Eitt gott politisk vikuskifti

-

Vit eru mong, sum kenna lætta og eru takksom fyri nógv av tí politiska, sum kom fram í ljósið um vikuskiftið, og lat okkum taka okkurt fram úr rúgvuni:

1. Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, gav okkum eina góða og objektiva lýsing av Hvítubók, og vísir eisini á hvussu nevnda bók verður brúkt.

2. Rolf Guttesen hevði enn einaferð eina góða avdúking um Hvítubók.

3. Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður hevði eina sanna lýsing um arbeiðsháttin hjá Høgna Hoydal, ið er nýggjur og ódemokratiskur.

4. Forkvinnan í Føroya størsta fakfelag vendir fullveldinum bakið.

5. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava nú lagt fram sína hugsan um Hvítubók, ella rættari sagt Høgnasa bók, tí í Dimmalætting frá 8. sept. í ár skrivar Høgni Hoydal, at hann persónliga hevur ábyrgdina av arbeiðssetningunum hjá nevndunum, ið hava skrivað Hvítubókm, og tískil kann tað valla vera burturvið framyvir, at brúka navnið »Høgnasa bók«.

Búskaparfrøðingar kunnu illa gera annað enn tað, sum teir verða bidnir um.

6. Løgmaður sær ein møguleika fyri breiðari semju, og hann vil ikki uppá forhond heilt avvísa, so sum varaløgmaður, at umboð fyri andstøðuna kanska vera við í samráðingarnevndini, sum skal gera nýggja avtalu við danir.

Jú, sanniliga má ásannast, at fløkta politiska kjakið nú er vorðið meira greitt og positivt.

Einasta illgrasið, í farna vikuskifti stóð í Sosialinum tann 18. sept., har ein blaðmaður hevur eina tíðindafrásøgd og eina samrøðu, sum hann við stórum stavum kallar: »Sambandstungan loysnað - Tungan er svørt«. - Ein politiskt litaður og eisini óvanliga subjektivur tíðindaflutningur.

Trygvi F. Guttesen