Nú eru flesu gomlu yvirlæknarnir farnir frá fyri aldur. Inn er komið nýtt ættarlið av læknum, sum nú skulu taka yvir, har teir gomlu sleptu.
Ein teirra er 46 ára gamli HeðinThomsen, ið 1. oktober tók við sum yvirlækni eftir Erik Norderø, gamla yvirlæknanum á medisinsku deild.
Heðin Thomsen hevur arbeitt sum lækni síðani 1980. Hann fór fyrst at útbúgva seg til kommunulækna, og starvaðist í Vági í 1990 -91.
Eftir hetta fór hann at útbúgva seg víðari, og valdi at lesa intern medisin, sum eru allar sjúkur, ið ikki krevja skurðviðgerðir.
Í nýggja starvinum hevur Heðin Thomsen fingið til uppgávu at taka sær av hjartasjúkum. Hann hevur arbeitt í Føroyum í nógv ár, og var 1. hjálparlækni á medisinsku deild í fimm ár.
Í tíðini undir serútbúgvingini var hann á hjartadeildini á Ríkishospitalinum í 1994, og fór síðan í 1995 - 96 á sjúkrahús í Svendborg, har bert hjartasjúklingar verða innlagdir.
Nógv hjartasjúk
í Føroyum
Nógvir hjartasjúklingar eru í Føroyum, og arbeiðið er so mikið nógv, at brúk er fyri fleiri læknum á hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum. Umframt yvirlæknan starvast eisini Hans P. Nielsen, serlækni í hjartasjúkum á deildini.
Hvat vit gera? - Vit kanna sjúklingar sum hava hjarta- sjúkueyðkenni, og gera av, um teir skulu sendast víðari ella fáa viðgerð hjá okkum.
- Nakrir sjúklingar fara á Ríkishospitalið, og tá teir koma heimaftur, verður ein eftirkannning gjørd á deildini hjá okkum, fyri at vita um viðgerðin á Ríkishospitalinum hevur virkað eftir ætlan,sigur HeðinThomsen.
Umframt vanligt arbeiði við sjúklingum, er uppgávan eisini at skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum, eitt nú fyri at kunna hjartasjúk fólk um, hvat tey kunnu gera fyri at bøta um heilsuna.
Øll, sum hava verið í viðgerð ella til kanningar hjá okkum, fáa í boði at koma á ein kunningarfund, har kostvegleiðarar og sjúkrasystrat greiða frá, hvussu fólk við hjartasjúkum best kunnu liva og virka frameftir.
Spurdur hvat er vandamest fyri ein sjúkling við hjartasjúku, sigur Heðin Thomsen, at størsti vandin liggur í roykingini.
- Tubbaksroyking í Føroyum skapar stórar trupulleikar og elvir eisini til hjartasjúkur, sigur Heðin Thomsen og vísir til eina kanning um royking.
Triði hvør
føroyingur roykir
- Triði hvør føroyingur roykir. Tað er heilsuliga nógv størri vandamál enn t.d. alkohol, sigur yvirlæknin.
- Flestu fólk doyggja eisini av hjartasjúkum, og tað merkir, at fólk ikki bert fáa krabbameinssjúkur og aðrar kroniskar sjúkur í lungu o.s.fr. av royking, men eisini hjartasjúkur.
Tað verður altíð tosað um vandan at nýta rúsdrekka, men alt ov lítið verður tosað um royking.
- Vandin fyri hjartasjúkum økist fýra - fimm ferðir, um sjúklingurin roykir, sigur Heðin Thomsen.
Hann heldur, at tað hinvegin er prógvað, at eitt glas av víni um dagin verjir móti hjartasjúkum.