Framtíðin liggur har ið skyldan liggur!

   

Tað er einki nýtt undir sólini. José Marti, kendur karibiskur yrkjari og frælsisstríðsmaður í stríðnum móti spanskari kolonialismu í Kuba í 19´ øld sigur einastaðni: "Ein rættur maður hyggur ikki eftir hvarið hann nú einaferð kann liva sum best, men hvarið skylda hansara liggur. Og hin veruliga praktiski maðurin er hann hvørs dreymar ídag, eru vorðnir lógir ímorgin. Tey, ið hava skeitt eftir søgunnar gongd og hava staðfest hvussu menniskja ígjøgnum árhundraðir hevur stríðst og barst fyri sínum rættindum vita sjálvandi at framtíðin, uttan undantak, liggur harið skyldan liggur."
Og skyldan hjá føroyskum sjálvstýrismonnum er at laga eitt dygt klípið uppí føroyska statsvarðan hvønn einasta Guðs skapta dag. Tjóðarbyggingin er hálvt-annaðhundrað ára gomul. Og 1998 má sigast at vera hvarvið harið hon av álvara kom inn í sína endaligu politisku fasu. Dyggari og veikari, tað má so verða tá ið út við helmingurin av litraðnum hugsar og ber seg at sum politiskir miðaldarfossilar. Men eingin fær steðgað gongdini, søguligi djúphavsstreymurin er ov tráður og máttmikil. Tí ræður um at fyrireika seg væl framat tí degi táið republikkin er ein veruleiki.
Fólkið hevur givið sitandi samgongu vald og mandatið til at leggja til rættis hesa búning. Politisk landnám eru ein partur av hesum, og tað frættist, at virkað verður í løtuni við eini yvirtøkulóg, sum fólkið eftirhondini er farið at leingjast eftir. Kanska løgmaður ella varaløgmaður, ella báðir, kundu greitt tinginum frá hvarið málið liggur og hvørið substansurin ætlast at verða í hesi lóg. Gongur hon framí loysingina ella er ætlanin bara at høsnast framhaldandi, innanvert heimastýrisstikið, hetta valskeiðið á tamb? Búskapur og fíggjarstýring er ein partur av viðførinum á hesi slóð. Og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur so sanniliga ikki ligið á latu síðuni hesar seinastu mánaðirnar.
Hugsaði um hetta mánakvøldið í einum kykmyndaskála í Keypmannahavn harið filmurin El Commandante rann eftir tjaldinum. Oliver Stone spyr Fidel Castro hví hann ongantíð barberar sær? Og hann svaraði skemtandi og prompte: "Havi ikki havt stundir til tess, havi eisini roknað út, at um eg hevði havt brúkt eitt korter um dagin til at raka mær í hesi 44 árini, eg havi sitið við valdinum, so høvdu góðir fimm hundrað arbeiðsdagar verið farnir fyri einki, og tá ið eg ongantíð havi havt stundir til at at tikið mær av løttum og ongantíð havi nakra frítíð, so skilir tú at hetta als hevði ikki borið til." Karsten Hansen hevur harafturímóti verið úti við rakiknívinum, hevur barberað sum frægast, nú innløgurnar gjørdust ódrúgvari, fyri eina tíð, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann er bara komin væl frá uppgávuni. Lat seg ikki taka av fótum, og stendur við hesum uppskotinum á tryggari grund. Við einum yvirskotið og eini skilagóðari umlegging av skuldini til danska ríkiskassan. Vónandi eitt dygt átak framímóti endaligu uppgerðini um ríkisveitingina, sum er meginforðingin ávegis til fulla politiska frælsi føroyinga. Og sum er tilverugrundarlagið hjá politiskum miðaldarfossilum í Føroyum og hjá ríkiskolonialistunum í Keypmannahavn.
Tað var greitt, longu undir fíggjarlógarviðgerðini í fjør, at samfelagsbúskapurin var komin í eina niðurgongu. Rep máttu takast í seglini. Og tað tykist sum meiri álvari nú er í politisku skipanini, soleiðis at teringur verður settur eftir neringi. Tað ber uppskotið ið hvussu er brá av.
