systirin, Anna, giftist við Sverra Trónd Hansen í Tórshavn. So komu tvíburðarnir Petur Jacob og Hannemia. Torgerð giftist til Klaksvíkar við Óla Joensen, sála, vanliga róptur Óli bóndi. Ketty giftist við Jákup [...] hevur uttan iva gjørt sítt til, at syskini altíð hava hildið serstakliga væl saman. Bæði Petur Jakku og Hannemia eru listafólk, og bæði hava tey grønar fingrar, sum tikið verður til. Petur Jakku hevur - umframt [...] hevur gingið nógv úti í náttúruni og fiska síl á Leitisvatni og Fjallavatni. Hann hevur verðið við til at givið út í bók við ymsum ritum eftir pápa sín, og fyri tveimum árum síðan gav hann út bókling og
4. desember 1923, sonur Sunnevu, f. Clementsen, úr Húsavík, og Johan Petur Hentze á Sandi. Hann giftist við Helenu, f. Debes, úr Havn. Demmus varð útbúgvin løgfrøðingur í 1952 og byrjaði sum advokatfulltrúi [...] í Sandoyar valdømi umboðandi Fólkaflokkin. Hann kom aftur í Landsskattanevndina í 1981 og sat har til síðst í 90-unum. Hann var nevndarlimur í SEV frá 1967-75, limur í Norðurlandaráðnum frá 1973-80, n
Selma giftist við Daniel Jacob (kallaður Dolli) úr Sumba. Hann doyði fyri 14 árum síðan, so hon hevur sitið einkja øll hesi árini. Selma var ein sjáldsom kona at koma inn til, hon var sera blíð og hon
at oljuvinnan ávirkar arvaeginleikarnar hjá fiski, er norska fiskimannafelagið eftir øllum at døma til reiðar at góðtaka, at oljufeløgini fara undir at bora eftir olju og gassi í pørtum av Barentshavinum [...] tað víst seg, at oljuvinnan fær óhepnar avleiðingar fyri fiskastovnarnar, treytar felagið sær rætt til at krevja, at loyvi ikki verða givin á øðrum týðandi fiskileiðum. Gott hjá hjá partaeigarum Alt bendir [...] í Sydbank. Ein annar banki, sum eisini hevur havt eitt gott ár, er Skjern Bank, sum eisini heldur til í Jyllandi. Sambært JydskeVestkysten er virðið á partabrøvunum í hesum bankanum vaksið uppaftur meiri
yrkisútbúgving sum ergoterapeutur á sjúkrahúsinum í Glostrup, giftist móti ársenda í 1961 við Sólbirni Jacobsen úr Fuglafirði, og fluttu tey saman til Føroya í 1968, har maðurin gjørdist telefonverksstjóri, [...] Norðurhøvum lótu føroyskt flagg evna til úr einum mjølsekki, vundu tað á stong og annars brúktu hetta heimagjørda merki í mong ár á sjónum. Else og Sólbjørn fluttu sum nevnt til Føroya í 1968 og bygdu sær eitt [...] kokkur, og Else, sum við sínum spaklynta, flógva humori, ídni og ordanssansi hevur viðvirkað so væl til innanhýsis hugnan. Else og Sólbjørn fingu børnini Lars, sum er maskinmeistaraútbúgvin og í starvi hjá
Sunnevu og Mikk til hesa kapping var Ørvur, sum var teirra fyrstiføddi. Í dag eru helst nógvir Ørvar, men hann var sum smádrongur einnevndur í Klaksvík. 15 ára gamal fór hann úr skúlanum og til skips við Viðoynni [...] Ørvur giftist Edith Lamhauge úr Vági, har tey settu búgv. Edith doyði í 1996. Í hjúnarlagnum eru tveir synir, Ronnie og Súni - annar samfelagsfrøðingur, og hin verður tað í næstum. Seinni giftist Ørvur [...] Viðoynni til Grønlands. Longu áðrenn teir komu á fiskileið, tóku teir í ruskveðri manningina av einum portugisiskum fiskiskipi, ið hevði siglt á ein boða uttan fyri Føroyingahavnina við 84 monnum umborð
longu í 1864. Niels livdi síni barnaár í Havn, til hann sum umleið 14 ára gamal, í 1874, var sendur til Herlufsholm í Danmark at lesa, men illa gekst, hugurin til at ganga í skúla var lítil og eingin. Hann [...] og í 1876 bleiv hann sendur til Reykjavíkar, har hann bleiv studentur í 1882, sum 21 ára gamal. Eftir tað var hann eitt skifti í Føroyum og fór síðan til Danmarkar at lesa til lækna. Í Keypmannahavn flutti [...] leingi til at rannsaka hetta til fulnar. Fólk sum høvdu sjúkuna "Lupus Vulgaris", ið var ein hervilig húðsjúka, blivu lekt av ljósinum. Nú á døgum eru tað fá sjúkrahús, sum ikki nýta ljósið til viðgerðir
teimum. Alma var tá bert 12 ára gomul, fasturin hjálpti til í húsinum, til Alma var 16 ár, tá tók hon við og helt hús saman við pápanum og systkinum, til hon fór at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hon [...] hon var fyristøðukvinna á vaskarínum í 14 ár. Ì 1964 giftist Alma við Josias Matras, sum var einkjumaður. Tey vóru gift í átta ár. Josias doyði í 1972. Hesi árini búði Alma uppi á Vágsheyggi, men tá Josias
smádrongur at flýggja til Svøríkis saman við foreldrum og systkjum sínum undan týska hervaldinum. Har búleikaðust tey í nøkur ár til kríggið var liðugt, og komu síðani aftur til Viborg, har tey tóku virksemi [...] el-vinnuna og varð av AEG í Danmark sendur til Føroya at umboða teir. Stutta tíð eftir at vera komin til Føroya, stovnaðu hann og konan egna fyritøku, P/F Kaj Petersens Heilsøla. Seinni høvdu tey gávuhandilin [...] dankst enn illa føroyskt. Á ferðum uttanlanda er Kaj altíð hin fyrsti at ynskja seg heim aftur til Havnar til teldur og tøl. Hann er ein friðarligur og siðiligur maður, og tað er ikki hann, sum stendur í
hann aftur til Porkeris at búgva. Har var hann til 1935, tá hann fór at sigla við Ananu, fyrst sum assistentur, síðan sum 3. meistari. Í 1938 sigldi hann nakrar mánaðir við einum hvalabáti, til hann seinni [...] lívi: Hansemann, Astrid, Elsa, Andrew og Sigrid. Ikki fyltur 16 ára gamal fór John til Keypmannahavnar, har hann lærdi til maskinsmið hjá B&W. Lærutíðin var fimm ár. Hann búði á lærlingaheimi í Nørregade [...] seinni sama árið fekk arbeiði á bedingini í Klaksvík. John fall væl til í Klaksvík. Hann giftist í 1939 við Jonhild, dóttur Jens Chr. Dam úr Havn og Kathrinu, úr Innistovu í Klaksvík. Jonhild var uppvaksin