Arnar Gunnlaugsson sum hevur ført Víking Reykjavík til tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar, umframt til deildarspælið í Conference League hevur tikið við starvinum sum íslendskur landsliðsvenjari.
Fyrsta uppgávan verður í tveimum dystum móti Kosovo, ávikavist 20. og 23. mars at royna at sleppa undan niðurflyting til C-deildina í Nations League.
Í heyst bíða HM-undankappingardystir móti Aserbadjan og Ukraina og vinnaranum av uppgerðini millum Frakland og Kroatia.
Sostatt skal Gunnar Vatnhamar, ið hevur vunnið bæði greipuna í Íslandi í 2023, og hevur saman við liðfeløgunum vunnið seg víðari í Conference League hava ein nýggjan venjara. Arnar Gunnlaugsson er longu byrjaður uppá fyrireikingarnar til dystirnar hjá Íslandi móti Kosovo í mars.