Vit kunnu ikki koma víðari. At seta álit sítt á pening og góðs er ein følsk trúgv. Og henda falska trúgv kann altíð falla saman. Og vit sanna, at okkara trúgv á mammon var ein følsk trúgv. Kristin trúgv lærir [...] ikki alt. Tað er ein vandi við at eiga nógv góðs. Vit hava lyndi til at byggja á tað, vit eiga. Vit seta okkara trúgv og álit á mammon. Og tað gera mong menniskju í dag. Men tá vit soleiðis við okkara ma [...] korum, lívið hevur, so vit ikki flýggja inn í ein óveruligan heim, inn í eina falska trúgv, sum trúgvin á mammon er. Lív og deyði eru lívsins kor. Og fæ og góðs kann ikki geva okkum frið og frelsu, kærleika
Soleiðis ljóðar ein áminning frá apostlinum Paulusi til unga vin sín Timoteus. Á hesum sinni fara vit at nýta áminningina rættiliga frítt og leysa frá sínum søguliga samanhangi. Minst til Jesus Kristus [...] Viðhvørt eru vit um at falla í fátt, tí dapurt lyndi er viðhvørt køvandi fyri sálarligan trivnað og sanna guðsbarnagleði. Minst til góða menniskja: Minst til at páskaboðskapurin aftur hevur ljóðað. Krossurin [...] hann hevur opinberað seg fyri kvinnunum, lærusveinunum og hundraðtals vitnum. Sjónliga gekk hann um á foldum, og einaferð át hann enntá fisk til morgunmatar. So hugaligt evangelium. Latum okkum ikki falla
heimi fyri friði, rættvísi og kærleika, er ikki nakað, sum vit skulu leggja á hillina fyri tað. Sagt verður, at einaferð rópti Guð á Ádam og spurdi: »Hvar ert tú?« Ikki eru so fá, sum hava vent spurninginum [...] tað góða kann vinna frama?« Soleiðis er. Vit fáa einki nøktandi svar á spurningin um hitt ónda í heiminum, hví munurin er so stórur á eydnu og óeydnu manna millum. Vit eiga tí heldur ikki at læsa okkum [...] við hann: »Kom við mær. Nú skalt tú sleppa at velja tær ein annan kross«. Eingilin førdi mannin út á ein stað, har nógvir krossar vóru ? ymiskir í stødd og skapi ? og segði: »Vel nú«. Maðurin fór so at
vit savnast í kristna felagsskapinum. Náðin er nýggj á hvørjum degi. Vit kunnu ikki annað enn fagna adventsdrottinum. Vit kunnu ikki annað enn trúgva á hann. Vit liva hvønn dag í vón og væntan. Vit kunnu [...] kemur hann og hann kemur sum hin eyðmjúki Harrans tænari. Hann ríður inn í Jerusalem á einum ásini. Hann ríður ikki á einum hesti, sum er stríðsdjórið. Nei, hann er Gud og menniskja í einum persóni. Hann [...] til ein kaldan og avskeplaðan heim. Hann er hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvøjra menniskju. Tað er hann, vit savnast um. Nú kemur hann og hann kemur nú á serligan hátt í kristna felagsskapinum. Vit kunnu
okkara. Vit hava kærleikans Gud til faðir og harra. Og vit liva nú av náði Guds og vit liva í trúnni á frelsaran. At trúgva er at lata seg sannføra dag og dagliga av kristna boðskapinum. Tað er at venda [...] Guds anda. Uppgáva okkara er nú at spyrja eftir, hvat Guds vilji er. Guds vilji er tað góða, tað sanna og uppbyggiliga. Gud vil alt, sum er gott fyri okkum og næsta okkara. Hann vil, at vit eru heil og
okkara. Vit hava kærleikans Gud til faðir og harra. Og vit liva nú av náði Guds og vit liva í trúnni á frelsaran. At trúgva er at lata seg sannføra dag og dagliga av kristna boðskapinum. Tað er at venda [...] Guds anda. Uppgáva okkara er nú at spyrja eftir, hvat Guds vilji er. Guds vilji er tað góða, tað sanna og uppbyggiliga. Gud vil alt, sum er gott fyri okkum og næsta okkara. Hann vil, at vit eru heil og
boðað orð míni?, sigur Harrin. At standa í ráði Harrans er at liva í áliti á hann og í støðugari lýðan á orð hansara. Tað ger hin sanna profeturin. Tí kallar hann eisini fráfallin til umvendingar og bót. Tað [...] sókn, um presturin svíkur á prædikustólinum.? Tí presturin er settur til at vísa veg til frelsu. Svíkur hann her og leiðir burtur, so ber hann ta tyngstu ábyrgd, sum liggja kann á einum mannabarni. Tað er
Guð, at friður valdar sinn? og hug?, og ei eg frá tær víki; tú minn meg á tað hjartalag, tú bart so mangan dapran dag, tú minn meg á títt ríki! Jákup Reinert Hansen [...] Fyrst sigur hann, at tað hevur størri týdning at verða samdur við bróður sín enn at bera fram gávu á Guðs altar. Tann, ið kennir Jesaja profet, veit, at Guð tekur ikki náðiliga móti gávum, sum blóðdálkaðar [...] fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; lættið av tí illa. Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstødddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.
Testamenti. Men í fylling tíðanna, kom Jesus. Í honum er Gud sjálvur komin okkum á møti í leitan og tráan okkara. Tó á tann hátt, at enn ganga vit í trúgv - ikki í skoðan. Enn hevur Gud sannleikan sitandi [...] at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg, hava menniskju nátt størri og størri málum. Hvørt stig á vísdómsleið leiðir alsamt til tað næsta. Komandi tíðir fara somuleiðis at hava ættarlið, ið økja um [...] hava vit rokkið høgum lívskorum. Men strembanin hevur eisini havt sín høga prís. Í dag mega vit sanna, at tann gudgivna uppgávan: at leggja jørðina undir seg, meira er merkt av ránsveiðu enn av tænastu
mál og mið. Kristin trúgv er ikki bara orð oman á orð. Eitt lív í trúgv og kærleika eigur at spíra fram, har kristin menniskju eru. Men vit mega mangan sanna, at Jesus væntar sær meir av okkum, enn vit megna