gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar [...] parkera beint framman fyri skúlan, meðan børnini bíða eftir, at skúlin letur upp. Harumframt koma næmingar úr Húsavík og Dali við bussi, sum koyrir inn á økið framman fyri skúlan at seta børnini av. Sam [...] Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd
fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum [...] kilometrar um tíman. Tað merkir, at 85 prosent av bilunum koyrdu 64 kilometrar um tíman ella minni, meðan 15 prosent koyrdu skjótari. Hetta stendur í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar
teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða [...] skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir at fáa teg at góðkenna eina innritan við Samleikanum, skalt tú avlýsa [...] eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram. Kennist tú ikki við innritanina, skalt tú avlýsa. Ávaringin gevur tær høvið at steðga á og
væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast skjótt komandi mánaðirnar . Seinasta sterka El Niño-fyribrigdið var í 2023–2024. Copernicus vísir á, at sera høgir sjóvarhitar [...] Kyrrahavinum. Mátingar hjá evropeisku Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum [...] menning. Í juni var sjóvarhitin nógv oman fyri vanligt í stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum, eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur
Men í juni mánaði frættist í fjølmiðlunum, at LÍV-samtakið hevði mist 174 mió. krónur við at gera íløgur í eitt felag, sum ikki hevði megnað at tjent pengar, og at samstarvið við hetta felagið tí var steðgað [...] um nakað krav er um gjøgnumskygni, soleiðis at løntakarar kunnu fylgja við í, hvussu nógv tey fáa burturúr uppsparingini? Eisini spyrji eg, um ætlanir eru um at gera broytingar viðvíkjandi avkasti og gj [...] verða sett feløgum, ið umsita kravdu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum? Tann spurningin fari eg at seta Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni, á tingfundinum í morgin. Sambært lógini um eftirløn, skulu
ein lastbilur máldur at koyra 87 kilometrar um tíman, hóast mesta loyvda ferðin hjá honum var 70 kilometrar um tíman. Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og bót fyri at tosa í telefon undir koyring [...] Tveir bilførarar vórðu máldir at koyra ávikavist 105 og 109 kilometrar um tíman og fingu klipp. Ein bilførari, sum bert hevði havt koyrikortið í stutta tíð, varð máldur at koyra 116 kilometrar um tíman [...] koyring. Annars hevði løgreglan einki at skriva um frá restini av degnum og náttini.
kappingarmál fyri Karlskrona. Tróndur var eisini noteraður fyri trý mál í kvøld. Fríggjakvøldið klokkan 18 spæla liðini seinnu sekstandapartsfinaluna í Karlskrona, har Anderstorp aftur sleppur at skjóta seks [...] deildini. Karlskrona vann stórsigur 34-25. Í steðginum var Anderstorp á odda 5-0. Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan. Í seinna hálvleiki vísti Karlskrona onga náði, og Anderstorp [...] Karlskrona spælir ikki fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini fyrrenn 23. september. Teir leggja fyri við dysti á heimavølli móti Alingsås.
Í kvøld spældu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG fyrsta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Talan var um dyst í Svendborg Arena móti Skjern. GOG vann dystin 35-29. Í steðginum
Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nakrar sangir, og høvi verður at keypa bókina [...] bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka. Um bókina: Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann [...] eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana. Bókin er 100 bls, og málbólkurin er børn 7-12 ár. Urd Johannesen er rithøvundur
Men skipanin kann hjálpa okkum at menna innihaldið – og knýta føroyska úrvalsmiðstøðina at einum størri norðurlendskum og evropeiskum vitanarneti. Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av [...] hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt [...] virði við at lata okkum fáa atgongd til serfrøði, vitan, netverk og verkætlanarfígging, sum hevði verið trupult og dýrt hjá einum landi við 55.000 íbúgvum at bygt upp einsamalt. Á fíggjarlógini fyri 2026 varð