Røddir, eitt nú úr Búskaparráðnum, hava fyrr í ár verið frammi við tí hugsan, at ongin vandi var við eini hallgevandi fíggjarlóg. Tað kann tað vera nakað um. Tað valdast umstøðurnar. Og sum so er hetta ikki nøkur nýuppfunnin fatan av skilagóðum búskaparpolitikki. Leitast skal heilt aftur til John Maynard Keynes og hansara ástøði General Theory of Employment, Interest end Money frá 1936, sum koppaði og ikki minst skakaði, allari búskaparvísind, ið fram til tá hevði verið ráðandi í framkomna heiminum. Aðrir tóku ástøðina til sín, og teir mest kendu munna vera William Beveridge og sviin Gunnar Myrdal. Aðaltátturin var, at samfelagið, staturin, skuldi taka broddin av sveiggjunum í niðurgangandi konjunkturum, ella kreppum, við at økja um eftirspurningin, hóast hetta í ringasta føri kundi hava við sær, at hall á fíggjarlógini gjørdist ein partur av hesum átaki. Helt samfelagið hjólunum gangandi á henda hátt, í fíggjarliga strongdum tíðum, kom peningurin innaftur av øktari framleiðslu og meira virkni úti í samfelagsins kyknum, serliga um samfelagsins tilfeingið varð javnað ímillum fólkið - ið sjávandi hevði økta nýtslu við sær.
Hóast vit hava verið inni í eini niðurgongd í dastið av einum ári, so ber illa til at tosa um nakra kreppu. Arbeiðsloysið er at kalla einki, og longu nú eru tekin um, at gongdin er batnandi aftur - yvirhøvur. Fleiri alibrúk framleiða nú aftur við yvirskoti, rækjuprísurin kvinkar uppeftir og menn eru ikki heilt so svartskygdir um upsan, sum teir hava verið. Harvið eru áneyðirnar fyri innspræningum og stimulansi frá almennari síðu ikki serliga stórar, sum støðan er í løtuni. Harafturat eigur ein sjálvstýrissamgonga at virka eftir tí veruleika, at í fíggjarlógaruppskotinum er eitt de facto undirskot á 615,5 milliónir krónur. Imperialistiska eitrið, ið má og skal lagast niður við uppgongdini sum kemur og við skynsomum og sparnum fíggjarpolitikki. Og ikki minst við einum meira offensivum vinnupolitikki, sum lyftir seg uppum og útum natúrligu tilfeingisvinnunar. Ein skilagóð umskiping av ognarviðurskiftunum er eisini bráneyðug, hetta sum liður í ætlan at gera samfelagið meira smiðligt, rationelt og sjálvberandi. Ætlanin um búskapargrunn, sum nú er frammi aftur, er ein skilagóð loysn í so máta, ein framtíðar stabilisatorur í teimum frælsu Føroyum.
Funnist verður dagliga at politisku skipanini og kanska serliga samgonguni, sum nú situr. Tað vil so vera. Men líta vit aftureftir, við bara so rímiliga objektivum glaseygum, so ber illani til at siga annað enn tað, at nógv er broytt til tað betra hesi seinastu árini. Ikki minst vatntætta skottinum millum vinnulívið og landskassan fyri at takka. Var hetta ein fíggjarlóg í áttati árunum, tá ið blandingsbúskapurin livdi sítt sáliga og søta lív, og høvuðsvinnan seyp eina milliard úr felagskassanum um árið, hvussu skuldu politisku raðfestingarnar tá verið? Tær somu, ja, so høvdu áneyðir verið at fari út lánimarknaðinum eftir undirskotinum og drátturin fram ímóti eini nýggjari meginkreppu var aftur mentur. Ístaðin gongur leiðin nú framímóti sjalvberandi búskapi, sjálvbjargni og politiskum frælsi.
