var hann á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Klaksvík og á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hesi hildu til undir somu lon á Stongunum. Kjølbro var umboð hjá Skipafelagnum í Klaksvík. Eliesar var á lagrinum [...] einsamallur í heiminum á Stongunum. Heimahjálp vitjaði, men Eliesar gekk sjálvur til handils, og hann plagdi hvørja viku at vitja beiggjarnar, Mourits og Pætur Franklin, sum búgva á Vistarheiminum við G [...] í Fugloy at liva. Um somu tíð, sum hann varð føddur, var fyrsta floksbýtið á tingi, Føroya Banki varð settur á stovn, Ólavur á Heygum í Vestmanna fekk fyrsta telefonsambandið at rigga millum Vestmanna og
fyllir Jákup Joensen á Eiði 70 ár. Hann er millum útróðrarmenn og onnur, sum hava havt við føroyska fiskivinnu at gera seinastu fjórðingsøldina, ivaleyst best kendur sum Jákup á Norðsøka. Á Eiði verður hann [...] Edvard Joensen - Edvard í Skorini - á Eiði. Hjánavnið komst av, at teir vóru tveir, systkinabørn, sum bóru sama navnið. Uppkallaðir eftir abbanum, Jákupi, sum gekk burtur á útróðri í góðum árum. Sum hjá so [...] ímillum. Seinni var hann so við trolara og róði eisini út suðuri á Tvøroyri. Í 1959 fór hann at arbeiða á loranstøðini, sum tá varð bygd á Eiði, og varð hann har, til tøknin gjørdi fólkið óneyðugt í 1970
og sum bert 20 ára gamal fór Jóhan á skiparaskúla, og sum 23 ára gamal hevði hann tikið skiparaskúlan og longdina, og var klárur at takað ábyrgdina at føra skip á seg. Stóra fyritøkan tá í tíðini í Sandavági [...] byggir á kristnu trúgv foreldranna, har trúfesti, erligheit og sakligheit eru meginreglurnar. Jóhan er burturstaddur á føðingardegnum, men eg vil tó nýta høvi til at ynskja tær hjartaliga tillukku á føði [...] telist millum hesar mongu úrmælingar, er Jóhan á Plógv úr Sandavági, og nú Jóhan rundar tey 80 árini, verður henda heilsan send honum og familju hansara. Jóhan á Plógv er sonur Martinu, ætta úr Sørvági, og
60-árini, at Eiler sum vinmaður Jústs í Túni á Sildrekanum og sjálvur sum skipari á Boðanesi eitt skifti lærdi at fiska sild við kraftblokki og ringnót. Í 1964 gekk dreymurin, ið flestir raskir sjómenn hava [...] serliga í móðurætt tráaði Eiler eftir og kom til trúgv á sín frelsara eitt sunnukvøld í november 1951. Tað fekk stóra ávirkan á hann restina av lívinum og á familjuna alla. Tann, sum livir stillisliga, livir [...] virðið á tí veidda vaks, og vælferðin hjá øllum, á sjógvi og landi, øktist og fall alsamt fleiri í lut, sum ringar í vatni eisini teimum, sum einki beinleiðis samband hava havt við fiskivinnu. Virðið á lívsverki
einnevndur í Søldarfirði gekk hann dagliga undir navninum "Adolf hjá Lottu". Á navigatiónsskúlanum fekk Adolf hægsta karakter til skipara og var hann næstbestur tá hann tók longdina. Millum manna var Adolf [...] giftist inn í barnaheimið og hevur hon búð har síðani við manni og børnum. Adolf møtti Lottu, tá hann gekk á navigatiónsskúla í Tórshavn vetrarnar 1941/1942 og 1942/1943, og fylgdust tey alt lívið ígjøgnum [...] sigldi so við Stelluni, sum trolarin vanliga var nevndur, til skipið fór á sildaveiði norðan fyri Føroyar. Meðan Stellan var á sildaveiðu fór Adolf at sigla við norskum trolara. Tað var í hesum tíðarskeiði
Leivdir av bátinum funnar Mánamorgunin varð restin av bátinum funnin inni á Tindskriðugjónni. Tað er ein lítil gjógv inni á botninum á Tindskriðubarminum, sum sker seg inn í landslagið millum Tindskriðu og [...] summarveðri í 1937, at ein bíggjarbátur gekk burtur við fýra monnum. Tað hava verið ymsar gitingar um orsøkina. Fyri nøkrum síðani var eg biðin um at koma niðan á Lágargarð. Tann tá 85 ára gamli Petur [...] Hetta var góðveðursdagur av teim allarbestu, dýrd á vík og vág og klárur himmal. Alt tyktist at vera friður og eingin vandi. Tað vóru fleiri bátar úr Vágum á Guttamið henda leygarmorgunin 12. juni 1937. Millum