Polestar-deildin:
SÍ – ÍF 1-3 (21-25, 25-19, 20-25, 22-25)
Við trimum stigum ímóti ÍF í gjárkvøldið hevði SÍ havt vunnið seg í FM-finalurnar, men heldur óvæntað vóru tað gestirnir úr Fuglafirði, sum tóku øll trý stigini.
Áðrenn ÍF javnaði til 14-14 í fyrsta setti, hevði SÍ fyri tað mesta verið frammanfyri; tó ikki meira enn við einum og tveimum stigum, men við at vinna sjey av átta stigum á rað gjørdi ÍF hol í sjógvin og fór frá 14-15 upp á 21-16. Eitt sindur av spenningi kom aftur í settið, tá ið SÍ minkaði um munin niður í 20-22 og 21-23, men fuglfirðingar hildu høvdið kalt og vunnu settið 25-21.
Í øðrum setti hevði SÍ tíðliga hug at draga frá og fór frá 4-4 til 14-8, og tá megnaði ÍF ikki at svara aftur. Men tað gjørdi ÍF í triðja setti, sum hevði verið javnt fyrra helmingin, men so líðandi dragnaði SÍ, og so vann ÍF 25-20.
Fjórða settið var tað javnasta, og javnt var við støðurnar 3-3, 6-6, 9-9, 12-12 og 14-14, tá ið ÍF við fimm stigum á rað fór framum 19-14. SÍ kom tó afturíaftur og javnaði til 20-20, men ÍF hevði kortini munin, tað sum eftir var og vann 25-22 og dystin 3-1.
Hóast SÍ ikki vann sær sæti í FM-finalunum í gjár, so er tað mest sum bara matematiskt, at finaluplássið kann gleppa, tí SÍ er framvegis 10 stig frammanfyri ÍF á triðjaplássinum, sum í mesta lagi kann fáa 12 stig afturat í sínum fýra írestandi dystum. SÍ hevur fimm dystir eftir. Tann fyrsti er sunnnudagin kl. 13 ímóti Mjølni, sum er tvey stig aftanfyri og hevur spælt ein dyst færri.
Fremsta liðið í landskappingini fær heimavøll í fyrstu FM-finaluni og aftur í einari møguligari triðji finalu. Spælt verður best av trimum dystum.
Støðan í Polestar-deildini:
Nr. |
Lið |
Leiktir |
Settmunur |
Stig |
1 |
SÍ |
11 |
19 |
27 |
2 |
Mjølnir |
10 |
18 |
25 |
3 |
ÍF |
12 |
-3 |
17 |
4 |
Fleyr |
11 |
-5 |
12 |
5 |
Ternan |
10 |
-29 |
0 |