Skráin segði, at tað fríggjakvøldið verður landskappingardystur í Meistaradeildini hjá monnum millum KÍ og HB. Soleiðis verður tað kortini ikki. At KÍ framvegis er upptikið í Europa er orsøkin til, at dysturin [...] dysturin millum KÍ og HB er fluttur til mánakvøldið 10. august. Nú hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League á útivølli í Póllandi ímóti Lech Poznan, og annað hóskvøld fer KÍ á Tórsvølli at eiga [...] millum teir báðar dystirnar í UEFA Europa League. Týsdagin fer KÍ við leiguflogfarið til Póllands, og tað verður roknað við, at ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin. So verður hvíld og fyrireiking
arbeitt við at sleppa at útbyggja, so tað verður pláss fyri fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar. Sum nú er, so er pláss fyri trimum kommunulæknum. Tað er ein nógv bíligari loysn fyri okkum [...] – Tað er ikki vist, at tað skal byggjast nøkur heilsumiðstøð í Suðuroy. Tí um landsstýriskvinnan velur at leggja hana í Vági, so verður verandi Heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum [...] sum borgarar úr allari suðuroynni brúka. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um fyrr í dag um svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen uppá
Tað var tann tíð, tá nógv hoyrdist um ILA-smittu í Føroyum, og sagt hevur verið, at ILA var ein orsøkin til, at føroyska alivinnan fór av knóranum tíðliga í hesi øldini. Hinvegin er tað javnan, at tað [...] hoyrist um ILA-smittu í norskari alivinnu, og hetta er eisini støðan í nøkrum alibrúkum í Noregi í løtuni. Ilaks.no visti herfyri at siga, at ILA er ávíst í alibrúkinum, Storvika í Skjerstadfjørðinum, [...] august varð eisini boðað frá ILA-illgruna á einum øðrum alibrúki nærindis í Skjerstadfjørðinum. - ILA er ein álvarslig smittandi virussjúka, sum kann raka laks, veit www.ilaks.no at siga.
sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað ávirkar ikki bara røktina á røktarheimum [...] tóm. Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er. Sum er, er [...] bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara í meginøkinum. Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum. Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar
elagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar, Tað var eitt fyribils loyvi, og á ongan hátt ein endalig súkklubreyt.
Tískil er tað grov reingjan av málinum at staðfesta [...] søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram á fundum, at andstøðan skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, [...] sær sjálvari, og tað tykist nú vera vorðið greitt fyri teimum flestu. Øll vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna
ði í kvøld. Máltalvan vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn [...] røttu megin strikuna, og at 07 Vestur við 13 stigum er aftast, og at Skála ÍF við 14 stigum er næstaftast. At hýrurin í 07 Vestur leguni er vánaligur er lætt at skilja. Casper G. Hansen legði sjey minuttir [...] ir vóru so lítið sannførandi. Undir hvíldini var tað mest sum jarðarferðarhýrur millum heimaáskoðararnar. Frá fyrsta bríksli eftir steðgin kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum
Lamba, og handil er heldur ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað er langt at ferðast er í flestu førum heldur ikki eitt argument longur við okkara væl útbygda samferðslukervi. Tað er trygt og lætt at [...] skúlunum er vanligt, at 2 -3 árgangir eru í sama flokshøli, tí næmingagrundarlagið er so lágt. Tað verður mangan sagt vera avbjóðandi. Í størri skúla eru fleiri starvsfólk um uppgávurnar, og tað ger støðuna [...] ella lata skúlar aftur? Tá tosað verður um skúlabygnað, er skjótt, at alt fer í baklás. Eitt argument er, at letur skúlin aftur, so doyr bygdin. Tað er snøgt sakt ikki rætt og ikki eitt fullgott argument.
Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. Tá Bashar al-Assad varð [...] varð dømdur fyri brutala atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist [...] islamisturin, Ahmed al-Sharaa. - Fyrrverandi forsetin flýddi saman við familju síni til Moskva, og tað sama gjørdi beiggi hansara eisini, veit NTB at siga.
at uppflytingarplássið ikki er so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC [...] tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71, sum er topplið og stórur [...] Tað letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað
stig og er trý stig frá NSÍ, sum er topplið og favorittur at vinna FM. Tapið í Klaksvík í kvøld ber við sær, at EB(Streymur framvegis er á áttanda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur [...] ið Daniel Johansen legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ [...] álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Og so var tað fimm minuttir undan leikloki