børnini, sum tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst [...] nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu. Framman fyri skúlan eru merkt parkeringspláss, men bilførarar kunnu koyra inn og út á Heimasandsveg eftir einum umleið [...] strekki. Á hinari síðuni á vegnum eru tvær íbindingar og eitt busssteðgipláss. Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini
komið er oman á slætt. Støðan verður mett at vera serliga óheppin, tí eingin gongubreyt er á vegastrekkinum. Gongufólk, súkklufólk og akfør ferðast tí á sama vegi. Næstan dagligar yvirhálingar Á einum borgarafundi [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum [...] Úrslitini vísa, at ferðin var ov høg á fleiri vegastrekkjum. Á kommunalu vegunum, har hámarksferðin er 30 kilometrar um tíman, var 85-prosentmarkið millum 34 og 44 kilometrar um tíman. Á landsvegastrekkjunum
Tveir bilførarar vórðu máldir at koyra ávikavist 105 og 109 kilometrar um tíman og fingu klipp. Ein bilførari, sum bert hevði havt koyrikortið í stutta tíð, varð máldur at koyra 116 kilometrar um tíman og [...] ein lastbilur máldur at koyra 87 kilometrar um tíman, hóast mesta loyvda ferðin hjá honum var 70 kilometrar um tíman. Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og bót fyri at tosa í telefon undir koyring [...] hendi eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini í Gøtudali. Ein bilførari helt ikki nóg góða frástøðu og rendi á bilin frammanfyri. Tað hevði klipp í koyrikortið við sær. Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar við
var farin inn á sjúkrahúsið og hevði eina atferð, sum órógvaði bæði í forhøllini og uttanfyri. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð skuldsettur. Vaktleiðarin á politstøðini greiðir frá, at harumframt varð [...] bilførari í Suðurstreymoy tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn [...] sigur vaktleiðarin. Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum.
áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti sær [...] okkum inn í alt hetta nýggja, og vera førar fyri at vegleiða limirnar í samband við stóru broytingarnar. Heimafturkomnar fóru vit málrættað at arbeiða fyri at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar. Vit arbeiddu [...] teimum, ið var við til at byggja land og leggja rygg til har á stóð. Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja
løgreglan eisini einum prutli, har tvey fólk vóru á. Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk á einum vanligum prutli. Bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, vóru eldri enn 15 ár og fingu tí hvør sína bót. [...] Beint fyri klokkan níggju mikumorgunin fekk løgreglan fráboðan um herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík. Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum. Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin [...] hava sæð eitthvørt illgrunasamt á staðnum um vikuskiftið. Um 13 tíðina í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp við avkoyringina til Sandvíkarhjalla. Ein bilur skuldi snara inn á Hjalla, tá ein annar bilur, sum
prentingar”, men øll úrslit síggjast, allarhelst í morgin, á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, sst.fo. Myndir síggjast á jn.fo [...] byrjaði árliga súkklukappingin, etapu kappingin Leif Mohr Kring Føroyar. Hetta er 29. árið at skipað verður fyri hesari kapping. Kappingin heldur fram til sunnudagin komandi, tá "finalan" verður súkklað [...] Súkklarar skuldu í dag koyra hendan tein tvær ferð, íalt 20 kilometrar. Undan kappingini var Pauli Poulsen favorittur. Tað bleiv til ein tryggan sigur, og vann hann við smáum tveimum minuttum á nummar tvey, sum
eftirsleip er á økinum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á tvey stutt vegastrekki á Skála. Tilsamans eru tey undir tveir kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna [...] millum annað á nógvu bilarnar, sum koyra til ítróttarøkið undir Mýruhjalla, og alla ferðsluna oman á vinnuøkið. Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og [...] Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest
beinavegin ta greiðu fatan, at her var einki at gera. – Støðan var tikin og allar atfinningar vóru til fánýtis. Skal viðmerkjast, at vit á øllum fundunum løgdu dent á, at vit meta ikki, at reiðfólk eiga økið við [...] og SST. Á øllum fundunum hava vit greitt sagt, at ross og súkklur hoyra ikki saman og at vit frámæla ætlani. Á fyrsta fundinum fingu vit at vita – hetta stendur eisini í fundarfrágreiðingini – at um vit [...] skrivað: “Tað er lætt at taka støðu til nakað, man ikki kennir. Men tað torførasta er at steðga á og lurta. Summi ting kunnu ikki forklárast við orðum, tey mugu upplivast fyri at skiljast. Onkuntíð ert
saman við Orðið á borðið í Frelsunarherinum, og tað var ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum [...] vóru saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi [...] vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar hjá okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði upplivað teg spæla klaver og tann serliga mátan