heldur sum nakað, ið vit eiga at fegnast um. Hetta er ein partur av vælferðini, ið vit hava verið við til at skapa, og sum so at siga øll vildu hava. Spurningurin er bara, um vit duga at leggja ein ef [...] eftirlønarøkinum. Vit hava eina fólkapensiónsskipan. Vit hava samhaldsfasta. Nøkur hava tænastumannaeftirløn. Onnur eru í løntakarafeløgum, ið hava eftirlønarskipanir, og uppaftur onnur hava sína egnu skipan [...] Talið av eldri fólki, ið skulu hava pensión ella eftirløn, verður nógv størri um nøkur ár, verður sagt, og hetta verður borið fram, sum um tað í sjálvum sær er ein trupulleiki. Vit í javnaðarflokkinum síggja
teir høvdu gjørt. Tá teir góvu hetta svarið, valdu vit at bíða til sáttmálaskeiðið var liðugt, og so verður tað nú, at vit skulu samráðast um eina nýggja avtalu. Ikki órímilig krøv Todi Jónsson sigur, at [...] vilja hava, verður samskipað. Men hvat er tað, sum tit so fegnir vilja broyta? Talan er ikki um serliga stórar broytingar, og tær kosta ikki serliga nógvar pengar. Eitt er at vit halda, at vit áttu at [...] upphæddir í boði, um vit vinna ímóti Spania, enn vit fáa fyri at vinna t.d. ímóti Malta. Tað hevur víst seg, at áhugin í Føroyum fyri heimadystunum t.d. ímóti Malta hevur verið sera stórur, og vit halda, at
Hans P. Nielsen, serlækni í hjartasjúkum á deildini. Hvat vit gera? - Vit kanna sjúklingar sum hava hjarta- sjúkueyðkenni, og gera av, um teir skulu sendast víðari ella fáa viðgerð hjá okkum. - Nakrir sjúklingar [...] Nú eru flesu gomlu yvirlæknarnir farnir frá fyri aldur. Inn er komið nýtt ættarlið av læknum, sum nú skulu taka yvir, har teir gomlu sleptu. Ein teirra er 46 ára gamli HeðinThomsen, ið 1. oktober tók við [...] kunna hjartasjúk fólk um, hvat tey kunnu gera fyri at bøta um heilsuna. Øll, sum hava verið í viðgerð ella til kanningar hjá okkum, fáa í boði at koma á ein kunningarfund, har kostvegleiðarar og sjúkrasystrat
kroysta hana niður yvir føroyingar, hava síðan roynt at skapt ta mýtu um hesa lóg, at hon gevur okkum fult vald í Føroyum. Men latum okkum stutt hyggja at hesi lóg, og hvussu hon kom. Forsøgan Tá Danmark [...] samráddust við donsku stjórnina um nýggja stýrisskipan, og longu tá fingu teir serverað á einum silvurfati tann heilt avgerandi upplýsing, at løgtingið ikki kundi fáa lóggávuvald, um Føroyar framhaldandi skuldu [...] og »? Nýskipanin skal altso vera eitt heimastýri, t.v.s. vit skulu fáa nakað av umsitingarvaldi, men sjálvstýri ella ræði í egnum landi fáa vit ikki«. Fólkaflokkurin førdi eisini fram, »? at hvør gerð
hevði ætlanir um at hava eina venjing, har eisini umboð úr Føroyum kundu vera við sum eygleiðarar. Í hesum sama viðfangið varð eisini tosað um møguleikan fyri at halda eitt seminar í Føroyum um trygd og umhvørvi [...] hoyra um henda nýggja boriteknikkin, sum kann koma at kollvelta boring í eitt nú basalti og tí eisini hevur stóran áhuga fyri Føroyar. Av tí at tað er sera kostnaðarmikið at leiga boiripallar, um 1 mill [...] mill. kr. um dagin, røður mest um at kunna redusera boritíðina. Við nýggja boriteknikkinum kunnu teir bora 12 ferðir skjótari um tíman enn við verandi teknikki. Og tá er so nærum einki slit heldur Eisini
