FM í amboðsfimleiki var um vikuskiftið hjá teimum yngru. Vinnarar vóru: Gentur: 1. Fía H. Smith - HF - 90,15 stig 2. Marta Nielsen - Støkk - 87,58 stig 3. Christina ARge - Ljósið - 87,03 stig Smágentur: [...] - HF - 84,10 stig 3. Lea Eliassen - Ljósið - 74,45 stig Smádreingir: 1. Hjálmar A. Dalsgarð - HF - 97,25 stig 2. Kristian Knudsen - HF - 96,65 stig 3. Sverri L. Jacobsen -HF - 90,85 stig Piltar: 1. Magnus
enn í 2010. Men tað var ikki bara rækjunýtslan, sum vaks. Tað sama var við toskinum og tí sonevnda Alaska-upsanum, men tann fiskurin, sum hevði størstu framgongdina í USA í fjør, var pangasius. Seafood [...] Seafood Source skrivar, at í 2010 ótu amerikanarar 101 gram av pangasius í meðal, men at í fjør ótu teir næstan tríggjar ferðir meiri. Tey tíggju best umtóktu fiskasløgini og skeljadýrini hjá amerikanarunum eru
Tað var í dysti ímillum Portland Timbers og Seattle Sounders, at bikarið fleyt yvir hjá Clint Dempsey hjá Seattle. Liðfelagin hjá Dempsey, Michael Azira, fekk reytt kort, og tað fekk blóðið í kók hjá Dempsey [...] kortbókina hjá dómaranum. Hetta fekk Dempsey sjálvandi reytt fyri. Hann kann tó ugga seg við, at hann var ikki einasti leikarin hjá Seattle, sum varð útvístur. Seattle endaði dystin við sjey(!) monnum aftaná [...] einum skaddum manni, sum ikki fekk nakran inn fyri seg, tí at allar útskiftingar vóru nýttar. Talan var um dyst í amerikansku steypakappingini í fótbólti. Revsing er longu givin til Dempsey, og ikki sleppur
USA: Huawei væntar nú at hava søluinntøkur í 2019 upp á 850 milliardir yuan. Tað svarar til slakar 122 millardir dollarar. Fyrr í ár roknaði felagið við einum umsetningi svarandi til 125 milliónir dollarar [...] dollarar. Nýggja metingin fyri umsetningin er tó framvegis 18 prosent hægri enn umsetningur felagsins var í 2018. Í kjalarvørrinum av amerikonsku óttanunum hava fleiri lond frávalt Huawei til at byggja út [...] at døma hevði lagt trýst á Føroyar at velja Huawei til at byggja út 5G netið hjá Føroya Tele. Tað var ein samrøða millum Herálv Joensen, aðalstjóra, og Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sum av óvart varð
er ikki fyrr ein og hvønn, í hvussu er skulu nógvir pengar til. Kostnaðurin er úr 70.000 kr. upp í 110.000 kr. Men fyri hesa upphædd fær tú eisini allan tann luksus, sum tú kundi droymt um. Umborð er nevniliga [...] bryggju týsdagin fekk Tórshavn havn umleið 65.000 kr. Hevði skipið verið liggjandi á Nólsoyarfirði var inntøkan nærri helvtini. Tórfinn Smith sigur, at teir síggja fegnir, at slík skip vitja høvuðsstaðin
átta ára gamal Hans var átta ára gamal, tá ið hann kom til Føroya við Tjaldur. Pápin var farin frammanundan, og nú fóru mamman og børnini. Tað var illveður á leiðini, og hetta var ein drúgv ferð. Ferðin [...] sera fjølbroyttar, men ein var meira serlig enn aðrar. Í Vágum var ein bólkur, sum var vorðin so sterkur í trúnni, at hann helt, at hann eins og Jesus kundi ganga á vatninum. Tí var ætlanin at fara til gongu [...] við sær ein persón, sum eisini var kendur í Føroyum. Hetta gjørdist Anders Røhr Jensen, sum annars var politistur. Hann var giftur við Matildu hjá Gøtu-Anton, sum eisini var politistur í Havn. Tey hjá Ringberg
Landssjúkrahúsinum, 86 ára gamal. Jan Beck , búsitandi í Frederiksberg, andaðist 5. januar, 56 ár. Jan var sonur Janet Lund úr Kollafirði. Dr David John Stewart , vanliga nevndur John ella Jake, maður Marjun [...] gávu. Jürgen Dost , andaðist 30. desember í Freudenstadt í Suður-Týsklandi, 81 ára gamal. Jürgen var giftur við Kirtin, fødd Wolles. Jarðarferðin verður hósdagin í Freudenstadt.Minnisgáva kann [...] ættað úr Sandavági, búsitandi í Vestmanna, andaðist á Heiminum á Grønanesi týsdagin 22. desember, 97 ára gomul. Minnisgáva kann latast Heiminum á Grønanesi, konta í peningastovnunum. Emmy Norðfoss , ættað
Poul Hammer úr Hovi andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 10. oktober, 66 ára gamal. Bønarhald var í kapellinum hósdagin 13. oktober klokkan 17. Gravarferðin verður úr Hovs kirkju fríggjadagin 14. oktober [...] kunngjørd seinni. Jógvan Julius Joensen, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Gilleleje, andaðist sunnudagin, 95 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13 úr kirkjuni Bygade 26, Søborg, 3250 Gilleleje
sigursmálið. Sunnudagin var tað, eftir at Andras Ó. Olsen eftir fríspark stútaði í tvørtræið, og Gutti Dahl-Olsen var fyrstur á returbóltinum, at EB/Streymur vann 1-0 ímóti AB. Og í dag var Andras Ó. Olsen aftur [...] sigursmálið. Hetta var tíggjunda málið í bestu deildini hjá Andrasi, sum hevur spælt 112 landskappingardystir í bestu deildini. EB/Streymur sendi fríspark fram úr høgru, og við handara stólpa var B68 málverjin [...] seg og svara aftur, og tá ið Boubacar Dabo, sum annars var sera eyðsýndur, sá gula kortið fyri aðru ferð, varð møguleikin uppaftur minni. Tað var nógv millum brotsteigarnar báðar tað mesta av tíðini, og
teimum monnunum eru ikki mangir eftir á lívi í dag. Eftir hetta yvirtók hann virksemið hjá pápanum, sum var handil og fiskakeyp. Í 1938 giftist Andreas við Ragnhild Nicodemussen úr Skálvík. Fyrstu árini búðu [...] og fluttu so til Vágs, har hann rak handil og hevði skip, eisini hevði hann fitt av jørð, so nógv var at takast við hjá teimum báðum. Ragnhild og Andreas fingu fýra døtur: Ina, sum býr í Havn, Oddvør, [...] Skipshandlinum og síðan fór hann at starvast hjá Telefonverki Føroya, har hann arbeiddi, til hann var 78 ára gamal. Í mars 2001 doyði Ragnhild, og síðan tá hevur Andreas verið einsamallur í húsi. Hann