og eitt stórt skilti oman fyri segði, at ríki Harrans er komið nær. Nú havi eg ongantíð hildið, at tað er so ógvuliga langt burtur, so tað tók eg ikki so tungt. Framman fyri pallinum var reistur ein stórur [...] Og væntandi var, at hann fór at halda eina talu, fylta av anda. Men eg má ærliga viðganga, at eg varð skuffaður. Eg má siga, sum er, at eftir mínum tykki tosaði maðurin nógv, men segði lítið. Tað mesta [...] niðan, nú tað manglaði eitt korter, og høllin var næstan full. Um eg var við sum blaðmaður? So skuldi eg fáa pláss á fremstu røð. Tað hevði eg nú ongan hug til, men myndamaðurin fekk gott pláss frammantil
menn hava verið harðligir móti kvinnum, og orkan er løgd í at fingið hesar kvinnur úr úr harðskapinum. - Eg taki eisini við tann harðskapin, sum verður framdur móti monnum, tí hesin harðskapur er minst líka [...] hava verið fyri. Alt verður burturforklarað, og tað skaðar tey nógv. - Tað er ein stórur biti hjá Kvinnuhúsinum at hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi í heiminum, tí líka so neyðugt er at taka [...] men nógv er eftir at fáa at vita, og spurningurin er, um vit viðgera hetta mál rætt, og hvat vit kunnu gera øðrvísi. Duga ikki at umsita kærleika Tey neyðars børn, sum síggja harðskap heima, eru sjálv
i, her eg havi verið øll hesi árini. Eg hugsi ikki, at eg kann verða hetta fyri uttan, sigur Sunnivá Zachariasen, tá hon skal greiða frá, hví hon hevur verið á sama arbeiðsplássi øll hesi árini. 16 ára [...] pláss, fór eg niðan til Nonnurnar kl.trý náttina fyri. Eg helt, at eg fór at sita einsamøll hesa náttina, og gjørdi meg væl út. Við mær hevði eg stokkarnar, eitt teppi og eina kannu av kaffi. - Tá eg kom niðan [...] Danmark, er hugaligt at hava arbeiðið at fara til, heldur Sunnivá. Hon arbeiðir nú bert aðru hvørju viku, og tað vildi hon ikki verið fyri uttan. - Eg eri so von at ganga leiðina oman á Kongabrúnna. Havi eg
skriva dagliga. Tá neyðin hevur verið stór, hevur ein ringt til persónar við innliti í mállæru og/ella málnýtslu, og onkur vanlukka er fyribyrgd á tann hátt, men neyvan er hetta gongda leiðin, um ein ætlar [...] føroyskum. Ella er aldursmark ásett fyri, nær ein kann læra seg føroyskt? Eg skal ikki siga eitt einasta ilt orð um, at Fróðskaparsetrið bjóðar føroyingum at læra seg enskt mál, men eg haldi tað vera burturvið [...] kærkomið og viðkoandi, men eg síggi tilboðið hjá setrinum sum eitt stig longur fram á leið. Og eg havi í sama viðfangi hug at ávara setursleiðsluna ímóti ikki at lata seg lokka í ov stóran mun av litríkum vónum
noyðast at vera heima hjá gomlum foreldrum. Rógvi gjørdi vart við, at hesi fólk áttu ikki at staðið á listanum yvir tøk, men áttu at verið í onkrum øðrum skipanum. - Soleiðis sum samfelagið er, hava nógv fólk [...] fólk fyri neyðini at fáa ískoyti, og eg havi varhugan av, at garðurin hjá ALS er lægri enn hjá øðrum almennum skipanum. Tað er lættari at koma í ALS og fáa pening frá tí skipanini enn eitt nú at fáa f [...] grannar og øll hini í bygdini. Ger tað ikki aftur - Sum eg eisini segði tað á ársfundinum. Eg havi boðað ALS frá slíkum eina og tvær ferðir, men eg geri tað ikki aftur, sigur Rógvi. Hann kemur fram við sínum
