tríggjar konsertir í Føroyum hesa vikuna, áðrenn leiðin gongur til Keypmannahavnar í næstu viku. Mikukvøldið 18. mars verður konsert í Reinsarínum í Havn, fríggjakvøldið verður tað á Listastovuni í Miðvági, og [...] og leygarkvøldið verður tað Tøting í Syðrugøtu. Hetta verður ein lítil, forkunnug konsertferð, sum eisini er upphiting til ta stóru konsertina í Alice í Keypmannahavn 25. mars, har Silvurdrongur spælir [...] Koshka. Eisini verður bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 27. mars, har Trygvi Danielsen hittir Sissal Kampmann at práta um stórverkið hey :), sum kom út í november í fjør. Við sær á pallin hevur S
Tryggingareftirlitið gjørdi í des. 2024 eina kanning av íløguavkastinum hjá føroysku pensjónskassunum. Í mun til danskar pensjónskassar hava teir føroysku einans megnað 3% í miðal í árunum 2014 til 2023, har [...] kemur at mangla í, tá føroyingurin skal á pensjón. Og kemur eisini at mangla í sambandi við haldførið. Eitt av argumentunum hjá pensjónsfeløgunum hevur verið, at uppspararin í Føroyum ikki dugir líka væl [...] uppsparingini, og harvið fáa veruliga kapping í. Tað hevði eisini í nøkrum førum stillað kundan betri yvirfyri bankunum í sambandi við onnur fíggjarviðurskifti, t.d. í sambandi við lán til bústað. Gevur ein banki
Í føroysku vælferðarskipanini lyfta vit í felag. Vit rinda øll í felagskassan. Soleiðis kann samfelagið menna góðar og fakliga sterkar felagsskipanir, og vit velja ikki sjálvi, hvørjar skipanir vit vilja [...] vilja brúka hana. Í summum førum rinda vit fyri eina tænastu, vit ikki brúka. Summi brúka hana ongantíð, og summi brúka hana fleiri ferðir. Barnagarðspláss er ein av teimum. Vit rinda í felag, so børnini [...] Tað verður sostatt dýrari fyri okkum onnur, og færri pengar verða eftir at menna fakliga støðið. Í Føroyum lyfta vit solidariskt. Tí taki eg greiða frástøðu frá hugsanini um, at vit kunnu taka pengar úr
ímóti nummar trý í bólkinum, tá Føroyar og Sveis fríggjakvøldið í komandi viku bresta saman í U21 EM undankappingardysti á Stockhorn Arena í Thun. Og sammett við seinasta dystin hjá Føroyum, sum var á útivølli [...] útivølli móti Frankaríki í novembur í fjør, hevur Ólavur Mikkelsen framt tríggjar broytingar í hópinum. Hesaferð hevur venjarin sent boð eftir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Aron Benjaminsen úr Víkingi, og [...] møttust á Tórsvølli í oktobur í fjør gjørdist úrslitið 3-1 til Sveis. Undan dystinum á Stockhorn Arena hava Føroyar 9 stig, eitt stig frammanfyri Sveis, sum hevur 8 stig. Frankaríki er fremst í bólkinum við 10
fyrr enn í Føroyum. Fjórði hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Álandi í tretivunum — eitt sindur fleiri enn í Føroyum, har tað er fimti hvør. Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúguárunum [...] fara avstað úr Álandi samanborið við í Føroyum. Í Álandi fara tey avstað eitt sindur fyrr enn ung í Føroyum. Í Álandi eru flest burtur í fyrru helvt av tjúgunum. Í Íslandi sær tað heilt øðrvísi út. Millum [...] um. ##med2## Í tjúgunum eru væl fleiri burtur úr Føroyum og Álandi enn í Íslandi Ein av stóru mununum landanna millum er, hvussu mong eru burtur, tá tey eru í tjúgunum. Í Føroyum eru í miðal 40 prosent
heima, tá tey eru í frítíð, hóast tey longu gjalda nógv í skatti. Tey gjalda eisini arbeiðsmarknaðargjøld, limagjøld til fakfeløg og føroyska eftirløn, sum eisini verður skattað í Føroyum. Vit eiga ikki at [...] kann vera, at fleiri velja at flyta úr Føroyum. Fleiri hava longu gjørt tað. Hesin politikkurin fer ikki at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum – hann kann tvørturímóti minka tað. Nógv av teimum, sum arbeiða [...] sínar og samfelagið, og pengarnir eru brúktir í Føroyum, sum eisini hevur givið landskassanum stórar inntøkur. At broyta skipanina nú er at spæla við eini týdningarmiklari inntøkukeldu. Avleiðingin kann
fyrr enn í Føroyum. Fjórði hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Álandi í tretivunum — eitt sindur fleiri enn í Føroyum, har tað er fimti hvør. Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúguárunum [...] fara avstað úr Álandi samanborið við í Føroyum. Í Álandi fara tey avstað eitt sindur fyrr enn ung í Føroyum. Í Álandi eru flest burtur í fyrru helvt av tjúgunum. Í Íslandi sær tað heilt øðrvísi út. Millum [...] um. ##med2## Í tjúgunum eru væl fleiri burtur úr Føroyum og Álandi enn í Íslandi Ein av stóru mununum landanna millum er, hvussu mong eru burtur, tá tey eru í tjúgunum. Í Føroyum eru í miðal 40 prosent
Náttúran í Føroyum er viðbrekin og serstøk. Tí skal hon verjast. Í farna valskeiði fingu vit loksins samtykt náttúruverndarlógina. Hetta var fyrsta stig. Nú skal náttúruverndin fremjast í verki. Við lógini [...] saman. Tá margfeldið í náttúruni minkar, vikna vistskipanirnar. Tí er náttúruvernd ikki bara ein spurningur um einstøk øki, men um at tryggja grundarlagið undir lívinum í Føroyum. Minst til náttúruna 26 [...] skulu seta verjuna í verk. Tí er tað altavgerandi, at fólk, sum raðfesta náttúruvernd, koma at ráða fyri borgum, so vit fáa vart náttúruna, har tørvur er á tí, sjálvsagt við støði í arbeiðinum hjá einari
Virðini eru ikki nóg væl býtt í Føroyum. Hetta gongur út yvir fleiri grundleggjandi vælferðartænastur. Vit eru eitt nú alt ov pírin við at gera íløgur í fólkaskúlan. Her mugu vit arbeiða nógv skjótari [...] skjótari, tí fólkaskúlin er ein íløga í okkara børn – okkara framtíð. Trýstið á fólkaskúlan veksur. Næmingatalið í serflokkum er tvífaldað seinastu seks árini og nærkast nú 300. Talið av næmingum, sum hava føroyskt [...] raðfestast hægri. Okkurt hevur verið frammi í valstríðnum um – nú málið um at hækka pensjónsaldurin bleiv tikið aftur – at eggja næmingum, sum velja at fara í 10. flokk, heldur at fara á arbeiðsmarknaðin
fer fram gjøgnum statin. Tí er tað ein verja í sjálvum sær at vera sjálvstøðugt land. Og sjálvsagt altíð í samstarvi við onnur lond. Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt [...] roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa loyvi at søkja limaskapin í WTO. Nakað, sum átti at [...] Vit brúka nógva tíð og orku upp á forðingar, tí vit eru í ríkisrættarligum bondum. Eg hugsi onkuntíð um tað sum tíðina áðrenn fríhandilin í Føroyum. Nær fóru Føroyar at blóma? Tá ið einahandilin bleiv avtikin