borðreitt við ferðmiklum og spennandi fótbólti síðani Harry Redknapp tók yvir í 2008. Felagið hevur síðani Premier League tók skap í 1992 ikki megnað at liva upp til høgu vónirnar, men við Harry Redknapp [...] Redknapp og hansara menn stóðu seg væl í Champions League, men máttu lúta fyri Real Madrid. Tottenham hevur í nøkur ár havt ein trupulleika við at finna tann rætta málmannin. Heurelho Gomes hevur vart málið [...] Landsliðsframherjin úr Togo er leigaður úr Manchester City. Tottenham hevur roynt seg við fleiri framherjum seinnu árini við millm annað Jermain Defoe, Roman Pavlyucehenko, Darren Bent og Peter Crouch. Allir
varðveita sambandið við Bretland, tóku vit Lerwick við. Óli sigur, at seinasti túrurin hjá Winston Churchill til Føroya var í 1991. DFDS gavst - Sum tíðin leið, fingu vit samstarv við DFDS á charterøkinum [...] av teimum góðu kømrunum umborð. Óli, sum í dag er 63 ára gamalur, sigur, at við í ferðalagnum eru hann, konan og verdóttir við tveimum smágentum. Tíðin til prát í hesum umfari er ikki óendaliga long, tí [...] eitt stórt tak, og byrjanin kundi illa gingið verri við fleiri óhappum, sum kostaðu felagnum dýrt. Hvussu pionerurin hevði tað tey fyrstu tungu árini við stóra og stásiliga skipinum, kunnu vit bara ímynda
gerast veruleiki, so máttu vit gera tað soleiðis, sum vit hava gjørt. Men hóast tú altíð kann brúka meira tíð til eina fløgu, eri eg væl nøgdur við úrslitið, sigur Eyðun. Saman við Eyðuni og Terja hava [...] halda hesir tónleikararnir fram við at spæla, skriva og geva tónleik út. Hugurin til at verða við millum tey, sum føra seg fram á palli ella fløgu, er lítið minkaður við árunum, og Eyðun og Terji fjala [...] Eg havi eisini fingið útgerð heima við hús, sum gevur mær nýggjar møguleikar, og eg havi lært ómetaliga nógv av hesum projektinum, sigur Terji Rasmussen, sum saman við Eyðuni hevur produserað og arrangerað
søguligum høpi og ein lýsing av mongu og stóru tvístøðunum, ið Føroyar sum land standa við í sambandi við samstarvið við Russland. Ein partur av tiltakinum vóru útrokningar, sum allar byggja á almenn tøl og [...] Skaale fyri einari ráðstevnu um barentshavssáttmálan. Endamálið við ráðstevnuni var at fáa í lag eitt kjak um framtíðar fiskivinnusamstarvið við Russland. Eitt sjónarmið hjá Sjúrði var, at almenna kjakið tók [...] á 200 fjórðingar. Við fiskimarksútflytingini varð tørvur á nýggjum og víðkaðum fiskiveiðuavtalum í mun til tíðina fyri 1977. Umleið eitt ár seinni – á sumri í 1978 – mynstraði eg við skipi á fyrsta sinni
gera vakstrarkanningar og endurbøtandi átøk á Stóraryggi og fylgja við, hvussu hagin mennist við tíðini. Lendisbati arbeiðir eisini við øðrum verkætlanum í landinum, m.a. í Sundshaga og í skriðuni Heiman [...] Hann er forvitin eftir at vita, hvat hendir við einum haga uttan seyð - hvørja ávirkan tað fær á fuglalív og plantur. - Eg havi onkuntíð sæð í sambandi við útskifting, at har hava verið onkrir puntar upp [...] seyð av. Hann tosaði við synirnar og hinar eigararnar, og ongin mótmælti. Ein avbjóðing var kortini. - Fyri at fáa hetta upp á pláss, skuldu pengar til. Hegnini vóru farin og máttu gerast aftur. Bæði hegn
bygdina sera meint. Ofta er tað tilvildin, sum ger av, hvør ið er við ein slíkan túr. Beiggin, Hans, hevði verið við árið frammanundan og skuldi við aftur. Men hann var so ringur av iskias, at hann kundi ikki [...] altargongd var, at hon fór í kirkju. Mamman kundi sloppi frá síni plágu við at verða løgd í gips, men tað vildi og kundi hon ikki við øllum, sum var at gera í húsinum. Lærari á Toftum var Johanna, ein fastur [...] vóru ikki til tað. Sorgarleikurin við Onnu Elsa minnist ein serligan sorgarleik, og hetta var, tá ið sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í 1924 við 17 monnum. Átta av teimum vóru av
undirskot, listafólkini máttu sjálv rinda nógv fyri at vera við. Og tað er í grundini skeivt, onnur lond royna at stuðla sínum listafólkum. - At hava framsýningar uttanlands er við til at skapa eina mynd [...] kennast við føroyingar. - Tað kemst av, at vit ikki eru ein tjóð. Vit hava roynt at greitt frá, at vit hava heimastýri og hvørt av sínum, men tað rínir ikki við. Tey vilja treyðugt hava okkum við, tí vit [...] vera við sum danir. Hatta er eitt dømi um, hvussu ógreið okkara viðurskifti eru sum fólk. - Høvdu vit kunnað luttikið á jøvnum føti við hini í norðurlendska samstarvinum høvdu vit kunnað verið við í savnaðu
sendi tilfar við postinum, men tað var mangan trupult at fáa hetta og annað tilfar rættstundis, og tí arbeiddu teir mangan til langt út á kvøldið, og onkuntíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í [...] sum kallast ein veingjaautomat. henda varð nýtt til at prenta smærri prentlutir við, og var hetta seinasta prentiarbeiðið við blýggi, sum varð gjørt á prensmiðjuni á Heygsbreyt. Í 1974 verða húsini í Sjúrðagøtu [...] dag at standa ájavnt við Dimmalætting í stødd og útbreiðslu, meðan Dimmalætting tá var einasta nógv størsta blaðið í Føroyum. Seinast í áttatiárunum ? tá kreppan fór at kennast ? máttu stig takast til tess
intellektuelt sterkasta. Munurin millum tann við lægsta og tann við hægsta avriki er kanska styttri longur upp í stigan, tú kemur. Men fólkaskúlin er sermerktur við tað, at hann hevur lógarásetta skyldu at [...] landinum. Við fólkaskúlalógini í 1979 fóru vit burtur frá tí gomlu skipanini, har lærararnir skuldu skilja næmingarnar sundur, teir bestu til at fara í real, og restin máttu taka til takkar við at fara í [...] hevur víst, at tey ungu duga illa at brúka sín kunnleika í sambandi við avbjóðingar í teirra gerandislívi, soleiðis sum tað kann mátast við teimum bestu testunum, sum í løtuni eru tøkir. Tann næsta PISA-kanningin
krónur. Imperialistiska eitrið, ið má og skal lagast niður við uppgongdini sum kemur og við skynsomum og sparnum fíggjarpolitikki. Og ikki minst við einum meira offensivum vinnupolitikki, sum lyftir seg uppum [...] at hann er bara komin væl frá uppgávuni. Lat seg ikki taka av fótum, og stendur við hesum uppskotinum á tryggari grund. Við einum yvirskotið og eini skilagóðari umlegging av skuldini til danska ríkiskassan [...] hvussu er brá av. Røddir, eitt nú úr Búskaparráðnum, hava fyrr í ár verið frammi við tí hugsan, at ongin vandi var við eini hallgevandi fíggjarlóg. Tað kann tað vera nakað um. Tað valdast umstøðurnar.