Tað var í dysti ímillum Portland Timbers og Seattle Sounders, at bikarið fleyt yvir hjá Clint Dempsey hjá Seattle. Liðfelagin hjá Dempsey, Michael Azira, fekk reytt kort, og tað fekk blóðið í kók hjá Dempsey. Hann gjørdi ikki mætari enn at skræða kortbókina hjá dómaranum. Hetta fekk Dempsey sjálvandi reytt fyri. Hann kann tó ugga seg við, at hann var ikki einasti leikarin hjá Seattle, sum varð útvístur. Seattle endaði dystin við sjey(!) monnum aftaná tríggjar útvísingar og einum skaddum manni, sum ikki fekk nakran inn fyri seg, tí at allar útskiftingar vóru nýttar.
Talan var um dyst í amerikansku steypakappingini í fótbólti. Revsing er longu givin til Dempsey, og ikki sleppur hann snikkaleysur. Hann hevur fingið leikbann í seks dystir í amerikansku steypakappingini, sum merkir, at hann ikki kann luttaka í kappingini næstu tvey árini.
Clint Dempsey er ikki bara ein og hvør, tá ið tosað verður um amerikanskan fótbólt, ella "soccer", sum tey kalla tað har um leiðir. Hann hevur leikt 112 dystir fyri amerikanska landsliðið, og eisini hevur hann spælt í enskum feløgum sum Fulham og Tottenham.