arbeiðsgevarar, at teir gjøgnum ALS hava fingið fólk, sum hava arbeitt á virkinum stutta tíð og hava so sagt upp. Næstu ferð virkið hevur spurt ALS eftir fólki, hava somu nøvn staðið á listanum. - Ein máti [...] kemur fram við sínum atfinningum í tí vón, at vit fáa eina skipan, sum kann brúkast. Tað vilja altíð vera nøkur, sum ikki hava hug at arbeiða. Tá ALS fær boð um, at onkur hevur borið so undan og hevur ikki [...] bátaeigarin. Illa dámt Sosialurin veit eitt dømi um, at ein bátur vantaði ein mann. Bátaeigarin fekk fleiri nøvn frá ávísingini hjá ALS, men tá saman um kom, vildi eingin møta til arbeiðis. Bátaeigarin
ilt er at spáa um framtíðina, men landsstýrismaðurin í almannamálum veit longu nú, hvat fer at henda um 20-30 ár, tí høggurhann nú eftir teimum, ið gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava spart sær upp til [...] maðurin ikki, so nú skal toppurin skerast av hjá teimum, ið hava upparbeitt eina eftirløn, tí honum vantar 12 mill. kr. her og nú, 12 mill., sum fyri at brúka hansara egnu orð, skulu nýtast til bjálvi [...] at verða gjørt, er at bøta um ta almennu pensiónina, ið er í dag, gerið nakrar batar fyri tey, ið onga eykapensión hava, og latið tey, ið hava eykapensión og latið tey, ið hava spart upp gjøgnum eitt langt
viðgjørd, snúðu seg um oljuvinnuna sum heild, um sambandið mill-um fiskivinnu og seismikk og um oljuboring. -Tað er sera gott at hitta føroyingar á einum slíkum seminari. Tí umframt at vit frá oljufeløgunum [...] t er so talan um at gera. Anne Walls: -Vit eru longu farin í gongd við eitt projekt, sum snýr seg um sjófugl. Har royna vit at hyggja eftir sjófugli í teimum økjum, sum oljufeløgini hava við í síni fyribils [...] Føroyar. Vit royna eisini at útbyggja BIOFAR-projektið, sum goymir eina rúgvu av upplýsingum longu nú. Og mangt annað. Samfelagsárin Vit spurdu Anne Walls um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot, um arbeiðið
gjørt nakað frá formansskapsins síðu, t.d. um hvat tingsins røðarastólur kann brúkast til? - Hvat skulu vit gera? Hetta er tó eitt óvanligt fyribrigdi. Skulu vit læra løgmann fólkaskikk? - Tað eru kortini [...] allir hava vísti tinginum virðing. -Eg varð skakkur tá eg hoyrdi Edmund Joensen, løgmann, siga ósatt um at fíggjarlógar-orðaskiftið var, meðan Fólkatingið var sett í farnu viku. - Tingmenn hava stóra virðing [...] sum umbering. Eg kann grundgeva fyri hesum: - Eitt nú tá samgongumenn siga, at eingin samgongufundur hevur verið, svarar løgmaður, at samgongufundir hava verið, men eingin sum eg havi tosa við, kennist við
latið pláss á ambætaranum (servara). Sum blað hava vit á Sosialinum sjálvandi allar upplýsingarnar, sum skulu í Internetútgávuna, og snýr tað seg tí bara um at umseta hetta tilfar, so tað er atkomiligt [...] at vísa fram. M. a. ber til at fáa ráð um telduvirus og um koppseting, har er ein spurnarkapping og har eru annars nógvar upplýsingar um fyritøkurnar »Norna« og »Vit«, sum tilsamans eru KT-Húsið. Tónlei [...] er ein royndarútgáva, men tað er longu nú staðfest, at netútgávan er komin fyri at vera - internetið er ein nátúrligur partur í menningini av einum blað, nú vit nærkast komandi øldini. Valdu støðuga menning