Í VMF definera vit fólksins áhugamál til at vera eitt gott, sosialt trygt samfelag við nógvum áhugaverdum virksemi, og at ráevnini, vit eiga, verða gagnnýtt, sum tað sømir seg einum framkomnum fólki. Danska [...] hjá øðrum og so tey mentaðu, ið duga at síggja, at føroyingar hava rætt til at eiga sítt egna land og rætt til at stýra sjálvi. Tað eru hesi seinnu, vit eiga at samstarva við, og tey hava sjálvsagt møguleika [...] Hvat gagnar okkum best? Tað vísir seg, at tá vit føroyingar skulu viðgera støðuna Føroyar-Danmark, verður viðgerðin ofta sera kensluborin. Tað vil so vera, tá hugsað verður um, at sambandið er fleiri hundrað
vestmenningar í gólvið, og vinna við einum máli. Ingi aftur mansvardur Tað byrjaði eisini gott hjá Kyndlaliðnum, sum var nógv tað betra fyrstu løtuna. Teir skoraðu nógv mál fyrsta partin av dystinum, meðan [...] spælaran hjá VÍF burtur úr, og tað hevði eisini við sær, at VÍF-spælið nógva av tíðini var rættiliga stirvið. Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen [...] hevði gott tak á royndunum hjá Áka Olsen, og at yngsti Olsen-bróðurin ikki gjørdi fleiri enn 5 mál hendan dystin, komst fyrst og fremst av málmanspælinum hjá Hans á Lag. Leiðslan var nóg stór Tað gjørdist
ið virkið í Miðvági var til viðgerðar herfyri. Orsakið málburðin, men eg haldi tað vera ikki sørt bláoygt, at halda, at ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening til íleggjaran (Framtaksgrunnin) [...] selja tey til kappingarneytar. Tað átti at verið øllum føroyingum greitt, at nevndin í Føroya Fiskavirking hereftir verður yrkisnevnd í einum vanligum partafelag, sum, saman við stjórnini, hevur til endamál [...] talið í ársroknskapinum at verða so gott sum gjørligt, og tað kann m.a. verða gjørt við at avmarka kappingina frá øðrum fiskakeyparum í mest møguligan mun. Tí er tað púrasta burturvið at vænta at Føroya
ikki ,hvussu tey føla tað, at enda aftur á eini deild. Næstformaðurin í Sinnisbata heldur avgjørt, at tað er eitt mistak, at pensjónatið hoyrir undir sjúkrahúsið. Tað skuldi tað ikki gjørt, tí talan er [...] sigur at hon veit ikki, hvussu tað hevði ávirkað frísk fólk at verðið tveitt heimanífrá á jólum. Hvussu heldur sjúkrahússtjórin so, at tað ávirkar sjúk fólk. Og at tað ávirkar tey, er ongin ivi um. Sjálv [...] eitt kvøldið. Tá helt onkur fyri við tað: Nú, hatta var gott at hava á jólum Nei, vit sleppa ikki at vera heima á jólum, var svarið.... Margretha Poulsen sigur, at tað eru í hvussu so er ikki hesi fólkini
rættiliga nógvar viðmerkingar til sendingina hjá mær, og tað bendir á, at tað eru nógv, sum hoyra hana; men haðani og so til at lata seg í skógvarnar og seta eitt kvøld av til veruliga at fara út at lurta [...] smíli. Tað er heldur ikki so løgið, at JazzOasis vil hava nakað fyri pengarnar, tí teir gjalda alt úr egnum lumma. Eitt lítið ískoyti frá Jazzfelagnum, tað er alt, sum ber til at spyrja upp til eitt slíkt [...] ungdóm og jazz, nevniliga DeepEnd. Edvard helt, at tað helst hevði samband við tað, at jazzur er so fríur. Tú kanst gera øll stílsløg um til jazz, og tað er vorðið sera vanligt at gera. Í dag verða kend
landinum. Hesir pengar kundu ístaðin verið nýttir til útbúgvingar. Útbúgvingar, sum vit seinni koma at njóta gott av. Trupulleikar Trupulleikar ella avbjóðing. Tað verður neyvan lætt hjá føroyingum í nógv ár [...] liva og vit koma at føla okkum sum føroyingar. Er tað veruliga so, at vit sjóbardu norðbúgvar eru nakrir vimpar, sum ikki tora at standa á egnum fótum. Er tað so, so er best at verða verandi hjá móðir Danmark [...] tá ið ein ríkispartur verður stungin í ryggin. Vit føroyingar hava notið av danskarum! Hetta eru tað mong, ið siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava
víst seg sum eitt undangongufelag, tá tað fyrsta felagið letur pengar til slíkt gott endamál. Eru tað onnur oljufeløg, sum eisini kundu hugsað sær at latið pengar til endamálið, so skulu tey vera so hjartaliga [...] prenta brævið, ið tríggir av stigtakarunum til grunnin hava skrivað til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøku í sambandi við at fáa pengar til grunnin. Til myndugleikar, grunnar, stovnar og fyritøkur [...] Tá tað almenna ikki heldur seg hava møguleikar - ella politikararnir ikki vilja - at seta nóg mikið av pengum av til mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið
í Føroyum, hevði verið gott at havt eitt sjómansheim at komið til í Íslandi, so tað ikki gjørdist, sum tað var, tá føroyingarnir vóru flestir í Íslandi, og einki høvdu at koma til. Peningasavnan Longu áðrenn [...] fór heim aftur og var heima í eitt gott ár. Í november mánaða í 1949, fór Jens aftur til Akureyrar, har hann var til 1953. Tá flutti hann til Grindavíkar, har hann fór at fiska. Konan, Maria, sum er ættað [...] íslendskt navn nú. Tað er gott at vera í Íslandi, sigur Jens. Og tá so børnini fóru í skúla, varð meiri torført at flyta, sigur hann. Bíðað varð fyrst, til skúlin var liðugur. So var tað framhaldsskúli og
ivaleyst kenna, og hann vil eg fegin halda fast um. Tað kemur so nógv út av tónleiki, at tað er gott at hava sín egna identitet ímillum alt tað. Og tað er heldur ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur á [...] fimm gjørdu allar upptøkurnar sjálvir. Tað er eingin sum sigur, at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera. Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla [...] Frændur, hóast tað er eitt sindur óvist hvat fer at henda har. Men skuldi høvi býðst til enn eina útgávu saman við Rana og Steintór, so verður tað ikki eg, sum verði forðingin. Men hvussu er tað at standa fyri
Tað spyrst einki burturúr íslendskum ævintýri hjá Øssuri Hansen á hesum sinni. Tað var annars uppá tal, at hann skuldi til Íslands saman við Páll Guðlaugssyni, Una Arge og Jens Martini Knudsen, men nú [...] sigur landsliðsmaðurin, at hetta verður av ongum á hesum sinni: ? Eg skal upp til sveinaroynd í summar, og tað ber ikki til at útseta hetta. Hetta merkir kortini ikki, at eg ikki eri áhugaður í at royna [...] B68. ? Eg haldi, at tað sær ljósari út fyri komandi ár, enn tað gjørdi í fjør. Vit hava fingið ein av mest royndu føroysku venjarunum. Hann kennir okkum, og vit kenna hann, og tað verður sjálvandi lættari