var nakað kventasligur og dugdi best at tosa við genturnar. Hann royndi tó, so vítt eg veit, ongantíð eftir konufólki, var bert vinur teirra. Onkur av hinum dreingjunum á skúlanum spurdi hann, um hann [...] eldrarøkt sum tryggja tey, sum ikki longur eru før fyri at vinna til dagligt breyð. Tú doyrt ikki í hungri ella órøkt, um tú ikki eigur børn, sum kunna taka sær av tær. Her er tað tíbetur vorðið soleiðis, [...] ein ikki gera við. Heldur ikki kunnu foreldrini ella onnur gera nakað við tað. Ein og hvør kann fáa børn, sum eru homoseksuell, eisini um tú ert mætur innan kirkju ella annað trúarsamfelag. Sum eg skilji
eru at síggja. – Ja, tú hevur loyvi at koyra 80km/t á Oyggjarvegnum, tá umstøðurnar eru til tað. Einasta eg hevði ynkst var, at tú hugsaði eitt sindur um, hvørjir vansar vóru við, at tú koyrdi framvið mær [...] av at tú koyrdi so ørt var, at eg fekk ein harðan stoyt beint niður í asfaltið við høvdinum fyrst. Lukkutíð tók hjálmurin harðasta stoytin. Eg var heppin hesaferð, tað kundi verið nógv verri, um t. d. [...] ikki at vera til ampa fyri tykkum, so góði tú og tit sum koyra so ørt, vinarliga nýtið vanligt vit og skil, og seinka ferðina á akfarinum, og haldið tykkum nakað burturfrá, tá ið tit síggja ross nærhendis
Tað er sjáldan, tú hoyrir um, at heili sjey línuskip koma inn at landa sama dag. Men, soleiðis verður mánadagin, um metingin, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt í dag, fer at halda. - Vit vænta, at [...] fiskiskap í íslendskum sjógvi. Um útlitini til útróður, veit marknaðurin at siga, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini gott. Tí verður roknað við, at nakað av útróðri verður í næstu viku
er, um Eivør eisini sleppur heim við einari ella fleiri FMA virðislønum. - Tað veit man ongantíð. Har eru so nógv góð listafólk og góðar og spennandi útgávur komnar út í 2015. Men um eg vinni nakað, so [...] Tað er ein virðisløn, sum áskoðarar avgerð lagnuna á. Talan er um ársins live bólk. Vilt tú gera tína ávirkan galdandi til FMA, so kanst tú velja hvør skal vera Ársins live bólkur 2015. Send sms til 1940 [...] boðunum: “FMA + navnið á einum bólki ella einstaklingi” Dømi: “FMA Bólkur” Við atkvøðuni er tú við í lutakastinum um atgongumerki til Summarfestivalin og G! Til ber bert at atkvøða eina ferð. Kostnaður er
Sigurstein greiður frá, hví hann vil vinna á teldunum í kappingini um at røkka børn og ung. Tá tosað verður um skótar, hugsar tú kanska mest um bál og knútar. Grundartankin er tó meir umfatandi enn so. Skótarørslan [...] kensluna av, at tey kunnu brúkast til nakað. Tað vil vónandi hava við sær, at tey traðka inn í vaksna lívið við sjálvbjargni og sjálvsáliti. So hava vit kanska rokkið málinum um at gera skótarnar til betri sa [...] primitiva innbúgvið er einføld. - Eg haldi ikki, at google kann svara øllum lívsins spurningum. Sumt mást tú hava í hendurnar, fyri at skilja tað. Og tað er tann tankin, ið berur hesa smáttuna. Vit vilja eggja
Um tú livir í teirri trúgv, at tað bert er grindakjøtið, ið er stústappað við eitrandi og sera vandamiklum evnum, so fert tú skeivur. Ein stórur partur av tí, vit dagliga eta, er fylt við evnum, ið elva [...] a, bakon og pyslum. – Eg veit fullvæl, at eingin smellur um á staðnum, bert tí at hann hevur fingið sær eina breyðflís við speigipylsu, men eg havi ilt við at fáa eyga á nakað endamál við at sproyta evnið [...] . Sannleikin er, at tá ið tú setir teg væl til rættis við borðið á middegi fyri at fáa tær ein góðan bita, er tað kanska vert at hava í huga, at bæði breyðið og viðskerin tú etur, inniheldur skaðilig
Tit skulu hjálpa, uttan at tey hava biðið tykkum um tað. Tit skulu sjálv meta um, hvør hevur tørv á tykkara hjálp. Og tit skulu gera tað uttan at fáa nakað afturfyri. Eina viku seinni hevði flokkurin aftur [...] av felagsskapinum. Og í triðja lagi á, at tað snýr seg ikki bara um, hvør tín lagna er, men hvussu tú bert tína lagnu, og hvørja hjálp, tú fært at bera hana. *** Nøkrum kann tað tykjast lítilsvert, sum vit [...] júst vissan um, at tá ið vit ikki sjálv orka at fara undir byrðuna, taka sterkari herðar við. Tað er vissan um, at vit ongantíð standa einsamøll, sama hvussu lívið rakar. Tað er vissan um, at saman við
Tit skulu hjálpa, uttan at tey hava biðið tykkum um tað. Tit skulu sjálv meta um, hvør hevur tørv á tykkara hjálp. Og tit skulu gera tað uttan at fáa nakað afturfyri. Eina viku seinni hevði flokkurin aftur [...] av felagsskapinum. Og í triðja lagi á, at tað snýr seg ikki bara um, hvør tín lagna er, men hvussu tú bert tína lagnu, og hvørja hjálp, tú fært at bera hana. *** Nøkrum kann tað tykjast lítilsvert, sum vit [...] júst vissan um, at tá ið vit ikki sjálv orka at fara undir byrðuna, taka sterkari herðar við. Tað er vissan um, at vit ongantíð standa einsamøll, sama hvussu lívið rakar. Tað er vissan um, at saman við
lógini um upploysn av hjúnalagi – ja(!) fyri at maður skal kunna skiljast frá manni og kvinna frá kvinnu! Og í tí triðja uppskotinum, nr. 21, verður farið inn í lógina um at brúka kirkju og um limaskap [...] av teimum. Hvat er best fyri børnini? Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og [...] sangi, “Boðar tú til allar tjóðir”: Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur
– Eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at um vit fáa avgreitt spurningin um eina grundlóg ella eina nýggja stjórnarskipan við einari fólkaatkvøðu, tá fáa vit eisini ruddað slóð fyri einum greiðari politiskum [...] vinstrapolitikk, tí stríðið um sambandið við Danmark skuggar fyri hesum politikki. Tí dámar honum væl, at samgongan hevur sett sær fyri at loysa spurning um stjórnarskipanina – ella um føroyska grundlóg. – Latið [...] høgru og ímóti loysing og sambandi – verður greiðari, tá Føroya fólk einaferð med alla hevur avgreitt okkara egnu stjórnarskipan. – Ein stjórnarskipan, sum greitt sigur, at avgerðin um støðu Føroya í