Andreas Djurhuus 95

Hósdagin 22. januar verður Andreas Djurhuus, vanliga nevndur Diurin, úr Porkeri, 95 ár

Andreas er føddur í Porkeri, sonur Olavus úr Skemmuni og Elsebeth Susanne Djurhuus av Nesi í Porkeri.

Sum ungur fór hann sum aðrir føroyingar til skips. Tey fyrstu fimm árini við deyðsiglara. Av teimum monnunum eru ikki mangir eftir á lívi í dag.

Eftir hetta yvirtók hann virksemið hjá pápanum, sum var handil og fiskakeyp.

Í 1938 giftist Andreas við Ragnhild Nicodemussen úr Skálvík. Fyrstu árini búðu tey í Porkeri og fluttu so til Vágs, har hann rak handil og hevði skip, eisini hevði hann fitt av jørð, so nógv var at takast við hjá teimum báðum.

Ragnhild og Andreas fingu fýra døtur: Ina, sum býr í Havn, Oddvør, sum býr í Klaksvík, Brynhild, sum býr Danmark, og Jóna, sum býr í Trongisvági.

Í 1970 fluttu tey til Havnar, har tey bygdu sær snotulig sethús við urtagarði, sum er væl røktur líka til hendan dag.

Andreas arbeiddi nøkur ár í Skipshandlinum og síðan fór hann at starvast hjá Telefonverki Føroya, har hann arbeiddi, til hann var 78 ára gamal.

Í mars 2001 doyði Ragnhild, og síðan tá hevur Andreas verið einsamallur í húsi. Hann er raskur og gongur ella koyrir bil í Havnargøtum.

Andreas er ein av teimum stillu og friðarligu í samfelagnum, hann setti sítt álit á Harran sum sínum persónliga frelsara á ungum døgum, og hendan sterka trúgv hansara hevur borið hann gjøgnum lívið.

Føðingardagin er Andreas hjá dóttrini, Brynhild Djurhuus, Vølundsvej 1, DK-3650 Ølstykke, Danmark. Telefon 004547100296