síggja, hesar krevur lógin, men ongin radari. ? Eg missi nógvar túrar orsakað av hesum veðrinum. Onkran dagin hevur verið so tjúkt, at eg havi ikki loyst. Tað er ikki lukkuligt at sigla úti á redini millum [...] sum er áføst í Clifford Pier, er hýrurin ikki góður á fólki. Her er ein rúgva av smáhandlum og hesir liva fyri tað mesta av sjómonnum og av ferðafólki. John er ovasti í handlinum Poh Seng, sum er væl kendur [...] kinsesaraenskum, sterkt kaffi og uttan sukur og róma. Mr. Lim er ein klæntrasligur maður. Hann er ikki ungur longur. Hárið er tunt á skallanum og hann er vangagráður. Hann eigur ein gamlan træbát, eina jakt, sum
samfelagnum. Eg havi onki ímóti at vit stuðla okkara ítrótti, men soleiðis sum okkara fíggjarstøða er, má ein við ábyrgd umhugsa, hvussu vit prioritera tann skattapening, ið kemur inn. Tað er meira brúk [...] Kann landsstýrismaðurin í skúlamálum svara upp á tað, er nakað játtað á fíggjarlógini til hesa útbúgving, eg havi ikki funnið nakra játtan má eg siga. Hvat við útbúgving fyri tey ófaklærdu? Hvat hugsar [...] góðkend, at persónur hevur verið í summarfrí. Eg fari at spyrja landsstýrismannin í almannamálum, um hetta er ein nýggjur háttur at fremja sparingar á almannaøkinum uppá, ella er hetta reinur ágangur móti
her á tingi. Eisini havi eg sett landsstýrismanninum í almannamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Gangi út frá og vóni at henda skipan nú virkar eftir ætlan. Sum eg fyrr havi nevnt, verður játtanin [...] Klaksvíkar Sjúkrahúsi Taka vit tey trý sjúkrahúsini, so er støðan tann, at á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein nýbygging farin fram tey seinastu árini og í tí sambandinum eru teir gomlu bygningarnir bæði umbygdir [...] Við hesum er tørvurin á játtaninum til ávikavist viðlíkahald og íløgur helst nøktaður nógv ár fram í tíðina. Men verri er við hinum báðum sjúkrahúsunum og viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi er støðan beinleiðis
við á hesari ferð. Eg havi lisið eitt sindur um ferðslu í Danmørk, hvussu hon er skipað, men eg óraði ikki, at hon var soleiðis. Hvussu? Havnin lítil, hevur tú sæð Keypmannahavn Heima á landi hava vit bilar [...] tað er ógvuliga lítið. Eg vildi helst verið her. Men tú skalt heim aftur at halda fram við skúlagongdini. Ja, eg skal vera studentur fyrst, vit hava okkara egna studentaskúla í Havn, men tá ið eg havi [...] ferðslan. Hví? Eg havi altíð havt stóran áhuga í ferðslu, og eg ætli mær at vera verkfrøðingur, men í Føroyum hava vit ikki so nógva ferðslu, at tú kanst læra nakað av henni. Tí bleiv eg glaður, tá ið mær
tær kunnu gera hesa tænastuna nógv bíligari enn hon er við verandi skipan. Eg havi onki ímóti, at kommunan sjálv sleppur at umsita hetta mál. Treytin er, at landið setur minstakrøv fyri góðkenning av ba [...] Hóast hesi minstukrøv, ivist eg ikki í, at kommunurnar kunnu reka barnaansingina bíligari enn við verandi skipan. Jógvan K. Mørkøre sigur eisini, at børn hjá arbeiðsleysum kunnu vera heima, hetta er púra [...] . So tilvildarliga ið fíggjarlógin enn er sett upp, við luksusíløgum á summum økjum og sparingum á øðrum økjum, er tó ein greið linja at hóma: tey ið eru ringast fyri skulu gjalda enn einaferð. Tað tykist