teimum, gestablíð sum tey vóru. Í dag býr abbasonurin Poul Huus Sólstein har. Lærari í Leirvík í 43 ár Petur, f. 1901, giftist við Kathrinu Zachariassen úr Jákupstovu í Norðragøtu. Petur fór til skips [...] lærarastarv í Leirvík, men har var einki skúlahøli. Óli hjá Guttormi sat í bygdaráðnum og fekk hann konu sína Elspu at lata Peturi báðar stovurnar til at undirvísa í, og hetta helt áfram í 4 ár. Petur [...] dagar í Leirvík. Elspa og Petur vóru systkinabørn, og man tað hava gjørt sítt til, at hon hevur latið sær lynda onga stovu at hava. Tá ið hann í 1969 legði frá sær, hevði hann verið lærari í Leirvík í 43
sjáldan fáa sína uppibornu virðing í heilsuverkinum, røktini, í skúlunum, í barnagørðum, í fjølmiðlum, í ALS og almannaverki. Fólkini í kommununum kring landið, ið løgdu ein verjugarð kring ellis- og røktarheimini [...] hjá øllum í hesari tjóð í ættarlið. Kreppurnar í Føroyum Kreppurnar í Føroyum hava altíð verið rokningin hjá vanliga løntakaranum og fjøldini. Bara rokningin fyri 80’ini og bankakreppuna í 90’unum var [...] av korona-átøkunum hava rakt og kunnu raka nógv fólk og familjur. Í løtuni serliga í ferðavinnuni, hjá smærri vinnurekandi, fólki í arbeiðsloysisskipanini og millum menta- og listafólk. Tey, sum hava
eisini. Hesir spurningar vórðu settir meira fyri at lýsa hendingina út í æsir. Tað var ein róligur Brandur Nólsoy, sum sat í stólinum í morgun. Á øllum brøgdum skiltist, at hann og manning hansara høvdu gjørt [...] á Atlantic Navigator hendan túrin var Brandur Nólsoy, og tað var hann, sum var fyrstur í stólinum í sjórættinum í morgun. Sakførari hansara, Óla Jákup Christoffersen, var maðurin, ið setti flestu spurningarnar [...] høvdu ongar trupulleikar, sum mintu um teir, vit rendu okkum í, tá ið vit komu í Leirvíksfjørð. Skiparin segði, at 17. februar var seinasti dagur, tey fiskaðu á hesum túrinum, og síðan bar leiðin heimaftur
vera eitt av flottastu málunum, sum eru gjørd í Gundadali í ár. Hann smekkaði til úr 40 metrum, og bólturin fór sum ein kanónkúla í meskarnar aftanfyri ein undrandi B36 málverja. Tá FS Vágar fyri einastu [...] samstundis sum ÍF í 1. deild skal spæla um rættin at halda fram í deildini. Verður endin soleiðis, so fer endaspælið um eitt pláss í 2. deild at bíða til endaspælið um eitt pláss í 1. deild er avgreitt [...] var greitt, at Skála hevur vunnið gull og flytir upp í 2. deild. Teir fáa steyp og gullkrónur í Gundadali eftir dystin móti HB. GÍ liggur best fyri í kappingini um silvurmerkini. Teir kundu havt avgjørt
verja meg, so eg kann gera hetta arbeiðið. Eina ferð har norðuri í Rumenia vitjaði hann í eini bygd. Fólkini vildu fegin vera blíð og fóru út í garðin og kiptu nakrar hønur. Eftir at gestirnir høvdu etið, [...] at gevast í politikki. Hetta merkir, at tá ið løgtingsval verður aftur, fer hann ikki at stilla upp aftur. Í hesum sambandi staðfestir hann, at tað hevur ongan týdning um løgtingsval verður í næsta mánaði [...] Vælgerandi arbeiðið hjá Absalon Matras á Norðoyri byrjaði í 1991. Nakrar ferðir var hann saman við dønum í Rumenia við klæðum og øðrum, og hann sá, hvussu ómetaliga stórur tørvurin var á neyðhjálp. - Eg
eitt tómt rúm í okkara samveru. Eg minnist lítið og einki til tey. Tað var í 1908, fyrst í desember, at hann kom aftur. Ungmannafelagið stóð tá í besta blóma, og Hans Andrias bleiv sjálvsagt ein høvuðsstuðul [...] kann minnast. So hjálpti pápi (Djóni í Geil) Hans Andriasi at fáa í lag at sleppa á Fagralíðar háskúla, og nú upprann ein nýggj tíð fyri tí tilstundandi skaldinum. Her í Havn hevði hann gingið og slongst [...] aftur í tíðina, so standa august og septemberkvøldini fremst í huganum. Tað var líkasum Hans Andriasar veðmóðigu tilsløraðu yrkingar hóskaðu so væl saman við hesi stillu, bleytu kvøld, í hvussu er í okkara
Báðir hava drúgvar royndir í matstovuvinnuni. - Eg havi starvast innan matstovuvinnuna í mong ár, og havi staðið fyri matarseðlinum á fleiri matstovum, bæði uttanlands og í Føroyum, sigur Remy á Kamarinum [...] at tað skuldi verða ein matskrá við mati, sum vit fingu frá mammu, tá vit vuksu upp, sigur Remy á Kamarinum. Hann hevur síðani sett saman eina matskrá, sum ikki líkist nakrari aðrari í býnum. Til sjálvtøkuborðið [...] Kamarinum. Í heila tikið halda teir seg upp at uppskriftini hjá Bo Bech um einfalda matskrá, einki pulvur, eingir skjótir »smuttvegir«, alt verður bygt upp frá grundini. Men teir báðir hava í eina tíð arbeitt
av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Amnesty Interntional Føroya [...] Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17. Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlundskolen [...] Højgård, Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Konfirmatiónin í Nes prestagjaldi verður 19. apríl í Glyvra kirkju. Konfirmantarnir møta í Fríðrikskirkjuni mánadagin 16. febr. kl. 8. Samkoman Sion, Vágur
21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. AA-fundir verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu [...] brúk er fyri neyðtulking kann ringjast til tlf. 319012. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Opið er hvønn hósdag frá kl. 17.00?20.00. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er [...] Bridgehúsið í Gundadali Opið hús hvønn sunnudag kl. 15. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Tlf. 316491 Opið er hvønn dag, mána-dag til fríggjadag frá kl. 14 til 18. Drekkamunnur og bløðini eru at fáa hvønn dag. Í juli hevur
barnaogn, og næmingarnir halda seg eiga í honum og vildu fegin, at hann kom aftur í morgin, so hann kundi lisið meira úr nýggjasta yrkingarsavni sínum, sum fer at koma út í oktober. Tímatalvan er sett til viks [...] morgunsangi í Skálanum. Hesa vikuna syngja vit : Av einglamunni komu boð, sum Alexandur hevur yrkt. Síðan lesa øll í einar 20 minuttir. 60 børn lið um lið, ikki eitt kis. Síðan varð farið í flokkarnar, [...] aðru ferð hetta skúlaárið, at skúlarnir leggja saman í eina viku við serligum evni. Hesaferð er evnið Alexandur Kristiansen. Næmingar fáa serligt innlit í skaldaheimin hjá Alexanduri, sum eisini vitjar skúlan