Ikki neyðugt at byggja um heilsumiðstøðin verður í Vági

– Vit hava í longri tíð arbeitt við at sleppa at útbyggja, so tað verður pláss fyri fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági

– Tað er ikki vist, at tað skal byggjast nøkur heilsumiðstøð í Suðuroy. Tí um landsstýriskvinnan velur at leggja hana í Vági, so verður verandi Heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka.

 

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um fyrr í dag um svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen uppá fyrispurning frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni.

 

Lesið eisini: Ein heilsumiðstøð skal byggjast í Suðuroynni

 

Bjarni Johansen vísir á, at kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eiga Heilsumiðstøðina í Vági.

 

– Okur hava í longri tíð arbeitt við at sleppa at útbyggja, so tað verður pláss fyri fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar. Sum nú er, so er pláss fyri trimum kommunulæknum. Tað er ein nógv bíligari loysn fyri okkum, sum eiga Heilsumiðsrøðina í Vági, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.