men ofta skipa vit samfelagið, sum var talan um eitt nógv størri land. Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu at verið fjølbroytt og kunnað røkt fleiri uppgávur. Sum dømi nevnir hann havrannsóknarskipið [...] taka lut í fiskiveiðieftirliti og bjarging. – Vit skuldu sæð landskassan sum ein kassa til samanhangandi loysnir – ikki ein kassa, sum skal fíggja fleiri loysnir til somu uppgávur, skrivar Torben Nielsen. [...] og donsku sjóverjuna, sum øll kunnu taka lut í tilbúgving og bjarging. Andreas Mouritsen, tyrluskipari, heldur, at sjónarmiðið er áhugavert. Hann vísir á føroysku tyrlutænastuna sum eitt ítøkiligt dømi um
Impromptu . Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða, umframt Guðrið Hansdóttir, sum syrgir fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit. Hansina málar litríkar málningar
kjóli, sum Ghita Nørby var í sum Ingeborg Skjern í áttanda parti, varð seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå [...] uppspunna blaðnum »Korsbæk Tidende«, sum Maude Varnæs, leikt av Malene Schwartz, heldur í hondini í 19. parti. Blaðið varð selt saman við einum eintaki av Nationaltidende, sum Hans Christian Varnæs, leiktur [...] varð hinvegin ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í Danmark og stendur sum ein partur av danska mentanararvinum, sigur Peter Broe. Matador varð skapt av Lise Nørgaard og hevði
blóðinum og hevur sambært kongshúsinum reagerað væl upp á viðgerðina. Hákun krúnprinsur, sum í løtuni røkir uppgávurnar sum ríkisstjóri, vitjaði pápa sín á sjúkrahúsinum fyrr í dag. Hann kom um middagsleitið
undirvísingini hjá hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum. Undirvísingin fer fram á S
einum samstarvi millum Grønlands Politi, Arktisk Kommando og privat, sum luttaka í leitingini. Grønlands Politi sigur, at maðurin, sum leitað verður eftir, er 49 ára gamli, Jan Olsen, og leitað verður eisini [...] leitingin heldur fram nærindis Qeqertarsuaq. - Her verður leitað fram við landi eftir saknaða bátinum, sum er ein lítil útróðrarbátur, visti Karsten Høyrup at siga í morgun.
samstundis sum meiri enn 60% av landsins fólki hevur fingið vegasamband hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur [...] viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður Norðskálatunnilin, men tá var vanligt [...] saman við brúnni um Streymin hevur kostað tilsaman einar 42 milj. kr. Tað er byggifelagið Pihl & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin
B68 restina av kappingarárinum. B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric. B68
Frederiksen. Samstundis sendir hon eina serliga heilsan til øll tey, sum dagliga fáa viðmerkingar um teir »fullkomnu ófullkomileikarnar«, sum øll menniskju hava. Kelda: Mette Frederiksen á Instagram [...] hvat onnur gera við útsjóndina hjá sær. – Sjálv havi eg tað fínt við kroppinum hjá mær. Soleiðis sum hann nú einaferð er, tá tú ert kvinna og nærkast teimum 50. Men tilboðið frá plastikkirurginum fekk
heilt serligan ís, sum er gjørdur úr mjólk frá garðinum. Ferðavinnan í Eysturkommunu er økt nógv seinastu árini, og tilboðini eru blivin fleiri. ##med2## - Tað eru ikki bara ferðafólk, sum fáa ágóðan av hesum [...] sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag - www.eysturkommuna.fo Tað er bóndakonan, Bára Joensen, sum stendur fyri kafé'ini, og hon hevur fingið góða hjálp frá dóttrini, Brynhild og verdóttrini, Selmu [...] seinastu ferð hetta summarið. - Eftir ætlan verður kafé'in opin aftur næsta summar, sigur Bára Joensen, sum leggur aftrat, at kanska kemur hon at hava opið onnur tíðarskeið á árinum eisini. Á kafé'ini hava tey