Andstøðan sjálv er nú eisini farin at ivast í sær sjálvari sum andstøðu. Ákærir samgonguna fyri at vera bæði samgonga og andstøða, og formaður javnaðarfloksins hevur alment kært seg um, at eingin tímir at lurta eftir honum longur, tíansheldur at nakar fjølmiðil gevur nøkrum gætur sum hann og andstøðan royna at varpa fram í ljósið. Sum frá líður keðast fólk kanska av mjarri og gemenum grenji. Og lítið konstruktivum virkni á politiska leikpallinum. Og at vænta, at teir fýra samgonguflokkarnir partú skula vera samdir í einum og øllum, tað er ið so nógv at krevja. So ymiskir teir eru. Men harfyri eru teir í høvuðsheitum vorðnir samdir um hetta fíggjarlógaruppskotið og eisini um at gera raðfestingar á samfelagsins meginøkjum, botnurin undir framtíðarsamfelagnum, á heilsu, - almanna, - undirvísingar, - & mentanarøkinum. Hartil hava løgur í undirstøðukervið fingið eitt rættiligt spark í afturpartin hesi seinastu árini - ikki minst í hesum uppskotinum.
Alfred Hitchcook var einaferð steðgaður í tollavgreiðsluni í Heathtrow floghavnini í London. Maðurin í tútahúgvuni, sum ikki kendist við hann, spurdi hvørið hann var og hvat ið hann tókst við dagligani? Alfred vísti honum eyðkenniskortið. Alfred Hitchcook, producer. Ná, hvat produsera tygum so? Gásarhold, svaraði hin kendi filmsmaðurin so sarkastiskt.
Í stóran mun mundi tað eisini vera leikluturin hjá fíggjarnevndini í fjørheyst. Soleiðis sum útlitini longu tá vóru, var neyðugt at fara inn á konto fyri konto fyri at finna hvørt oyra sum kundi sparast burtur. Og tað vóru tey, ið vóru illa herjaði av gásarholdi hesa tíðina, eisini samgongumenn, men holdið mundi tó slætna tann dagin fyri jól, tá ið 30 tingmenn atkvøddu fíggjarlógina ígjøgnum. Og í ár hava fyrireikingarnar verið so mikið dyggar, at óneyðugt skuldi verið at farið so rívan til verka aftur. Tó, okkurt nosið man fara at taka seg upp í tíðini hiðani og til jóla. Tað man fáur ivast í.
Hann savnaði Kina, men man nú vera mest kendur sum ein hin mest grimdarhugaði tyrannur, ið hevur livað. Mao Tse-Tung, sáli og fyrrverandi formaður kinverska kommunistafloksins. Í lítlu reyðu bókini sigur hann í einari strofu, at flestu menniskju eru sum eiturkoppurin, ið endaði á botni í súrhoyggjabrunninum og var sannførdur um, at tað var allur heimurin sum sást upp ígjøgnum kjaftin á brunninum. Tey vísu mega duga at skyna á, at hetta er bara ein evarska lítil partur av alheiminum. Hetta verið sagt fyri at ávarða ímóti ov nógvum snævurskygni og ov strammum lokalum gamasjubrókum nú tá ið fíggjarlógarviðgerðin av álvara fer av bakkastokki. Eingin skal ivast í, at allir samgongumenn mega stuðla uppundir balansugongdina, soleiðis at uppskotið ber ígjøgnum, bara soleiðis eru Føroyar framhaldandi á fullveldiskós, føroyskir sjálvstýrismenn spelandi undan íhaldinum og kolonikallunum í ríkisborgini við Oyrasund.
Framtíðin liggur harið skyldan liggur. Dreymarnir ídag eru lógarverk ímorgin. Sjálvstýris- & samgongumenn eiga skyldina, dreymarnar og harvið framtíðina. Sum, um tú vil tað ella ikki, er republikkin Føroyar. Hann ið ikki hevur fata hetta, heldur bara fram við at spadsera aftur og fram eftir banjaranum í súrhoyggjabrunninum, eins og eiturkoppurin hjá Mao formanni.