin fer í holt við at tosa við neyðugar
frítíðarskúla og ungdómshús. Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan, varð sagt í Eiðis kommunu um verkætlanina. Lagt varð aftrat [...] frítíðarvirksemi í kommununi. Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru verða við til at skapa og menna felagsskapin. Men, eftir fyrsta almenna fundin í nývalda bygdaráðnum í Eiðis kommunu [...] kommunu seint í gjár er greitt, at henda verkætlan verður av ongum. Nývalda bygdaráðið samtykti við fýra atkvøðum fyri og tveimum blonkum at steðga verkætlanini. Sambært nývalda borgarstjóranum í Eiðis kommunu
einum og tveimum stigum, men við at vinna sjey av átta stigum á rað gjørdi ÍF hol í sjógvin og fór frá 14-15 upp á 21-16. Eitt sindur av spenningi kom aftur í settið, tá ið SÍ minkaði um munin niður í 20-22 [...] sæti í FM-finalunum í gjár, so er tað mest sum bara matematiskt, at finaluplássið kann gleppa, tí SÍ er framvegis 10 stig frammanfyri ÍF á triðjaplássinum, sum í mesta lagi kann fáa 12 stig afturat í sínum [...] ein dyst færri. Fremsta liðið í landskappingini fær heimavøll í fyrstu FM-finaluni og aftur í einari møguligari triðji finalu. Spælt verður best av trimum dystum. Støðan í Polestar-deildini: Nr. Lið Leiktir
fýra steypasigrar, umframt til deildarspælið í Conference League hevur tikið við starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari. Fyrsta uppgávan verður í tveimum dystum móti Kosovo, ávikavist 20. og 23. mars [...] Sostatt skal Gunnar Vatnhamar, ið hevur vunnið bæði greipuna í Íslandi í 2023, og hevur saman við liðfeløgunum vunnið seg víðari í Conference League hava ein nýggjan venjara. Arnar Gunnlaugsson er longu byrjaður [...] mars at royna at sleppa undan niðurflyting til C-deildina í Nations League. Í heyst bíða HM-undankappingardystir móti Aserbadjan og Ukraina og vinnaranum av uppgerðini millum Frakland og Kroatia. Sostatt
num siglir í ring um eitt øki í Eystursjónum við eina gassleiðing úr Noregi til Póllands. Tað sigur ein ónevnd kelda frá uttanríkisráðnum í Póllandi við pólsku sjónvarpsstøðina TVP World. Í løtuni er nógv [...] sum sigla í Eystrasalti og vísa illgrunasaman atburð. So seint sum í desember varð skaði gjørdur á streymsjókaðalar og dátasjókaðalar. Verjusamgongan NATO hevur tí gjørt av at økja um nærveruna í Eystrasalti [...] Eystrasalti við tveimum skipum orsakað av fleiri kaðalbrotum um jólini. /Ritzau/
arar í NATO-londunum í Eystrasalti. Trygdin í Eystrasalti er stóra málið - eitt nú hvussu vit betur kunnu verja kritiskt undirstøðukervi á havbotninum. - Eg eri sjálvandi sera stúrin um støðuna í Eystrasalti [...] úan, Mette Frederiksen, er í morgun á NATO-fundi um Eystrasalt í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Á skránni er millum annað handfaringin av sonevnda russiska skuggaflotanum í Eystrasalti. - Eg stúri fyri [...] skuggaflotanum. Hetta er ein máti hjá Russlandi at halda fram við krígnum í Evropa, sigur Mette Frederiksen í stuttari fráboðan. Skipini í skuggaflotanum verða hildin at umganga altjóða revsitiltøk móti Russlandi
hevur nú longt sáttmálan við Ringkøbing við tveimum árum, so Rakul var framvegis harða kapping um at sleppa at verja málið hjá Ringkøbing í bestu donsku deildini. Í morgin klokkan 17.30 hevur Ringkøbing torføran [...] Ringkøbing í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum hevur tveir málverjar. 22 ára gomlu Rakul Wardum og 32 ára gomlu, Stephanie Andersen. Stephanie Andersen hevur hetta kappingarárið fingið væl meira spælitíð